dent á. Litirnir eru broyttir Elsa hevur fingist við tann føroyska tjóðbúnan í so nógv ár, at hon eisini hevur bitið merki í allar tær broytingarnar, ið hendar eru seinastu árini. Hon minnist aftur á ta [...] lit. Vendir tú honum á ranguna, sært tú, at liturin hevur verið myrkari enn nú. Men vesturin er eini 70 ára gamal, og sum við øllum øðrum, so setir tíðarinnar tonn eisini sítt merki á føroyska tjóðbúnan [...] Hetta er nú broytt. - Í dag eigur nærum hvør unglingi sín egna búna. Tað er avgjørt nakað, ið vit eiga at fegnast um, heldur Elsa. Hon greiðir víðari frá, at ein orsøk til hetta sjálvandi eru tær góðu
sum eru áhugað at vera við í leiting við Føroyar. Hini oljufeløgini hava ikki enn latið við seg koma. -Vit hava fingið uppskot um samstarvssáttmálar, sum í løtuni verða kannaðir og sum vit halda eru nóg [...] tað so kanska eisini eru ymsar metingar um, nær man vil hava føroyska felagið við. -Nú eru tað ikki øll samtøk, sum vísa Føroyaøkinum ans, ið hava tosað við okkum um samstarv, men vit hava eina rímuliga [...] av teimum. Kjartan Hoydal váttar, at tað er munur á tilboðunum, og at talan eru ymsar loysnir, sum veljast kann ímillum. -Trupulleikin er tann, at vit skulu finna eina loysn, sum er fult út kommerciell
ætlanin er nú at víðka hann til eisini at fata um urtagarðin hjá Zacharisi á Skipafelagnum og kanska longur niðan seinni soleiðis, at Trapputrøðin verður bundin saman við miðbýin. - Hetta gera vit fyri at [...] hvønn politikk Tórshavnar kommuna skal reka á eldraøkinum í framtíðini, og har er eldraíbúðir eitt mál, ið stendur á skránni. Álitið verður liðugt í summar. - Vit taka ímóti nýggja tiltakinum hjá Íbúðargrunninum [...] væntandi fyri á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini í næstu viku. Somuleiðis ætlar grunnurin at byggja eldraíbúðir á eini trøð, teir hava keypt við Dalavegin umframt at aðrar ætlanir eru í umbúna. Verður
í landsstýrinum vísir, at tað eru bara Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kals, sum ikki tekur undir við at gera Føroyar til eitt valdømi. Ongin orsøk at slíta - Tað stóð nógv á samgonguni, tá ið broytingarnar [...] fer at verða beint øvugt. Skulu vit tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur á borgarum, alt eftir hvar ið teir búgva, eiga Føroyar at vera eitt valdømi, tí tá sleppa vit frá at taka útgangsstøði í lok [...] ongum norðoyingi á Løgtingi, spyr hann. Jógvan á Lakjuni er ímóti at Føroyar verða skipaðar í eitt valdømi og hann heldur ikki at grundgevingarnar fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, eru ikki haldgóðar
Jóannes Eidesgaard ES nevndarlimin í fiskivinnu. ? Vit hava nógv samstarv við ES á fiskivinnuøkinum, tí vit hava bæði fiskivinnusáttmála við ES og vit hava felags áhugamál um svartkjaft, sild og rækjufiskiskap [...] rættiliga nógv inni á føroyskum sjóøki og á ES sjóøki. Løgmaður sigur, at tí hevði tað verið eitt stórt framstig at fingið ES, saman við okkum, at strongt á at fingið gongd aftur á tingingarnar um at áseta [...] givið høvi til at gera vart føroysk sjónarmið á hesum øki. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, úr Brüssel. Hann er í ES høvuðsstaðnum á hesum døgum á eini ferð, sum bæði kann sigast at vera ein sjarmuferð
høvdi, har neyvan øll fyrilit vórðu tikin. Nú eru vit við, og vit hava beinleiðis møguleika at ávirka einskiljingar, soleiðis at tær koma at henda á ein hátt, sum vit kunnu taka undir við. Løgmaður segði eisini [...] púra greitt. At vit hava ein ríkisstuðul, sum vit hava brúk fyri í dag, er ikki tað sama sum, at vit fyri allar ævir skulu hava ein ríkisstuðul. Vit skulu eisini á búskaparliga økinum standa á egnum beinum [...] kappingin nú ikki bara er innanlands, men vit hava allan heimin sum kappingarneyta. Tí er tað so ótrúliga týdningarmikið, at vit fokusera upp á tað, sum vit gera betur enn onnur og minni upp á tað, sum
Áttanda umfar í EFFO deildini er á skránni í dag. Norðanfyri er avkavað, meðan tað í Suðuroy, har dystir eru á skránni bæði í Trongisvági og á Vágseiði, er tátt. Í høvuðsstaðnum er tað komið eitt sindur [...] og í Gundadali eru vallirnir grønir. Í morgun er unglingalandsdystur millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli (verður streamað á fsf.fo). Í Norðoyggjum og Eysturoy er avkavað. Fótbóltur er á skránni bæði í [...] heilt lítið av hvítum á vøllinum. Um tað verður, sum tað ofta plagar at vera, og sum tað verður sagt frá, so verður einki á vøllinum seinnapartin. Vit skulu spæla ímóti NSÍ, og vit rokna við, at tað verða
sum eru kend. - Vit mugu alla tíðina hugsa um aðrar hættir at basa lúsini, og ein hátt halda vit vera at hava fiskin longri á landi, áðrenn sett verður út. Hann heldur, at styttri tíð í ringum á sjónum [...] ymiskir tankar eru um, hvussu tað skal gerast. - Vit ætla við hesi útbyggingini at koma eitt stig nærri eini loysn, har færri kemisk evni verða brúkt til at basa lúsini. Atli Gregersen vísir á, at í dag verða [...] sær. Á aliráðstevnuni í februar varð víst til ein einstakan ring á Sørvágsfirði, har fiskurin hevði gingið lutfalsliga stutt í sjónum. - Tølini, sum tá vórðu kunngjørd, talaðu sítt greiða mál, og nú verður
tí 10 %. Nú verður eitt skip longt. Vit siga at fiskiorkan hjá hesum skipinum nú verður dupult so stór 20 %, rokna sum omanfyri nevnt. Samlaða fiskiorkan hjá øllum skipum tilsaman verður tí nú 110%. Longda [...] sína fiskiorku eitt nú setir størri motor í ella verður longt, uttan at henda øking verður keypt frá øðrum skipum við fiskiloyvi. Fyri at gera roknistykki lættari siga vit at skipini eru 10 í tali og øll [...] skulu eisini leingja. Fólk hava hug at ilskast inn á reiðararnar. Men kikarin er stillaður skeivt inn. Tað er ikki reiðararnar, vit skulu ilskast inn á. Teir verða allir tapararnir í hesum sorgarleiki og
næmingar, sum eru undir útbúgving eftir aspirantskipanini, har umleið helmingurin eru undir útbúgving sum navigatørar og hin helmingur innan maskinfakið. - Men, vit kundu hugsað okkum, at vit høvdu fleiri [...] aspirantar, bæði sum navigatørar og maskinmeistarar. Stjórin á skúlanum síðan á sumri í 2020 er Símun Poulsen. Hann hevur drúgvar royndir á Vinnuháskúlanum, fyrst sum lærari frá 2007 og síðan sum undi [...] við besta leiðsluførleika, bæði á sjógvi og landi. - Okkara útbúgvingar eru viðurkendar um allan heim, og tær geva næmingunum altjóða góðkendar førleikar. Útbúgvingarnar eru eisini viðurkendar sum støði undir