Kavin hótttir fótbóltin norðanfyri

Men tað verður roknað við, at tað seinnapartin verður fótbóltur bæði í Klaksvík og Gøtu

Áttanda umfar í EFFO deildini er á skránni í dag. Norðanfyri er avkavað, meðan tað í Suðuroy, har dystir eru á skránni bæði í Trongisvági og á Vágseiði, er tátt. Í høvuðsstaðnum er tað komið eitt sindur av kava niður í nátt og í morgun, men tað er einki at tosa um sammett við norðari í landinum, og í Gundadali eru vallirnir grønir. Í morgun er unglingalandsdystur  millum Føroyar og Ísland á  Tórsvølli (verður streamað á fsf.fo).

 

Í Norðoyggjum og Eysturoy er avkavað. Fótbóltur er á skránni bæði í Klaksvík og í Sarpugerði í Gøtu. Hevði tað verið sum tað plagdi at vera, so hevði tað ikki borið til at spæla. Nú eru amboðini at kavarudda við góð. Tað sást í Klaksvík í gjár, tá ið kavin varð ruddaður, so tað bar til hjá 1. deildarliðunum  hjá KÍ og B36 at spæla.

 

Soleiðis verður tað eisini í dag, verður sagt úr Klaksvík og úr Gøtu, men tað verða eingi óráð tikin, um tað fer at kava meiri. Sambært yr.no verða tað seinnapartin 4 stig í Klaksvík. Tað verður nógv avfall, og vindurin verður 12 metrar um sekundið at útnyrðingi.

-Tað er heilt lítið av hvítum á vøllinum. Um tað verður, sum tað ofta plagar at vera, og sum tað verður sagt frá, so verður einki á vøllinum seinnapartin. Vit skulu spæla ímóti NSÍ, og vit rokna við, at tað verða líkindi at spæla. Um tað so fer at vísa seg, at tað ikki ber til, so útseta vit. Tíbetur kemur mótsstøðuliðið ikki so langa leið frá, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.

 

8. umfar

FC Suðuroy-EB/Streymur: Alex Troleis

TB-ÍF: Rúni Gaardbo

HB-B36: Páll Augustinussen

Víkingur-NSÍ: Lars Müller

KÍ-AB: Kári J. á Høvdanum

 

Støðan undan 8. umfari

NSÍ 18

B36 14

HB 12

Víkingur 11

ÍF 10

KÍ 8

TB 7

AB 5

EB/Streymur og FC Suðuroy 3