Landskassin bundið fýra milliardir krónur niður

- Tað er meiriluti í løgtinginum fyri at einskilja almennar ognir og tí nyttar onki hjá javnaðarfólki at stinga høvdið í sandin, sigur løgmaður

Landsfundur hjá javnaðarflokkinum

Landskassin eigur í løtuni einar fýra milliardir krónur, sum liggja niðurbundnar.
Tað staðfesti Jòannes Eidesgaard, løgmaður á á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum um vikuskiftið.
hann sipaði til allar tær ognirnar, sum tað almenna átti, Fiskavirking, Føroya banki, Atlantsflog, Føroya Tele og aðrar.
Fyrr var tað alt tos um at einskilja burturav almennum ognum púrasta afturvíst. Men tá var tað neyvan nakar, sum hugsaði tann tanka, at tað almenna nakrantíð skuldi vera einasti eigari av banka, flakvirkjum, fiskasølu, flogfelagi og mangt annað.
Í øllum almennu fyritøkunum standa í dag einar 4 milliardir almennar krónar bundnar.
 Vit hava væl loyvi at spyrja um tað nú er rætt, at so nógvir pengar liggja niðurbundnir, um so er, at hesar fyritøkur eins væl, ella kanska betur, kunnu rekast av øðrum eigarum.  Vit javnaðarfólk kunnu væl eisini seta okkum spurningin, um ikki henda risaupphædd var betur farin við at vit gjalda okkara almennu skuld niður og harvið frígera fíggjarliga orku til víðari útbygging av okkara vælferðarskipanum.
Løgmaður staðfest eisini, at um javnaðarfólk vildu tað ella ikki, so er ein meiriluti uttanum okkum á tingi í dag fyri at fara undir varisligar einksiljingar av almennum fyritøkum.
 Nokta vit at fara upp í eitt kjak um einskiljingar, stinga vit høvdið í sandin og so sótu vit fyri tað fyrsta neyvan í nakrari samgongu. Fyri tað næsta, hevði ein meiriluti í løgtinginum framt hesar einskiljingar júst eftir teirra høvdi, har neyvan øll fyrilit vórðu tikin.
 Nú eru vit við, og vit hava beinleiðis møguleika at ávirka einskiljingar, soleiðis at tær koma at henda á ein hátt, sum vit kunnu taka undir við.
Løgmaður segði eisini, at Ein afturgjalding av almennu skuldini er rættiliga avgerandi, tá vit tosa um ein sjálvberandi búskap.
 Og sjálvandi vilja vit eisini hava ein sjálvberandi búskap. Ein búskap, har hetta samfelagið sjálvt megnar at skapa neyðugu inntøkurnar, er so avgjørt eisini eitt mál fyri Javnaðarflokkin, lat tað standa púra greitt.
 At vit hava ein ríkisstuðul, sum vit hava brúk fyri í dag, er ikki tað sama sum, at vit fyri allar ævir skulu hava ein ríkisstuðul. Vit skulu eisini á búskaparliga økinum standa á egnum beinum, tó uttan at forkoma tí, sum vunnið er, segði løgmaður.


Vælferð krevur vøkstur
Samstundis staðfesti løgmaður í formansfrágreiðing síni, at vælferð krevur vøkstur í búskapinum.
 Hava vit ikki vøkstur í okkara búskapi, so hava vit heldur ikki orku til at halda fast um tað, sum er vunnið og enn minni orku til framhaldandi batar og framstig. Tí er búskaparvøkstur ikki eitt liberalistisk gandaorð, ella nakað tey borgarligu hava patent uppá, men tað er so avgjørt ein sosialdemokratisk fortreyt.
 Hygg at okkara grannalondum, sum liggja fremst í heiminum, hvat vælferð viðvíkur. Tað, sum eyðkennir hesi lond, er fyrst av øllum ein semja um, at samfelagið skal skipast við møguleikum og trivnaði fyri øll, men veruliga grundin til, at henda útbygging hevur gingið so væl, er at hesi lond hava dugað at skapt ein støðugan búskaparvøkstur.
Tí heldur løgmaður, at javnaðarfólk mugu hugsa munandi meiri um, at hesin vøkstur er neyðugur og tí má flokkurin leggja seg eftir at skapa karmar fyri, at vøksturin verður so støðugur sum gjørligt. Hetta gera vit við at hava eitt virkið og dynamiskt vinnulív.
Tí skal javnaðarflokkurin hava ein munandi virknari leiklut, tá vinnupolitikkur verður viðgjørdur.
 Vit skulu hava boð upp á teir karmar, sum gevur vinnuni dynamikk, og vit skulu skipa so fyri, at okkara marknaðaratgongd støðugt verður bøtt og víðkað. Vit skulu hava boð upp á, hvussu vit støðugt menna okkara arbeiðsorku til tær bestu fortreytirnar við góðum útbúgvingartilboðum, har málið skal verða, at øll skulu hava so gott útbúgvingargrundarlag sum gjørligt at standa á.
Men hann helt eisini, at tað er líka týdningamrikið at vit eisini hava eitt gott granskingarumhvørvið, sum stuðlar uppundir okkara vinnu - bæði verandi vinnu og nýggjar vinnur.
 Og nýggj vinnutiltøk skal tað almenna hjúkla um, tí tað er júst her, at vøskturin kann liggja. Vit skulu stuðla ígongdsetarum við rágeving og møguleikum, so tey styrkna í byrjanini heldur enn at verða køvd, sum vit tiverri alt ov ofta hava sæð.

Eisini okkara veruleiki
Jóannes Eidesgaard spurdi eisini um alheimsgerðin er ein hóttan, ella ein møguleiki
 Rætta svarið er, at hon er bæði, men vit hava einki annað val enn at vera við. Vit hava ikki møguleika til at vísa henni frá okkum ella at byrgja okkum inni, tí um vit vilja tað ella ei, so rekur hon inn á okkum. Alheimsgerðin er ikki bert ein veruleiki rundan um okkum - hon er okkara veruleiki.
 Hetta merkir at kappingin nú ikki bara er innanlands, men vit hava allan heimin sum kappingarneyta. Tí er tað so ótrúliga týdningarmikið, at vit fokusera upp á tað, sum vit gera betur enn onnur og minni upp á tað, sum onnur gera betur og bíligari enn vit.
Løgmaður vísti á, at ein týðandi partur av alheimsgerðini er eisini, at vit fáa ta marknaðaratgongd, sum gevur okkum bestu treytirnar. Vit kunnu ikki sita her í Norðuratlantshavi og ræðast restina av heiminum.
Tí vil landsstýrið arbeiða fyri einum EFTA limaskapi, sum als ikki merkir, at vit ikki samstundis skulu betra munandi um okkara samstarv við ES.
 Isolatiónspolitikkurin verður okkara vissi deyði, so her er einki val segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður.