Jú, størri smoltið er, tá tað verður sett á sjógv, tess betri er møguleikin fyri trivnaðinum hjá fiskinum.
Tað er ein av orsøkunum til, at alifyritøkan Hiddenfjord í Sørvági fer at byggja smoltstøðina á Fútakletti munandi út. Soleiðis fæst eisini reinari umhvørvi.
Tað sigur stjórin, Atli Gregersen, í samrøðu við heimasíðuna hjá Fiskaaling.
Hiddenfjord eru farnir undir at grava út fyri eini stórari útbygging á Fútakletti.
- Einir 3.000 fermetrar aftrat skulu leggjast undir tak. Væntandi skal hetta í seinna enda geva betri úrtøku. Men ávegis skal hetta eisini bøta um trivnaðin hjá fiskinum, sigur Atli Gregersen.
Hann heldur, at lúsin er størsta plágan hjá alingini. Nógv verður gjørt fyri at sleppa undan henni, og ymiskir tankar eru um, hvussu tað skal gerast.
- Vit ætla við hesi útbyggingini at koma eitt stig nærri eini loysn, har færri kemisk evni verða brúkt til at basa lúsini.
Atli Gregersen vísir á, at í dag verða so nógv avlúsingarevni brúkt, at tað helst bara er ein spurningur um tíð, til lúsin er mótstøðufør móti øllum teimum ymisku evnunum, sum eru kend.
- Vit mugu alla tíðina hugsa um aðrar hættir at basa lúsini, og ein hátt halda vit vera at hava fiskin longri á landi, áðrenn sett verður út.
Hann heldur, at styttri tíð í ringum á sjónum hevur fleiri fyrimunir við sær.
Á aliráðstevnuni í februar varð víst til ein einstakan ring á Sørvágsfirði, har fiskurin hevði gingið lutfalsliga stutt í sjónum.
- Tølini, sum tá vórðu kunngjørd, talaðu sítt greiða mál, og nú verður farið eitt stig víðari, og smoltstøðin verður víðkað munandi.
Við at seta størri fisk út, væntar stjórin í Hiddenfjord, at stytta tíðina í sjónum við einum fýra til fimm mánaðum fer at minka um lúsapláguna á fiskinum.
- Endamálið er sjálvandi eisini at fáa betri "business” burturúr. Men tað kemur sanniliga eisini bæði vælferðini hjá fiskinum og umhvørvinum til góðar, staðfestir Atli Gregersen.