Føroyski tjóðarbúnin: Búnin er tann sami, men litirnir eru broyttir

Elsa Patursson í Kirkjubø hevur í fleiri ár veitt fólki eina hjálpandi hond, tá tað snýr seg um føroyska tjóðarbúnan. Hon hevur eisini fylgt gongdini og øllum teim broytingum, sum fara fram gjøgnum árini. Sosialurin hevur hitt Elsu til eitt prát um tey føroysku klæðini

Tjóðarbúnin
Ragnhild Ellingsgaard

Kaffi stendur á borðinum, og í kurvini liggja heitir bollar. Elsa fer eftir einum gomlum vesti, sum vermamma hennara í síni tíð broderaði til Jóannes Bónda. Vesturin er úr tunnum, silkilíknandi tilfari og hevur ein ljósabláan lit. Vendir tú honum á ranguna, sært tú, at liturin hevur verið myrkari enn nú. Men vesturin er eini 70 ára gamal, og sum við øllum øðrum, so setir tíðarinnar tonn eisini sítt merki á føroyska tjóðbúnan.
Og tað er júst hetta tíðarinnar merki, ið vit fara at tosa um í hugnaligu stovuni hjá Elsu Patursson. Elsa hevur í fleiri ár seymað, bundið, broderað og tøvt føroysk klæð fyri fólk. Hetta veri seg troyggjur, buksir, vestar ella kot.
Í byrjanini var hetta bert til heimabrúk, men sum árini liðu, so spreiddi slaturin seg eisini. Og í dag eru tey mong í tali, sum heita á Elsu, tá tey hava brúk fyri eini hjálpandi hond.
- Men hetta er bert eitt ítriv. Eg vil ikki hava ov nógv at gera, tí so er tað kki stuttligt meir, leggur hon dent á.

Litirnir eru broyttir
Elsa hevur fingist við tann føroyska tjóðbúnan í so nógv ár, at hon eisini hevur bitið merki í allar tær broytingarnar, ið hendar eru seinastu árini.
Hon minnist aftur á ta tíðina, tá hon enn búði heima hjá mammu síni. Tá var ikki vanligt, at tær ungu genturnar áttu hvør sín búna. Hetta er nú broytt.
- Í dag eigur nærum hvør unglingi sín egna búna. Tað er avgjørt nakað, ið vit eiga at fegnast um, heldur Elsa.
Hon greiðir víðari frá, at ein orsøk til hetta sjálvandi eru tær góðu tíðirnar, sum eru í dag. Men Elsa hevur eisini ein varhuga av, at tey føroysku klæðini eru vorðin eitt slag av móta-fyribrigdi. Í øllum førum millum tey ungu fólkini.
- Hetta sæst eisini aftur á litunum, sum tey ungu velja í dag, greiðir hon frá.
Fyrr vóru nærum allir búnarnir hildnir í reyðum og svørum litum. Einkjumenn lótu seg í ein svartan vest, meðan einkir høvdu ein bláan lit í búnanum.
Í dag sært tú ungdómar bæði í reyðum, bláum, grønum og svørtum. Onkur er enntá so djarvur at fáa sær ein lilla lit, meðan onkur annar hevur blandað sær ljósareytt í búnan.
- Í dag leggja fólk minni í, hvat litirnir veruliga merkja. Tað munnu vera tær fægstu genturnar, sum vita, at ein bláur búni fyrr varð mettur at vera ein einkjubúni, greiðir Elsa frá.
Hon minnist aftur á ein gamlan mammubeiggja hjá henni, sum sigldi úti. Tá hann var heima, lat hann seg altíð í føroysk klæði, og so gekk hann og spákaði eftir gøtunum í vakra búnanum. Sum vanligt var, so hevði hann ein reyðan vest undir troyggjuni. Tað høvdu teir flestu mennirnir tá.
Men krígsárini komu, og úti á sjónum sá mammubeiggin, hvørjar ræðuligar fylgir, eitt kríggj kundi hava. Eftir kríggið lat hann seg ongantíð aftur í tann reyða vestin. Ístaðin lat hann sær seyma ein svartan vest, og hesin vestur gjørdist hansara minnisvarði yvir teir ræðuleikar, hann upplivdi á sjónum.
- Hetta var púra vanligt tá. Ein svartur vestur ímyndaði sorgarleika, eins væl og ein bláur búni gjørdi tað sama, greiðir Elsa frá.

Ongar reglar
Men í veruleikanum finnast ongar reglar fyri, hvussu ein rættur tjóðarbúni sær út. Heldur eru tað vanar og siðir, sum hava fylgt gjøgnum árini, og í dag er nærum alt loyvt.
- Tað er sjálvandi keðiligt, at vit ikki halda fast við teir gomlu siðirnir. Men vit mugu minnast til, at tað er ungdómurin, sum í framtíðini skal bera búnan. Tí mugu tey eisini sjálvi sleppa at ráða fyri, hvussu teirra búni skal síggja út, heldur Elsa.
Hon leggur tó afturat, at einaferð bað ein genta hana um at binda sær eina lilla-littaða troyggju til eitt lilla-littað skjúrt.
- Men har segði eg nei. Í míni verð hóskar lilla seg ikki til ein tjóðarbúna, so troyggjuna mátti gentan fáa onkran annan at binda sær, flennir Elsa
Prátið dettur so spakuliga eisini inn á áhugan hjá mannfólki fyri føroyskum klæðum. Teir eru fleiri í tali, sum hava staðið inni á stovugólvinum hjá Elsu, tá nýggj klæði skulu fáast til vega. Og teir flestu hava eisini eina meining um, hvussu tingini skulu gerast.
- Ja, teir fylgja við. Vit práta um litir, mynstur og eisini um mallirnar. Tað er stak hugaligt at merkja, at teir eisini hava áhuga fyri hesum, flennir Elsa.
Onkuntíð verður nógv prátað um, hvat mynstur skal prýða troyggjuna. Í flestum førum verður okkurt tikið úr føroysku bindibókini, men tað kemur meir enn so fyri, at fólk tekna sítt egna mynstur. Ikki bara til troyggjuna, men eisini til vestin.
Onkur familja hevur eisini okkurt mynstur, sum er gingið í arv gjøgnum fleiri ættarlið.
Elsa fer eftir einum vesti, sum ein ungur maður í Kirkjubø skal hava. Vesturin er reyður, og kanturin er broderaður við einum eyðkendum sterkum gulum liti.
- Hesin guli liturin er rættiliga eyðkendur fyri vestar úr Kirkjubø, greiðir Elsa frá. Hon leggur vestin undir liðini á tí gamla vestinum hjá Jóannes Bónda. Gamli vesturin hevur eisini ein gulan kant, sum tó ikki so sterkur á liti longur. Tíðarinnar tonn hevur enn einaferð sett sítt merkið.
Tíðin hevur eisini gingið hesa lítlu løtuna, vit hava sitið í stovuni hjá Elsu. Arbeiðsdagurin bíðar uttanfyri, og vit takka fyri okkum. Vit hava prátað um føroyska tjóðarbúnan gjøgnum tíðirnar, og sum Elsa sigur:
- Ein veistla gerst altíð stuttligari, um øll eru í føroyskum klæðum. Tjóðarbúnin setur avgjørt ein festligan dám á umhvørvið rundan um okkum.