Treytir fyri eini sunnari fiskidagaskipan

Vit hava í Føroyum eina fiskidagaskipan, eina sonevnda effort skipan. Fyri trolarar verður fiskiorkan máta í longd falda breidd falda dýpi falda fiskidagar og fyri línuskip gjørd upp sum longd falda breidd falda dýpi falda fiskidagar

Til eina og hvørja tíð er sostatt fiskiorkan ásett sum eitt samlað tal, fiskiorkan hjá øllum skipunum løgd saman. Hvørt skip eigur so sín prosentpart av hesi fiskiorku.

Hvat hendur so um eitt skip økir um sína fiskiorku eitt nú setir størri motor í ella verður longt, uttan at henda øking verður keypt frá øðrum skipum við fiskiloyvi.

Fyri at gera roknistykki lættari siga vit at skipini eru 10 í tali og øll eins. Samlaða fiskiorkan er 100%. Hvørt skip eigur tí 10 %. Nú verður eitt skip longt. Vit siga at fiskiorkan hjá hesum skipinum nú verður dupult so stór 20 %, rokna sum omanfyri nevnt. Samlaða fiskiorkan hjá øllum skipum tilsaman verður tí nú 110%. Longda skipið eigur:

Meðan hini skipini nú eiga:

Tað er lætt at síggja hvør er vinnarin og hvør er taparin í hesum leiki. Tí vilja allir nú økja um sína fiskiorku. Ein ósunn kapping er farin í gongd. Hvørjir verða tapararnir. Allir sum eiga skip. Nøgdin, ið kann fáast upp av grunnunum, er frammanundan so stór, sum hon kann gerast. Tí kann samlaða inntøkan ikki gerast størri. Reiðararnir fara at brúka nøgdir av peningi til púrasta einki. Í fyrsta umfari stendur ein reiðari sum vinnari og hinir sum taparar, men í longdini gerast allir taparar.

Spurningurin er so, hvør hevur ábyrgdina fyri at henda øra kapping er farin í gongd? Svarið er púra greitt og kann smíðast fast við sjey tumma seymi: landsins myndugleikar, fiskimálastýrið og løgtingið. Teir gera ikki sína umsitingarskyldu.

Her er stóri munurin ímillum okkara fiskidagskipanin og eina kvotaskipan. Fiskidagaskipanin krevur, at myndugleikarnir hava neyva stýring við fiskiorkuni annars kemur ólag í við kapping um at økja fiskiorkuna, sum ikki gevur nøkrum nakað. Við eini kvotaskipan vil reiðarin altíð optimera sína fiskiorku soleiðis, at hann fær sum mest burturúr.

Tað verður í løtuni tosa nógv um tveir trolarar, sum verða longdir, og mann hoyrir eisini um, at skilaleysa kappingin er farin í gongd, aðrir skulu eisini leingja. Fólk hava hug at ilskast inn á reiðararnar. Men kikarin er stillaður skeivt inn. Tað er ikki reiðararnar, vit skulu ilskast inn á. Teir verða allir tapararnir í hesum sorgarleiki og seinni alt samfelagið, sum tað er. Tað eru landsins myndugleikar sum mugu verða sína umsitingaruppgávu vaksnir og syrgja fyri, at eingin reiðari ókeypis kann økja um sína fiskiorku. Skal fiskiorkan økjast, má tað kosta, teir mugu keypa hana frá øðrum.

Landsins myndugleikar hava hug til at gera hetta við at umsita fiskiorkuna trupult. Tað er tað ikki. Tað er bert, tá ið onkur ókeypis broytir uppá longd, breidd, dýpi ella hestakraft, teir skulu verða úti við koyrlinum.

Vónandi fáa landsins myndugleikar skjótt greitt hetta mál. Tað er avgjørt einki at bíða við. Øll bløða.

Eitt annað er, at um inntøkan skal gerast so stór sum gjørligt hjá fiskivinnuni er neyðugt hjá landsins myndugleikum hvørt ár at minka um fiskiorkuna svarandi til produktivitetsøkingina í árinum. Ikki er lætt at rokna út hvussu stór hetta tal er, men tað skal helst vera eini 5%, so fiskidagarnir skulu minkast við hesum talið hvørt ár.

Eisini í hesum føri er tað bert landsins myndugleikar sum kunnu minka um veiðiorkuna. Skipini verða noydd at brúka allar sínar fiskidagar, tí tað gera hini. So sjálvt um eitt skip, sum í fjør fiskaði í 100 fiskidagar, kundi fiska tað sama í 95 dagar í ár, so verður tað noytt at vera úti og brúka olju og reiðskap og slíta seg upp til onga nyttu, tí tað gera hini skipini eisini. Vit kundu eisini her sett eitt tilsvarandi roknistykki upp, sum tað ovast.

So Fiskimálaráð og Løgting geri tykkara skyldu.