tykjast, sum um svimjararnir í Havn hava sera góðar venjingarumstøður, men so er ikki. Svimjihøllin er stór og góð, men tað er trupult hjá Havnar Svimjifelag at fáa alla høllina til venjing um dagarnar, tí [...] Av tí at umstøðurnar um dagin til svimjivenjingar ikki eru so góðar, hava morgunvenjingarnar hjá Havnar Svimjifelag ómetaliga stóran týdning fyri svimjararnar. Einar 2-3 ferðir um vikuna fara ungu kempurnar [...] og tey hava nokk so fitt av skúlatingum, sum skulu gerast. Spurdur um, hvussu hann fær tíðina at røkka, sigur Bogi, at tað ræður um at duga at tilrættisleggja sær tíðina. Hvør fríløta fer til skúlating
festibóndi við einbýttum haga, og hesin fær kanska eini 120 lomb um árið. - Tað, sum jørðin gevur, kann bara vera nakað, sum kemur aftrat, tí fáur - um enn nakar - kann liva av seyðahaldi í Føroyum. Steinbjørn [...] eystaneftir, og tað verður mjørki í høvuðsstaðarøkinum, sum tað ofta kann vera á eysturætt um summarið, streymar fólk norður higar at sóla sær. Tað er ofta heilar familjur, sum vitja í Tjørnuvík. Sandurin er eitt [...] 73 ára gamli, Steinbjørn Magnussen, er tjørnuvíkingur um ein háls. Bæði foreldrini vóru úr Tjørnuvík, og her hevur hann altíð búð. Tjørnuvík er lítil og gomul bygd, og her búleikast eini 40-50 fólk, flestu
okkum í hug. Tí hví skal idylliski jólastemningurin oyðileggjast, júst nú meðan vit hava tað so hugnaligt? Hvør tímir at spilla romantisku jólini við hugsanini um, at meginparturin av teimum vørum [...] tslu okkara einaferð um árið er sannleikin ikki so hugnaligur. Handan ovurnýtsluna kemur ein veruleiki til sjóndar, sum vit ikki vilja kennast við. Sum vit ikki brýggja okkum um. Og sum vit royna at [...] og útnyttaðum arbeiðarum í láglønarøkjum? Hvør tímir at tosa um órættvís arbeiðsmarknaðar- og framleiðsluviðurskifti í triðja heiminum? Um lítlar og útsvøltaðar kroppar nakrar túsund kilometrar burturi
hond. Mamma var altíð klár at koma suður at hjálpa, tá ið børnini vóru sjúk - um tað so var tíðliga ella seint. Visti hon t.d. um kvøldið, at børnini vóru sjúk, ja, so kom hon suður í fyrstu rutu morgunin [...] og tú tey. Bara við at vera tann tú vart, skapti tú henda serliga hugnan rundan um teg –altíð í tí stilla. Tú hoyrdi til, um tað so var føðingardagur, ella hvat tað so var. Umsorgan tín fevndi tó nógv longri [...] Góða mamma, tað kennist mær ómetaliga tungt at sita her og skriva nøkur minningarorð um teg, ið brádliga og óvæntað - uttan langa sjúkralegu - legði árarnar inn. Tað er óskiljandi. Saknurin er bara so
til hesa kapping at koma londum í norðuratlantshøvum tilgóðar. Kappingin er at kalla spildurnýggj og varð á fyrsta sinni spæld í Reykjavík í fjør. Í ár var Føroyar vertur, og kappingin var – sum ein [...] meðan hon í blandaðum tvímansleiki spældi saman við Fróða Fríðason Jensen. Hon megnaði at vinna saman við báðum tveimum, og var hon eisini helst avgerandi leikarin í báðum tveimum. Munurin er tann, at [...] kvinnur á høgum støði, meðan Henrietta – sum varð funnin uttanlands við ætt úr Føroyum – breiðkar munandi um føroyska kvinnuhópin. Sannførandi einmansleikur Í einmansleiki hjá kvinnum gjørdi heldur
1967-1972 á ymsum teknistovum í Keypmannahavn. Í 1969 vann hann norðurlendsku arkitektakappingina um Tinganes, henda gamla býarpartin, sum var um reppi at blíva javnaður við jørðina og endurbygdur eins og [...] menniskja var á bestan hátt heiðraður á Landsbókasavninum við fullsettum skála sjálvan ársdagin. Skal mann meta um mannin Gunnar sum menniskja, kemur mann skjótt eftir, at hann er sum sangurin [...] vert at nevna skaldsøguna “Undir suðurstjørnum”, sum er eitt høvuðsverk í føroyskari skaldsøgulist og eitt verk, sum ikki smæðist burtur ímillum heimsbókmentir, og sum heimskendi enski rit
teimum fiskavørum, sum virkið útflytir, fara við farmaskipum av Tvøroyri, og restin fer so við SSL norður um fjørðin. Alt slógv fer, sum nú er, til Havsbrún í Fuglafirði, men sum flestum kunnugt verður eisini [...] ætlanin um eitt uppsjóvarvirki á Tvøroyri fyrstu ferð kom uppá tal. - Tað vóru fleiri kommunur, sum vildu hava virkið, og tað vóru eisini aðrar havnir, sum bjóðaðu seg fram. Hann vísir á, at um hetta mundið [...] meira støðugt arbeiði. - Í samlaðu verkætlanini eru eisini ætlanir um at brúka feskasta fiskin til surimi. Borgarstjórin fegnast um, at verkætlanin kemur at merkja, at øll rávøran – og eisini avskurur
enn at royna at bjarga skipinum. Í mínari verð átti vit í fyrstu syftu at hugsa um tað umhvørvisliga, áðrenn vit hugsaðu um tað materiella. Eingin ivi Hann heldur, at soleiðis sum støðan broyttist eftir [...] altíð lætt at vera eftirklókur og meta um, hvat átti at verið gjørt, men vit, sum varða av kommununum og økjunum við Skálafjørðin og Sundalagið, vóru ongantíð í iva um, at skipið ikki mátti fara til botns [...] Sonni. At vera eftirklókur Tilbúgvingin hevur eisini víst á vandan fyri fólkinum, um skipið misti stabilitetin og koppaði, um oljan hevði verið tikin úr skipinum. - Nú hevði Olshana sjálvandi fleiri tangar
og tí mundi tað vera, at omanfyri nevndi helt fyri, at um onkur hevði havt sett einar hundrað túsund krónur upp á spæl til liðini at dystast um, so hevði intensiteturin ivaleyst verið, sum hann plagdi [...] og eisini var talan um hendinga spennandi stevnudystir. Á Norðoyastevnu í 1964 høvdu lærararnir í Klaksvíkar skúla, sum hann tá varð nevndur, sett steyp út til KÍ og HB at kappast um á stevnuni. Úrslitið [...] fleiri ferðir um dagin bar til at síggja feløg, lið og spælarar av fremsta slag kring allan heimin royna seg á skíggjanum í stovuni. B36 hevði boðið týska felagnum Lübeck henda vegin. Talan var um semiprofessionelt
gamla, hann fylgir væl við í øllum, sum hendir rundan um hann, hann blandar seg uppí, tá vit tosa um nýggja suðuroyarskipið og fær nærum sannført okkum um, at ein undirsjóvartunnil hevði verið tað allarbesta [...] »Lívið er ofta baldrut« svarar abbi mær, tá eg spyrji hvat hann hugsar um, nú tá enn eitt ár er við at fara aftur um bak, »tað, sum ræður um, er at halda kósina«, »og ert tú nøgdur abbi«? Hann nikkar, hugsar [...] við, var Smyril. Tá vit stóðu rundan um opnu kistuna segði ein abbasonur, at hetta, at ein dagur var lagdur aftrat teimum 87 árunum, var ein áminning frá tí gamla um at lívið er givið okkum í smáum verðum