Dansurin um gullkálvin, skammið okkum!

Heini í Skorini

So er niðurteljingin av álvara farin í gongd. Í harðari kapprenning við tíðina roynir hvør at bjarga sær sum frægast og fáa tær seinastu jólagávurnar undir land. Allastaðni er myndin tann sama. Strongda fólkamongdin, ovurfyltu innkeypsposarnir, støðugt fjarandi pengapungurin og slitnu VISA-kortini.

Sjálvur mangli eg bert eina jólagávu. Eg fari inn í ein klædnahandil og fái eyga á eina blusu, sum hongur á vegginum og bíðar eftir at verða skrødd niður og ballað inn í glitrandi gávupappír. Eg royni at steðga eitt av starvsfólkunum, men í dag eru ikki stundir til persónliga ráðgeving. Minst hundrað onnur hava sama endamál sum eg.

Ná, so er ikki annað at gera enn at taka sakina í egnar hendur. Eg taki blusuna niður og hyggi at henni. 100% polyester. Small. Made in Honduras, stendur at lesa á lítla merkislepanum innanfyri hálsin á blusuni. Eg skundi mær at taka hana undir armin, stilli meg í longu røðina, gjaldi 350 krónur við diskin og sleppi mær út aftur í kuldan.

Made in Honduras. Á veg heim vil setningurin ikki sleppa mær. Alt ruggar ikki heilt rætt. Ein ófrættakend kensla liggur og lúrir. Og áðrenn eg havi fingið stundir at skúgva tankarnir til viks, situr hon frammanfyri mær. Lítla gentan við stóru brúnu eygunum, døkku húðini, feittuta hárinum, tóma andlitsbráðnum og slitnu klæðunum. Hon situr á einum krakki og seymar í einum myrkum og skirvisligum høli millum aðrar tigandi javnaldrar, sum eisini gera sítt arbeiði. Sólargeislarnir treingja inn ímillum ótøttu timburveggirnar, og alskyns flogkykt surra kring rúmið. Uttan at eg veit tað við vissu, giti eg mær til, at hon er ein av teimum mongu børnunum í triðja heiminum, sum fyri nærum onga løn og í út av lagi vánaligum umstøðum situr og arbeiðir. Hon er kanska ein av teimum 25 milliónir íbúgvunum úr menningarlondunum, sum fyri 29 cent um tím­an og 16 tíma langan ar­beiðs­dag situr í onkrari frí­handilszonu og framleiðir vørur fyri risafyritøkur sum Nike, Adidas, Disney, Shell, Micorosoft og Dressman.

Hóast árliga jólaveitslan gerst størri og størri hvørt ár, er tað eingin, sum spyr, hvaðani glitrandi pakk­­arnir undir pyntaðu jóla­trøunum koma. Veru­leik­in er, at handan heilagu væl­ferðarveitslu okkara einaferð um árið er sannleikin ikki so hugnaligur. Handan ovur­nýtsluna kemur ein veruleiki til sjóndar, sum vit ikki vilja kennast við. Sum vit ikki brýggja okkum um. Og sum vit royna at fortreingja, hvørjaferð hann rennur okk­um í hug.

Tí hví skal idylliski jóla­stem­ningurin oyðileggjast, júst nú meðan vit hava tað so hugnaligt? Hvør tím­ir at spilla romantisku jól­ini við hugsanini um, at meg­in­parturin av teim­um vørum, vit keypa í de­sember mánaði, verða fram­leiddar í fjarskotnum londum av undirbetaltum og útnyttaðum arbeiðarum í láglønarøkjum? Hvør tím­ir at tosa um órættvís arbeiðsmarknaðar- og framleiðsluviðurskifti í triðja heiminum? Um lítlar og útsvøltaðar kroppar nakrar túsund kilometrar burturi, hvørs einasta uppgáva er at nøkta endaleysa tørv okkara á fleiri, størri og dýrari vørum? Hvørs einasta uppgáva er at halda lív í eini groteskari vælferðarveitslu, sum hvørt ár skolar inn yvir allan vesturheimin sum ein onnur tsunami? Nei, so er betri at skúgva tankarnar til síðis og halda jól í friði og náðum.

Sannleikin er, at eingin høgtíð illustrerar so meistarliga essensin í okkara mentan, sum jólini gera tað. Eingin kulturkritikkur er hvassari og meiri beinrakin enn tað scenariið, vit hvørt ár eru vitni til í desember mánaði. Tí samstundis sum jólini eru tíðin, tá familjur savnast, tá útisetar leita sær heimaftur á klettarnar, tá vit gleða hvønn annan við jólagávum, tá vit fáa góð­an mat, tá jólatónleikurin ljómar í útvarpinum, tá eingl­arnir koma upp at hanga, og tá vit fara í kirkju ella á møti at minnast lítla Jesus-barnið, so eru jólini eisini søgan um eina eirindaleysa materialismu og ábyrgdarleysa ovurnýtslu, sum hvørt ár stingur sítt ræð­andi andlit til sjónd­ar og tekur samfullar borg­arar til gísla. Tann hugna­liga og friðsæla høg­tíðin líkist alt meiri eini kollek­tivari epi­demi, eini men­talari flóðaldu, sum bert tey allar fægstu sleppa undan. Mammon er stóri sigursharrin, og 24. desember liggja glitrandi pakkarnir undir jólatrænum. Ein stór og óskiljandi and­søgn.

Og alt hetta gildið fer fram, meðan heimurin uttan fyri smørholið í Norður­atlantshavi skríggjar eftir hjálp. Fleiri hundraðtúsund jarðskjálvtaoffur sita í hesi løtu í fjøllunum í Pakistan uttan hús og heim og bíða eftir einum eirindaleysum vetri, sum fer at súgva lív­ið úr meginpartinum av harðføru fjallabúgvunum, tí VIT ikki hava sent nóg mikið av peningi. Fleiri hundraðtúsund offur í Banda Aceh í Suðureysturasia hava framvegis einki heim eftir tsunami flóðalduna fyri einum ári síðani, tí VIT høvdu eini jól at fíggja. Tíggju ára gamlar gentur sita framvegis og framleiða vørur í Bangladesh undir óvirðiligum umstøðum, tí VIT fullkomiliga ókritisk halda á at keypa vørurnar uttan at seta spurnartekin við upprunan hjá hesum somu vørum. Ein mamma situr framvegis við fýra smábørnum undir ein­um dryppandi strá­taki í eini flóttalegu í Dar­fur, tí vesturlendsku stjórnar­leið­ararnir ikki hava sent tann stuðul og ta hjálp, teir í fleiri mánaðir nú hava givið lyfti um.

Jólini eru tíverri eisini vorðin søgan um, hvussu órættvísin verður reproduserað. Hvussu vit vesturlendingar góðtaka óndskapin, so leingi hann ikki rakar okkum. Hvussu vit hava vent solidaritetinum, ábyrgdarkensluni og sam­vitskuni bakið. Hvussu vit hava viskað út munin millum rætt og skeivt, gott og ónt, sannleika og lygn.

Og undir pyntaðu jóla­­trøu­num inni í upp­skrýddu stovum okkara liggja skín­andi vøkru pakkarnir. Longri burturi er óndskapurin ikki. Órættvísin er komin inn í okkara egnu stovur. Jóla­pakk­arnir eru heilsanir til okkum frá teimum, sum hava framleitt okkara gildi. Gleðilig jól. Heilsan Triði Heimurin kundi staðið á gávupappírinum. Pakkarnir, sum hvør í sær umboða syrgi­ligar mannalagnur hjá milliónum av menniskjum. Menniskju, sum eru í tap­andi partinum í hálovaðu globaliseringini. Hesi liv­andi arbeiðsamboðini, sum hava fingið oyruni føst í kapitalistisku fram­leiðslu­maskinuna.

Og sum um hetta ikki var nóg mikið, kryddrað vit jólini við nøkrum guds­tænastum og møtum og billa okkum inn, at vit há­tíðarhalda føðingina hjá einum ungum fátækum uppreistrarmanni, sum fyri 2000 árum síðani gekk niðri í Miðeystri og hjálpti teimum fátæku, veiku, útihýstu og niðurundirkomnu. Gævið vit í størri mun gjørdu tað sama. Men í staðin heldur dansurin um gullkálvin fram.