Flýtur 14 tímar um vikuna

Bogi Lenvig, sum verður 17 ár í morgin, er ein av okkara allarfremstu svimjarum. Hvørja viku nýtir hann einar 14 tímar til svimjing

Tá ið Oyggjaleikir standa á skránni, er tað ofta so, at svimjingin er tann kappingargrein, har føroyingar vinna flest heiðursmerkir. At hetta ikki er av tilvild, vísa venjingarhagtølini hjá okkara fremstu svimjarum.

Ein tann evnaríkasti svimjarin, ið føroyingar eiga, er Bogi Lenvig. Yngd hitti Boga á heimasjógvi í Svimjihøllini í Havn eitt frostkent hóskvøld í november.


Byrjaði sum 6 ára gamal í Hesti

Tá ið Bogi, íklæddur ein T-troyggju og stuttar brøkur, hevur sessast yvir av mær í kafeterianum í svimjihøllini, seti eg honum fyrsta spurningin, - nær hann byrjaði at svimja.

Bogi greiðir frá, at hann flutti út í Hest, tá ið hann var eini fimm ára gamal, og nakað seinni var eisini svimjifelagið har úti, Magnus, sett á stovn. Tað var nakað, ið børnunum í Hesti dámdu væl, eisini Boga, sum, síðani hann byrjaði at svimja sum 6 ára gamal, hevði umboðað Havnar Svimjifelag í svimjikappingum.

Tey næstu árini fekk svimjifelagið Magnus sera góð úrslit, og Bogi var helst tann, sum fekk flestu heiðursmerkini út í oynna, men eisini systurin og onnur børn í Hesti stóðu seg væl í svimjikappingum kring landið.

Venjingarumstøðurnar í Hesti vóru góðar, tí tað bar altíð til at sleppa í hylin at svimja, tá ið ein hevði hug til tess. Tó var og er tað eitt minus, at hylurin í oynni bert er 16 2/3 metrar til longdar, tí hetta ger, at um tey til dømis venja 100 metrar frí, so hava tey fimm vendingar í mun til tríggjar í einum vanligum 25 metra hyli, sum tann í Havn.


Flutti aftur til Havnar

Tá ið Bogi var 12 ára gamal flutti hann aftur til Havnar. Hann fór at venja dagliga við Havnar Svimjifelag, bæði morgun og kvøld, og úrslitini hjá honum gjørdust betur og betur, og á vegginum í kamarinum heima við hús fyltist tað bara við heiðursmerkjum.

Tey, sum vitja Boga heima við hús, vilja verða við, at tann eini veggurin í kamarinum er næstan ikki sjónligur, tí at hann er fjaldur undir hundraðtals heiðursmerkjum, men hetta vil Bogi tó ikki heilt taka undir við. Men leysliga mett viðgongur Bogi, at talan er um eini 100 heiðursmerkir, sum prýða veggin í kamari hansara.

Hagtølini hjá Boga Lenvig siga, at hann sum ungdómssvimjari hevur vunnið eini 30 føroyameistaraheitir, og sum seniorur hevur hann higartil vunnið 6 føroyameistaraheitir.


Umstøðurnar í Havn ikki góðar

Hjá okkum, sum ikki eru so væl kend innan svimjingina í Havn, man tað tykjast, sum um svimjararnir í Havn hava sera góðar venjingarumstøður, men so er ikki. Svimjihøllin er stór og góð, men tað er trupult hjá Havnar Svimjifelag at fáa alla høllina til venjing um dagarnar, tí at hon skal jú eisini verða opin fyri almenninginum.

Hetta kvøldið Yngd hitti Boga í svimjihøllini, vóru tey einir 15 svimjarar til venjingar, og høvdu tey bert tvær geilar at venja í, og tað er greitt, at tá gerst tað alt ov trongt á geilunum til veruliga venjing.


Svimja klokkan fimm á morgni

Av tí at umstøðurnar um dagin til svimjivenjingar ikki eru so góðar, hava morgunvenjingarnar hjá Havnar Svimjifelag ómetaliga stóran týdning fyri svimjararnar.

Einar 2-3 ferðir um vikuna fara ungu kempurnar í hylin klokkan fimm á morgni, meðan vit onnur liggja langt undir dýnuni og droyma um bæði líkt og ólíkt.

Bogi greiðir frá, at tá ið morgunvenjing er, kemur hann úr songini umleið klokkan fýra á morgni, men hetta krevur so eisini, at hann fer í song umleið klokkan átta á kvøldi.

Hvørt vikuskifti verður eisini vant, og tá hava svimjararnir høllina fyri seg sjálvar, so tá verður veruligani drivið á við venjingini.


Bara svimjing og skúli

Sum áður nevnt, so nýta okkara fremstu svimjarar ómetaliga nógvar tímar hvørja viku til venjing. Bogi Lenvig sigur, at hann í miðal svimur einar 14 tímar um vikuna, og haraftrat koma so einir 6 tímar við eitt nú styrkisvenjing og øðrum í sambandi við svimjingina, so at samlaða vikutímatalið, sum verður nýtt til svimjing, er einir 20 tímar.

Hetta er strævið, tá ið man samstundis er skúlanæmingur og hevur skúlating. Bogi gongur í løtuni í 1.g. á matematisku deild í Hoydølum, og tey hava nokk so fitt av skúlatingum, sum skulu gerast.

Spurdur um, hvussu hann fær tíðina at røkka, sigur Bogi, at tað ræður um at duga at tilrættisleggja sær tíðina. Hvør fríløta fer til skúlating, og í vikuskiftinum eru tað rapportir, stílar og líknandi, sum standa á skránni.

At lítil og eingin tíð er til býarlív, er eyðsæð. Bogi sigur, at hann er næstan aldrin í býnum, men tá ið svimjararnir so hava summarfrí, so eru tey í býnum so at siga hvørt kvøld.

Onkur heldur óivað Boga verða øran, tí at hann vil nýta so nógva tíð til svimjingina, men til hettar svarar Bogi, at tá ið man fær góð úrslit, so er hugurin eisini góður.


Svimjingin á veg fram

Tað er einki yvir at dylja, at svimjingin í Føroyum er á veg fram. Í fjør tvífaldaðist limatalið í Havnar Svimjifelag, og alsamt fleiri fara undir miðvísa svimjivenjing.

Hví so er, er ilt at siga, men Bogi nevnir, at seinnu árini hava fjølmiðlarnir sýnt svimjingini nógv størri ans, og saman við góðu úrslitunum, sum føroyskir svimjarar hava á Oyggjaleikum, so er hetta gott PR fyri føroyska svimjing.

Sjónvarpið hevur seinastu árini sent beinleiðis frá FM í svimjing, og svimjing er eisini ein áskoðaravinarligur ítróttur, har ein sjáldan situr og keðir seg.


Svam eitt ár í Danmark

Seinasta skúlaár búleikaðist

Bogi í Danmark, har hann tók 10. flokk. Meðan hann var í Danmark, vandi hann við felagnum S68 úr Hjørring, sum er størsta svimjifelagið í Norður-Jútlandi.

Hetta var ógvuliga læruríkt, sigur fyrikomandi unglingurin og leggur aftrat, at har var nógv meiri ferð á venjingini í mun til í Føroyum.

Til dømis vóru tveir danskir A-landsliðssvimjarar í felagnum.

At venja saman við slíkum er eitt satt upplivilsi, sigur Bogi.

At Bogi møguliga aftur fer út um landoddarnar at svimja er ikki óhugsandi, men fyrst ætlar hann sær so at gera skúlan lidnan, áðrenn hann fer nakran veg.


Málini

Hvørji eru so stóru málini hjá einum ungum evnaríkum svimjara sum Boga Lenvig? Sjálvur sigur Bogi, at størsta málið er at vinna gull á Oyggjaleikunum. Bogi hevur longu tikið lut í Oyggjaleikum, og hevur hann eisini vunnið okkurt heiðursmerki.

Í næsta mánaða fer Bogi saman við øðrum ungum svimjarum til Ålborg at taka lut í Norðurlandameistarakappingini fyri juniorar.

Bestu vónirnar til at vinna nakað í hesum báðum kappingum hevur Bogi í kappingargreinunum 400 og 1500 metrar frísvimjing, sum hann vanligani stendur seg best í.

Yngd ynskir Boga Lenvig og øllum hinum svimjarunum góða eydnu í komandi kappingum