Um vikuskiftið hava tilsamans 30 luttakarar luttikið í Arctic Open, sum er ein árliga afturvendandi borðtenniskapping ímillum Føroyar, Jútland, Ísland, Grønland og Hetland, sum hava tikið stig til hesa kapping at koma londum í norðuratlantshøvum tilgóðar.
Kappingin er at kalla spildurnýggj og varð á fyrsta sinni spæld í Reykjavík í fjør. Í ár var Føroyar vertur, og kappingin var – sum ein av fyrireikarunum tók til undan kappingini – ein frálíkur møguleiki at venja seg við at fyriskipa til einar møguligar oyggjaleikir í 2019.
Hetta var fyrsta kapping í Føroyum við fleiri útlendskum londum síðani oyggjaleikirnar fyri 25 árum síðani. Luttakarar hesaferð vóru Føroyar, Ísland og Grønland.
Spælt varð í høllini á Hálsi Dýra biðidag, leygardagin og sunnudagin.
Henrietta tók alt
20 ára gamla Henrietta Nielsen, sum er uppvaksin í Fuglafirði, men er búsitandi í Týsklandi, var komin heim til Føroya at luttaka í Arctic Open. Hon avrikaði væl í fyrstu kappingini í Reykjavík í fjør, har hon vann gull í einmansleiki og í blandaðum tvímansleiki saman við Halli Thorsteinsson.
Hesaferð gekst enn betur hjá henni. Í fyrsta lagi vann hon liðkappingina saman við Duritu Fríðadóttir Jensen og Onnu Mikkjalsdóttir. Tær vunnu á bæði Íslandi og Grønlandi.
Í tvímansleiki spældi hon saman við Duritu Fríðadóttir Jensen, meðan hon í blandaðum tvímansleiki spældi saman við Fróða Fríðason Jensen. Hon megnaði at vinna saman við báðum tveimum, og var hon eisini helst avgerandi leikarin í báðum tveimum. Munurin er tann, at hini londini hava ilt við at hava fleiri kvinnur á høgum støði, meðan Henrietta – sum varð funnin uttanlands við ætt úr Føroyum – breiðkar munandi um føroyska kvinnuhópin.
Sannførandi einmansleikur
Í einmansleiki hjá kvinnum gjørdi heldur eingin nakað sum helst við Henriettu Nielsen. Hon gjørdi ikki matari enn at vinna alla kappingina uttan at tapa eitt einasta sett. Í finaluni hitti hon Sivertsoq Gærtner, og hóast tað gjørdist tætt í onkrum setti, so vísti Henrietta sítt frálíka støði og avgjørdi at enda øll settini. Hon vann sannførandi 4-0 í settum.
Henrietta Nielsen spælir fyri Flensburg TSB í Týsklandi, har hon bæði venur nógv og spælir nógvar kappingar. Hetta hevur ført til, at hon hevur hækkað støðið munandi seinastu tíðina og serliga er frammarliga at spæla við skrúvu, sum annars plagar at vera ein trupulleiki hjá kvinnum.
Magnús
endurvann gullið
Magnús K. Magnússon vann í fjør gull í einmansleiki hjá monnum. Tað gjørdi hann í rímiliga góðum stíli, hóast hann í fjórðingsfinaluni var um reppið at tapa ímóti Halli Thorsteinsson, sum hevði tríggjar dystarbóltar.
Magnús venur fimm ferðir um vikuna og má sigast at vera stinnasti leikarin í londunum, sum luttaka í hesi kappingini. Hann var tískil favorittur at endurvinna gullið.
Lættliga spældi hann seg víðari úr bólkaspælinum, og í fjórðingsfinaluni, hálvfinaluni og finaluni gjørdi hann av álvara bart. Hann vann allar dystirnar 4-0. Í finaluni vann hann ímóti Aqqalu Nielsen úr Grønlandi, sum hevði eina frálíka kapping, men tóktist útkoyrdur í finaluni ímóti einum ógvuliga væl uppløgdum Magnús.
Fróði F. Jensen tapti hálvfinala ímóti Aqqalu Nielsen 1-4 og fekk harvið bronsu.
Tríggir
føroyingar víðari
Í einamansleiki hjá monnum, sum í luttakaratali var størsta kappingin í Arctic Open, og í ein mun eisini besta kappingin í mun til støðið, stóðu føroyingarnir seg væl í bólkaspælinum. Tríggir av teimum spældu seg nevniliga víðari.
Heldur óheppið var tað, at Peter H. Nicalasen og Fróði F. Jensen hittust í hálvfinaluni. Hetta merkti, at annar mátti rúka, men hinvegin merkti tað eisini, at føroyingar vóru tryggjaðir ein luttakara í hálvfinaluni. Ímillum Fróða og Peter, sum var ein endurtøka av FM-finaluni, stóð Fróði seg aftur best og vann. Hallur Thorsteinsson var eisini óheppin og hitti favorittin Magnús K. Magnússon, har hann tapti greitt 0-4.
Í hálvfinluni taptu Fróði F. Jensen sum kunnugt ímóti Aqqalu Nielsen, og var tískil eingin føroyingur við í finaluni í einmansleiki hjá monnum.
Grønland
bergtók sum lið
Í liðkappingini hjá monnum var Ísland við Magnús K. Magnússyni á odda favorittur at vinna kappingina, men tað vísti seg, at Grønland hevur tikið seg ógvuliga nógv fram. Somikið nógv, at teir vunnu kappingina. Grønland endaði í fjør á 4. plássi í liðkappingini, men við einum álopskendum liði megnaðu teir at taka øll á bóli og vinna liðkappingina, har spælt var best út av fimm dystum ímillum teir tríggjar leikararnar, ið vórðu útvaldir at umboða landslið sítt.
Føroyar og Ísland høvdu somikið breiðan hóp, at tey høvdu tvey lið í kappingini. Bestu liðini hjá Føroyum og Íslandi hittust í avgerandi dysti um at spæla seg til silvurið, og í hesum dysti stóðu íslendarar seg betur og vunnu 3-1, soleiðis at Føroyar vann bronsuna.
Føroyar besta kvinnuliðið
Føroyska kvinnulandsliðið, sum er umboðað av Henriettu Nielsen, Duritu F. Jensen og Onnu Mikkjalsdóttir, var júst afturkomið úr HM í Tokyo og var tískil í sera góðari dystarvenjing til hesa kappingina. Tað vístu tær við at leggja bæði Ísland og Grønland aftur um seg og vinna liðkappingina.
Fyrsti leikari føroyinga var Henrietta Nielsen, sum enn einaferð var essið og vann allar dystir sínar. Hetta lætti um hjá 16 ára gomlu Onnu Mikkjalsdóttir og 15 ára gomlu Duritu F. Jensen, sum vístu gott spæl og enn eru við fyri at vinna sær góðar royndir.
Komið at vera
Samstarvið ímillum londini, sum vegna landafrøðiligu vansarnar hava ilt við at fáa útlendska mótstøðu í borðtennis, tykist at vera komið fyri at vera. Kappingin hevur tænt endamálinum væl og hevur verið ógvuliga væl móttikin frá øllum pørtum.
Ísland var vertur fyri fyrstu Arctic Open í fjør, meðan Føroyar síðani tóku sær av kappingini í ár. Ætlanin er, at Grønland verður fyriskipari næsta ár.
Umframt at hesi lond eru í somu støðu, so eru tey ítróttarliga eisini á jøvnum støði. Hetta førdi við sær, at tað í kappingini um vikuskiftið vóru ógvuliga nógvir javnir og spennandi dystir, og kastaði hetta eisini bara gott av sær ímillum nevndarlimir úr teimum luttakandi londunum, sum allir høvdu sína vón um, at Arctic Open er komin fyri at vera.
- - -
Úrslit
Arctic Open 2014:
Einmansleikur, menn:
1. Magnús K. Magnússon, Ísland
2. Aqqalu Nielsen, Grønland
Einmansleikur, kvinnur:
1. Henrietta Nielsen, Føroyar
2. Sivertsoq Gærtner, Grønland
Tvímansleikur, menn:
1. Magnús K. Magnússon/Gunnar S. Ragnarsson, Ísland
2. Aqqalu Nielsen/Ivik Nielsen, Grønland
Tvímansleikur, kvinnur:
1. Henrietta Nielsen/Durita F. Jensen, Føroyar
2. Kolfinna Bjarnadóttir / Sigrún E. Thomasdóttir, Ísland
Blandaður tvímansleikur:
1. Fróði F. Jensen/Henrietta Nielsen, Føroyar
2. Julius Anike/Sivertsoq Gærtner, Grønland
Liðkapping, menn:
1. Grønland
2. Ísland 1
3. Føroyar 1
4. Ísland 2
5. Føroyar 2
Liðkapping, kvinnur:
1. Føroyar
2. Ísland
3. Grønland