Gunnar Hoydal á 70 ára degnum 12.09.2011

... nem við meg nert ikki við ...

Arkitekturin, kveikjarin og fjølbroytta menniskja var á bestan hátt heiðraður á Lands­­­bóka­savninum við full­­­­sett­um skála sjálvan árs­­dagin.
Skal mann meta um mann­in Gunnar sum menniskja, kem­ur mann skjótt eftir, at hann er sum sangurin hann yrkti, Aldan “.....nem við meg nert ikki við” tí hann er bæði ekstroversur og introversur alt ísenn – nem við meg......
Gunnar gjørdi tíðliga vart við seg sum skrivandi per­­­sónur, og minnast vit ferða­brøvini hann skrivaði heim frá ferðum, eitt nú frá einum túri í Norðurnoreg og Sverri Egholm (minnist meg rætt) læs frálíku ferðafrásøgnina upp í útvarpinum.
Síðani hevur hann skrivað skaldsøgur, yrkingar, sangir, sangleik, listabøkur, umsett m.a. Harry Potter o.m.a.
Helst ongin føroyingur spennir so víða sum Gunnar – jú kanska William Heinesen – hesir báðir.
Tað er vert at nevna skald­­søguna “Undir suður­stjørn­um”, sum er eitt høv­uðs­verk í føroyskari skald­­søgu­­list og eitt verk, sum ikki smæð­ist burtur ímill­um heims­bók­mentir, og sum heimskendi enski rithøvundurin Fay Wel­­don instillaði til ta í angel­­saksiskum høpi størstu skald­søguvirðislønina.
Av virðislønum hevur hann m.a. fingið:
Virðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 1982
Mentanarvirðisløn Land­sins 2002
Og Aldan – hon er blivin fólkaogn eins og Kalli Kat hjá Kára Petersen – okkara Bob Dylan.
Gunnar tók prógv í 1967 sum arkitektur á arki­tekta­skúlanum á danska Kunst­akademinum, og var eitt skifti í summarfrítíðini undir lestri á teknistovuni hjá Palla Gregoriussen í Havn. Hann arbeiddi árini 1967-1972 á ymsum teknistovum í Keyp­mannahavn.
Í 1969 vann hann norður­lendsku arkitektakappingina um Tinganes, henda gamla býarpartin, sum var um reppi at blíva javnaður við jørðina og endurbygdur eins og byir í provinsuni í Danmark, tað var æt­l­an­in.
Í 1972 verður Gunnar sett­ur sum býararkitektur í Havn, og her kann sigast, at hann hevur sett spor eftir seg, ja, tað kann sigast, at hann bjargaði Tinganesi, so vit í dag kunnu fegnast um, at eiga tað gomlu Havnina næstan inntakta, við húsum heilt aftur í miðøld, og eg yvist ikki í, um fornfrøðiligar kanningar og útgravingar verða gjørdar har, vilja vit finna víkingatíðina har eis­ini.
Fyri okkum í felagnum og sum einstaklingum, hev­ur Gunnar havt stóran týdn­ing sum býararkitektur og byggi­fulltrúi við sínum nærlagni og ósvitandi integriteti, har eitt orð var eitt orð og ein maður ein maður.
Og sum býarplanleggjari er hann tann persónurin, sum hevur sett stórsta fingra­merkið á býin.
Hann er einastandandi at tolka tann føroyska sam­leikan í tí mannaskapta, og dugir væl at síggja og um­skapa og samansjóða tað gamla søgubundna við tað nýggja skapandi, sum altíð liggur í tíðini.
Tann nýggja almenna byggisamtyktin, sum Gunnar skipaði fyri, og sum kom í 1972, hevur hjálpt til at fáa skilagott skap á býin.
Hendan byggisamtyktin fall nógvum fyri bróstið, tí fólk skiltu ikki, hví tey ikki máttu byggja sum tey vildu inni á egnum stykki, og hetta førdi til nakrar barokkar hendingar, eitt dømi er flagtekjurnar á Kon­mannsmýru.
Her var sett í treytirnar í byggisamtyktini, at allar tekjur skuldu verða svartar – hetta var góð latín tá, fyri at fáa heildardám yvir ein býling.
Her ein lítil fitt søga:
Ein maður, sum hevði grund­stykki á Konmanns­mýru skuldi byggja sær hús­ini, og sá, at takið skuldi vera svart – hann vildi so gjarna hava flagtak. Hann fór oman til Gunnar at biðja um frávik at gera flagtak, men Gunnar vísti á, at í byggisamtyktini var ásett at tekjan skuldi vera svørt, so maðurin fór, aftaná nakað av kjaki, heimaftur. Hann gavst tó ikki á hondum, men gekk inn á Gunnar at fáa flagtak, og at enda var Gunnar so troyttur av hesum, at hann segði við mannin: Ok, um tú skal hava flagtak, so verður treytin, at flagið verður svart. – Hesa søgu hevur Gunnar sjálvur fortalt á einari veitslu í arkitektafelagnum, og segði hann tá, at hann mangan hevði iðrað seg um hetta kravi um svørtu tekjurnar á Kon­mansmýru.
Í arkitektafelagnum, sum hann var stigtakari til at seta á stovn, var hann okkum ein hollur stuðul og altíð til reiðar at “taka fat” og var tað Gunnar, sum við síni vøkru handskrift skrivaði felagsins nýggju lógir og legði tær fram á felagsins fyrsta aðalfundi 18. Juni 1981 í Perluni, sum nú ikki er longur.
Hjá Gunnari er onki hug­skot ov lítið og onki ov stórt at viðgera ella taka støðu til.
Eitt skifti var hann for­maður í felagnum og í nevnd­ar­arbeiði var hann av teim bestu, altíð við góðum hug­skotum og við tí góða vilj­anum.
Gunnar er talsmaður fyri tað hann trýr uppá, og minnast vit øll, hvussu hann tordi at tala “Roma midt imod” , tá hann sum býararkitektur noktaði at geva Natostøðini í Mjørkadali byggiloyvi til nøkur hús afturat – her sóu vit ein embætismann í fullum integriteti gera tað hann trúði uppá.
Sum kveikjari er hann ein sannur stuðul, og eru tað mong verkevni og tiltøk, sum Gunnar hevur verið heitur talsmaður fyri og eru dømini legio, vit kunnu nevna: Stovn­an av LISA, Gamla Hospital, Nólsoyar Páll í Vágsbotn v.m. og tað skal ikki undra, um hann ikki hevur onkra ætlan í skjáttuni beint nú, eldsál sum hann er.
At enda ein stuttlig søga, sum eg havi hoyrt ein vinmann siga frá:
Ein maður, sum vit her av diskretum grundum kalla “Tann Royali”, hevði eitthvørt ófor­loyst byggimál at fáa uppá pláss, og hevði leingi roynt at fingið tal á Gunnar, men uttan at hetta av eini ellar aðrari grund eydnaðist honum.
Ein dagin fær hann eyga á Gunnar í Havnar gøtum og hann var nú blivin so spinnandi óður, at hann fór eftir Gunnari og jakstraði hann inn í tríkantin uttan fyri Skálabúðina og hevði rikið hann upp í ein krók móti garðinum og skorða hann fastan har, men sum “Tann Royali” segði: tá eg helt at eg hevði hann, og nú skuldi hann hava tað, leyp Gunnar so kimiligur alt í einum upp um garðin og vekk var hann, – og til hetta hevur “Tann Royali” seinni sagt:
“Hevði ikki trúð at Gunnar var í so góðum formi”.
Gunnar er ikki býararki­tektur longur, hann gavst við hesum yrki í 1997 fyri at fáa stundir at skriva og arbeiða við øðrum ment­anar­virksemi, og tað merkist nógv til, at hann er í okkara mentanarhøpi bæði sum aktivur rithøvundur og um­mælari og luttakari sum við­merkjari í samfelagskjaki í bløðunum.
Og við hesum orðum:
“...sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið”.
Ynskja vit í Arkitektafelag Føroya tær tillukku við deg­num, alt tað besta og góðan byr framyvir.
--------------
Arkitektafelag Føroya