koma í! Vit vita væl, at løtan er kanska ikki tann besta at mæla til at økja um almennu útreiðslurnar. Hinvegin kann landsstýrið ikki sita hendur í favn, nú tað er dokumenterað, at einsamallar møður ikki [...] Havn hevur avdúkað, at hesi liva undir sera vánaligum korum. Talan er um einsamallar møður við einum ella fleiri børnum. Støðan er so vánalig, at nakrar av familjunum eru á markinum til at líða beinleiðis [...] eitt nú í Danmark, so er myndin tann, at hesir bólkar í Danmark hava nógv betur umstøður. Tað kann ikki góðtakast, at ein lítil sera veikur samfelagsbólkur so at siga verður sleptur upp á fjall. Tað eru
tekur ikki undir við,at kommunurnar verða savnaðar í størri eindir, og teir taka ikki undir við, at fleiri øki verða løgd út til kommunurnar at umsita. Teir vilja hava umsitingina at liggja í høvuðsstaðnum [...] báðum var, at kommunurnar brúktu skattaborgarans pening til fjant og fjas. Teir fýltust á, at kommunurnar ikki høvdu sett skattaprosentið niður síðani 1995, sjálvt um teir áttu at vita, at kommunurnar [...] Tað hevði verið áhugavert hjá okkum, sum fáast við kommunalpolitikk at vita, hvør myndar flokkin, ella stutt og greitt at fingið at vita, hvat Fólkafloksins politikkur er á kommunala økinum. Í bólki 1:
ásannar, at vantandi fígging er partur av trupulleikanum við at nøkta tørvin á heilsufrøðingar til skúlar í Føroyum. Ein onnur orsøk er, at skipanin virkar á ein hátt, har tað illa letur seg gera at leggja [...] hava dugað nóg væl at grundgivið fyri støðuni, tí øll skipanin sum hon er, er afturúrsilgd tá tað ræður um at fáa eina neyva mynd av støðuni, ásannar Mary í Garði. Spurd um ikki tað, at 387 næmingar í Klaksvík [...] standa uttan heilsufrøðing ikki er ein nóg góð grundgeving sigur Mary, at tað átti tað sjálvandi at verið. - Tað er avgjørt ikki í lagi, at ongin heilsufrøðingur er á skúlanum í løtuni, men vit arbeiða við
sigur, at nú Norðoyatunnilin verður liðugur og Dúgvan gevst, kundi hetta gamla strandfaraskipið ikki farið til eitt betri endamál enn at gjørt hana til eit mentanarhús í Klaksvík. Hann mælir til, at Dúgvan [...] Løgtingsmaðurin vísti á, at Løgtingið skal undir øllum umstøðum veit Klaksvíkar Kommunu gott fýra milliónir í endurgjaldið fyri tað, at Strandferðslan gevst. Samstundis metir Landsstýrið at Dúgvan kann seljast [...] vísti á, at hetta hevði verið umrøtt, men hann trúði ikki upp á ætlanina, tí tað skuldi nógvar milliónir til, eins og býarætlanin skuldi broytast. Karsten Hansen metti, at hetta varð vert at umhugsa, men
í Kreml frammanundan. Eygleiðarar í Moskva halda, at endamálið við at tilnevna Medvedjev varaforsætisráðharra er at geva honum tíð til at seta seg inn í tann partin av teirri politisku skipanini [...] høvi til at játta pengar á ein hátt, sum kann gera hann væl umtóktan í góðari tíð undan valinum í 2008. Í Moskva verður sagt, at eydnast tað Medvedjev at sannføra Putin um síni evni, er lítið at ivast í [...] Russiska grundlógin ger, at Vladimir Putin kann ikki stilla upp á forsetavalinum í 2008, tí tá hevur hann sitið tey bæði skeiðini, sum grundlógin heimilar. Tað var tí væntandi, at hann fór at leita sær eftir
við tey, sum siga, at ísurin í pólhavinum fer at minka burtur í einki. Russisku vísindafólkini vísa á, at tá ísurin bráðnar, kemur meiri feskvatn í sjógvin, og tað fer at hava við sær, at vit fáa meiri ís [...] men ikki fyrr enn nú fáa vit at vita, hvat teir tókust við. Í einari nýggjari bók kemur fram, at vísindamenninir høvdu fingið til uppgávu at kanna havbotnin kring pólin, og at teir eisini skuldu kanna, hvussu [...] sum sigldu undir ísinum, og kanningarnar vóru so loyniligar, at vísindamenninir høvdu fingið boð um at taka lívið av sær og at beina fyri útgerðini, komu amerikanararnir fram á teir. Bókin um tær sovjetsku
tey fóru at ferðast eins nógv, tá tey eru vorðin foreldur. - Vit fara nokk fyrst at taka tað eitt sindur róligt, men so fáa vit at síggja. Vit gleða okkum nógv at gerast foreldur, og vóna at barnið verður [...] varð settur Heindriki. Margretha drotning segði, at tey høvdu verið sera fegin um vitjanina í Føroyum, og at tey langa tíð frammanundan høvdu glett seg at síggja vakra landið aftur. - Tað er gingin alt ov [...] Fuglafirði, Sigurð Simonsen hevði sagt at hann ynskti at tey komu aftur til býin til ein longri steðg. - Jú, vit ynskja øll at koma aftur eina aðru ferð, segði Margretha drotning. Ulltroyggjur Fleiri spurningar
greiddi frá, at tað ber til at stytta bíðilistarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum munandi eftir heilt stuttari tíð, og at hetta kann gerast uttan stórvegis eykakostnað. Heri Ellingsgaard vísti á, at starvsf [...] sjúkrahúsunum er soleiðis háttað, at fólk sita klár og bíða eftir at verða tilkallað, um nakað serligt skuldi verið á vási, og hesi fólkini fáa, sum rímiligt er, løn fyri at vera tøk. Samtíðis eru skurðstovurnar [...] kkurin hevur mælt til, at politiski myndugleikin setir sær sum mál at fáa bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum styttar. Vit hava í tí sambandi víst á, at stórur partur av útreiðslunum
eisini neyðugt hjá Norrønu at leggja at við bryggju í Runavík. Ta ferðina kom hon at liggja á øðrum staði, soleiðis at hon ikki fekk lagt tað stóra portrið niður. Hesaferð kom hon tó at liggja við sjálvan pierin [...] við bili, vórðu flutt víðari við bussum. -Tað er altíð spennandi at fáa Norrønu á Runavík. Og eg haldi bara, at tað riggar sera væl at hava hana liggjandi herinni, verður sagt av havnarskrivstovuni í Runavík [...] kommunan hevur gjørt ymiskar ábøtur, so at hetta flaggskip okkara kundi leggja at her. Og sum myndir vísir, so var blikalogn í Runavíkar Havn í gjár. Tá Norrøna legði at landi gjáramorgunin beint eftir kl.
hennara. Eg var tí fegin at hoyra, at hesar báðar grannatjóðir okkara, vóru so frægt at sær komnar, at tær hava gjørt slíkar lógir fyri at verja fostrið í móðurlívið. Men Gud gævi, at hesar somu grannatjóðir [...] d. um ta nevndina, sum Miðflokkurin skjeyt upp at seta, fyri at ráðgeva kvinnum, sum komu í trupla støðu, eftir at vera vorðnar við barn og tí umhugsaðu at taka fostrið. Flestu løgtingsrøðarar tóku undir [...] Sagt varð í hesi sending at danir hava framt eina lóggávu, ið loyvir tí almenna at tvingsilsinnleggja eina mammu, ið er narkomanur og sum ber eitt barn. Orsøkin er tann, at eitt barn, ið slíkum føri verður