Ósømilig kor

Ein kanning av støðuni hjá einsamøllum uppihaldarum og teirra børnum í Havn hevur avdúkað, at hesi liva undir sera vánaligum korum. Talan er um einsamallar møður við einum ella fleiri børnum. Støðan er so vánalig, at nakrar av familjunum eru á markinum til at líða beinleiðis neyð. Verður samanborið við líknandi bólkar eitt nú í Danmark, so er myndin tann, at hesir bólkar í Danmark hava nógv betur umstøður.

Tað kann ikki góðtakast, at ein lítil sera veikur samfelagsbólkur so at siga verður sleptur upp á fjall. Tað eru sum vera man børnini, sum líða mest undir hesum ósømiligu korum. At børn skulu mangla tað mest neyðturviliga so sum mjólk og klæðir í Føroyum ár 2004 fer ikki at bera til. Her má vend koma í. Undan valinum setti Javnaðarflokkurin fokus á korini hjá børnum og barnafamiljum. Flokkurin lovaði at bøta um livikorini hjá hesum bólkum. Flokkurin lovaði m.a. bíligari mjólk og skúlamat. Mjólkin er alt ov dýr í Føroyum, og søgurnar um at børn eta góðgæti heldur enn at hava matpakka við í skúla, eru mangar. Hetta er ikki gott og her má vend koma í!

Vit vita væl, at løtan er kanska ikki tann besta at mæla til at økja um almennu útreiðslurnar. Hinvegin kann landsstýrið ikki sita hendur í favn, nú tað er dokumenterað, at einsamallar møður ikki fáa endarnar at røkka saman. Er peningur ikki tøkur, so má okkurt raðfestast øðrvísið. Løgting og landsstýrið áttu at spegla sær í Danmark og øðrum norðanlondum, har einsamallar møður fáa dyggan fíggjarligan og praktiskan stuðul frá tí almenna. Har hugsar ein fyrst og fremst um børnini, um at tey ikki mugu gerast offur og fáa skaða fyri lívið av einum ótryggum barndómi. Her verða einsamallar møður og børn teirra mestsum revsað. Hetta ber ikki til! Her má vend koma í! So er tað sagt.