- Vit verða skjót aftur

- Tað er gingin alt ov long tíð síðani seinastu vitjan, segði Margretha á tíðindafundi, beint áðrenn avstaðferðina til Danmarkar.

Vágar: Spurningarnir vóru nógvir, tá føroysku og útlendsku tíðindafólkini fingu høvið at hitta tey kongaligu á tíðindafundi.
Sum væntað, vóru flestu spurningarnir settir teimum kvinnuligu umboðunum við spurnarborðið. Fríðrikur svaraði fleiri spurningum, meðan bert tann eini spurningurin varð settur Heindriki.
Margretha drotning segði, at tey høvdu verið sera fegin um vitjanina í Føroyum, og at tey langa tíð frammanundan høvdu glett seg at síggja vakra landið aftur.
- Tað er gingin alt ov long tíð síðani seinastu vitjan okkara. Men eg lovi tykkum, at tað skal ikki verða so leingi, til vit vitja aftur eina aðru ferð, segði drotningin.
Hon nevndi hetta í sambandi við ein spurning, har nevnt varð, at borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen hevði sagt at hann ynskti at tey komu aftur til býin til ein longri steðg.
- Jú, vit ynskja øll at koma aftur eina aðru ferð, segði Margretha drotning.

Ulltroyggjur
Fleiri spurningar vóru til krúnprinsahjúnini, har serliga Mary stóð fyri skotum.
Spurt varð, um hon hevði keypt nakað av føroyskum garni, soleiðis at hon sjálv kundi binda ulltroyggju til tann komandi arvingin.
- Nei, tað eg ikki. Men eg havi ístaðin keypt nakrar ulltroyggjur, svaraði hon.
- Hvønn lit, vildu tíðindafólkini hava at vita, fyri líkasum at fáa eina hylling av, um tey vistu hvat kyn barnið, sum hon ber í móðurlívi, hevur.
- Tað vóru fimm litir av velja ímillum, og vit valdu so tríggjar teirra, segði hon, uttan at greina nærri út, hvørjir hesir litirnir vóru.
Ein annar spurningur var, um tey fóru at ferðast eins nógv, tá tey eru vorðin foreldur.
- Vit fara nokk fyrst at taka tað eitt sindur róligt, men so fáa vit at síggja. Vit gleða okkum nógv at gerast foreldur, og vóna at barnið verður frískt og raskt, segði Mary.