Bíðilistarnir kunnu styttast uttan stórvegis eykakostnað

Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen

Leygardagin 7. mai hevði Útvarp Føroya samrøðu við Hera Ellingsgaard, umsjónarmann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann greiddi frá, at tað ber til at stytta bíðilistarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum munandi eftir heilt stuttari tíð, og at hetta kann gerast uttan stórvegis eykakostnað.

Heri Ellingsgaard vísti á, at starvsfólkaskipanin á sjúkrahúsunum er soleiðis háttað, at fólk sita klár og bíða eftir at verða tilkallað, um nakað serligt skuldi verið á vási, og hesi fólkini fáa, sum rímiligt er, løn fyri at vera tøk. Samtíðis eru skurðstovurnar tómar meðan bíðilistarnir fyri at sleppa inn á skurðstovurnar eru langir. Hann mælti tí til, at sjúkrahúsini í eitt avmarkað tíðarskeið, tóku skurðstovurnar í brúk nakrar tímar leygardag. Tað hevði ikki havt stórvegis eyka útreiðslur við sær, tí fólkini eru lønt frammanundan, men bíðilistarnir kundu á henda hátt verið styttir munandi.

Sambandsflokkurin hevur mælt til, at politiski myndugleikin setir sær sum mál at fáa bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum styttar. Vit hava í tí sambandi víst á, at stórur partur av útreiðslunum verður vunnin innaftur, við tað at fólk verða styttri frá arbeiði vegna sjúku. Men er tað so sum umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at bíðilistarnir kunnu styttast uttan stórvegis eykakostnað, so eru uppaftur fleiri orsøkir til at seta skipanina í verk sum skjótast.

Sitandi danska stjórnin hevur síðani hon tók við, fyri trimum árum síðani, arbeitt miðvíst við at stytta bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í Danmark. Hetta hevur verið ein sólskinssøga. Fleiri eru komin í viðgerð, bíðilistarnir eru styttir og sjúklingarnir eru nøgdir.

Hví gera vit ikki tað sama í Føroyum - serliga um ein partur kann gerast uttan stórvegis eykakostnað?

Sambandsflokkurin ætlar at stríðast fyri, at bíðilistarnir til sjúkraviðgerð í Føroyum innan 3 - 4 ár verða styttir niður til í mesta lagi tveir mánaðar.