Russiska grundlógin ger, at Vladimir Putin kann ikki stilla upp á forsetavalinum í 2008, tí tá hevur hann sitið tey bæði skeiðini, sum grundlógin heimilar.
Tað var tí væntandi, at hann fór at leita sær eftir einum eftirmanni, og tey vóru fleiri, sum fingu varhugan av, at hann longu hevði funnið hann, tá Putin fyri einum mánað síðani tilnevndi tann 40 ára gamla Dmitrij Medvedjev varaforsætisráðharra. Hann hevði verið starvsfólkaleiðari í Kreml frammanundan.
Eygleiðarar í Moskva halda, at endamálið við at tilnevna Medvedjev varaforsætisráðharra er at geva honum tíð til at seta seg inn í tann partin av teirri politisku skipanini, samstundis sum hann skal fáa stundir til at vísa, hvør hann er. Tað fer neyvan heldur at standa á, tí umframt varaforsætisráðharrastarvið er hann vorðin formaður í einum stórum íleggingargrunni, og tað starvið fer at geva honum høvi til at játta pengar á ein hátt, sum kann gera hann væl umtóktan í góðari tíð undan valinum í 2008.
Í Moskva verður sagt, at eydnast tað Medvedjev at sannføra Putin um síni evni, er lítið at ivast í, at hann verður tilnevndur forsætisráðharri um eini tvey ár, og tá er vegurin til forsetaembætið ikki so langur.
Tann 40 ára gamli Medvedjev er útbúgvin løgfrøðingur, og hann fekk útbúgvingina á lærda háskúlanum í Sankta Pætursborg, har Putin sjálvur eisini gekk í sínari tíð. Fyri fimm árum síðani bleiv Medvedjev boðsendur at koma til Moskva, har hann hevði ein virknan lut í forsetavalstríðnum hjá Putin. Tað eru bara tey fægstu, sum kenna hansara politisku hugsjónir, men tað verður sagt um hann, at hann er rættiliga óheftur í so máta.