Runavík: Nú er tað prógvað enn einaferð: Norrøna kann saktans leggja at í Runavík.
Hetta fekst fullgott prógv fyri fyrrapartin ígjár, tá Norrøna um áttatíðina kom skúmandi inn eftir Skálafjørðinum og legði at í Runavík.
Tað var nakað nógv av vindi á Havnini, so hildið var best at leggja at í Runavík ístaðin.
Her sluppu so øll tey 400 ferðafólkini ? fleiri teirra ungdómar ? í land, saman við teimum 100 bilunum og farminum. Tey 200, sum ikki vóru við bili, vórðu flutt víðari við bussum.
-Tað er altíð spennandi at fáa Norrønu á Runavík. Og eg haldi bara, at tað riggar sera væl at hava hana liggjandi herinni, verður sagt av havnarskrivstovuni í Runavík.
Seinnapartin í gjár legði Norrøna so leiðina út aftur av Skálafjørðinum, tá kósin varð sett móti Seyðisfjørðinum í Íslandi.
Ábøtur
Fyrr í vetur var eisini neyðugt hjá Norrønu at leggja at við bryggju í Runavík. Ta ferðina kom hon at liggja á øðrum staði, soleiðis at hon ikki fekk lagt tað stóra portrið niður.
Hesaferð kom hon tó at liggja við sjálvan pierin, har kommunan hevur gjørt ymiskar ábøtur, so at hetta flaggskip okkara kundi leggja at her. Og sum myndir vísir, so var blikalogn í Runavíkar Havn í gjár.
Tá Norrøna legði at landi gjáramorgunin beint eftir kl. 8, var hetta á ein hátt fyri at royna, sum hesar ábøturnar á rampuna vóru nøktandi.
Og, sum sagt varð av havnarskrivstovuni, so riggaði alt sum tað skuldi á hesum staði. Bæði ferðafólk, bilar og farmur sluppu lættliga í land.
Aftaná at alt var komið í land, varð beinanvegin farið undir at rigga skipið til næsta túrin, sum gekk til Íslands. Hagar legði Norrøna leiðina kl. 14.