Sune Jacobsen
Tað hevði verið áhugavert hjá okkum, sum fáast við kommunalpolitikk at vita, hvør myndar flokkin, ella stutt og greitt at fingið at vita, hvat Fólkafloksins politikkur er á kommunala økinum.
Í bólki 1: Jørgen Niclasen og Óli Breckmann
Í bólki 2: Jógvan við Keldu,Heðin Zachariasen og Poul Michelsen
Í bólki 3: Anfinn Kallsberg
Bólkur eitt tekur ikki undir við,at kommunurnar verða savnaðar í størri eindir, og teir taka ikki undir við, at fleiri øki verða løgd út til kommunurnar at umsita. Teir vilja hava umsitingina at liggja í høvuðsstaðnum, har sum hon altíð hevur ligið.. Niðurstðøðan hjá hesum báðum var, at kommunurnar brúktu skattaborgarans pening til fjant og fjas. Teir fýltust á, at kommunurnar ikki høvdu sett skattaprosentið niður síðani 1995, sjálvt um teir áttu at vita, at kommunurnar hava yvirtikið peningakrevjandi umráði m.a. barnaansingini, sum als ikki var dagførd. Hesir báðir hava ikki tikið lut í komunalpolitikki nakrantíð.
Í bólki tvey eru gamlir kenningar á kommunala økinum. Eingin ivi er um, at teirra støðu um, at kommunurnar ikki hava minni ábyrgdarkenslu enn landsmynduleikin til at umsita mál, er eitt vinnaramál í longdini. Men hesir tríggir eru ein minniluti í Fólkaflokkinum.
Í bólki trý situr sjálvur floksformaðurin, Anfinn Kallsberg, sum er meira víðgongdur enn bólkur tvey. Hann heldur at í høvuðsheitum eigur alt at verða lagt út á kommunurnar, so løgtingið í síðsta enda verður eitt lóggevandi ting,sum bert krevur skatt inn til at fíggja sína egnu umsiting og umsitingina hjá landsstýrinum. Hesir tankar eru søtur tónleikur í mínum oyrum, men sum eitt stig á leiðini eru tankarnir hjá bólki tvey mest áhugaverdir í dag.
Tí kundi eg hugsað mær at vita, hvør bólkur umboðar Fólkaflokkin á kommunala økinum?