Har kalda kríggið var kaldast

Undir kalda krígnum gjørdu russar loyniligar rannsóknir á Norðpólinum. Granskararnir høvdu fingið boð um at beina fyri sær sjálvum og útgerðini, komu amerikanararnir fram á teir.

Meðan kalda kríggið var upp á tað harðasta, róku nakrir av heimsins fremstu vísindamonnum á einum ísflaka við Norðpólin. Hetta vóru sovjetskir vísindamenn, men ikki fyrr enn nú fáa vit at vita, hvat teir tókust við.

Í einari nýggjari bók kemur fram, at vísindamenninir høvdu fingið til uppgávu at kanna havbotnin kring pólin, og at teir eisini skuldu kanna, hvussu saltur sjógvurin har var. Ein annar partur av uppgávuni var at útvega meiri vitan um ta magnetisku ávirkanina norðuri við pólin. Hesar upplýsingar vóru neyðugar fyri teir sovjetsku kavbátarnar, sum sigldu undir ísinum, og kanningarnar vóru so loyniligar, at vísindamenninir høvdu fingið boð um at taka lívið av sær og at beina fyri útgerðini, komu amerikanararnir fram á teir.

Bókin um tær sovjetsku kanningarnar hevur vakt ans í Noregi, tí helst er tað so, at russar hava sera holla vitan um havbotnin í pólhavinum, og helst vita teir eisini, hvat fjalir seg undir botninum. Tað kann fáa alstóran týdning, tá russar um ikki so langa tíð ætlandi fara at leita eftir olju og gassi har norðuri.

-Tað vísindaliga tilfarið er ógvuliga rúgvusmikið. Sumt hava russar almannakunngjørt, men ein part vilja teir hava fyri seg sjálvar, sigur stjórin í fyritøkuni Akvaplan-niva, Salve Dahle, við Aftenposten. Hann sigur, at í veruleikanum er tað rættiliga pínligt fyri Vesturheimin, at hann ikki veit nakað um tær umfatandi kanningarnar hjá sovjetsku vísindamonnunum.

Kanska er tað hendan holla vitanin, sum ger, at russisk vísindafólk eru ósamd við tey, sum siga, at ísurin í pólhavinum fer at minka burtur í einki. Russisku vísindafólkini vísa á, at tá ísurin bráðnar, kemur meiri feskvatn í sjógvin, og tað fer at hava við sær, at vit fáa meiri ís.

Russisk vísindafólk haloda framvegis til á ísinum við Norðpólin, men nú eru kanningarnar ikki loyniligar longur.