sindur meiri enn tað fer dampurin av, og so fóta teir sær, sum frammanundan hava havt tak á. Hetta fara klaksvíkingar ivaleyst at eftirmeta aftur og aftur, samstundis sum teir fara at iðra seg um, at teir [...] ofta gjørt nógv burturúr at umrøða hypotetiskar spurningar. Í hesum sambandi er stóri spurningurin, hvussu tað hevði lagað seg, um VB ikki so skjótt hevði fingið mál, tá teir eftir hvíldina løgdu fyri sum [...] meiri lítillætnan leiklut á vinstra vongverja, enn hann hevur havt fyrr í ár, og at hann hevur lagt nakrar av sínum uppgávum á vøllinum á aðrar á liðnum er kanska ein av frágreiðingunum uppá, at alt liðið
leikararnir á liðnum hjá HK VSZ vóru høvdið hægri enn hann. Tær fáu ferðir tað eydnaðist strandingum at bróta seg ígjøgnum verjuna hjá slovakunum, var enn ein forðing fyri framman, og tað var tann vælleikandi [...] tann sama. Einasta veruliga broytingin var tann, at Hannis Wardum er komin at spæla á høgra bakki, har sum Elias Hansen, ið ikki longur er við, leikti í fjør. Byrjunaruppstillingin, sum venjarin Jónleif [...] einum liði, har fleiri leikarar eru oman fyri tveir metrar, er tað greitt, at tað kann gerast teimum trupult at verja fyri langskotum, eins og tað er trupult hjá skjúttunum á StÍF-liðnum at sleppa framat at
dystinum her í Havnini móti Ankaragücü. ? Hetta er sum at ganga á bingo. 96 lið vóru í lutakastinum, og tú droymir um stóra vinningin, men tá tað er so tætt við, so er tað ikki frítt, at tú iðrar teg eitt sindur [...] Sjálvsagt var hetta harmuligt, men vit kunnu ikki dadla nakran annan fyri hetta enn okkum sjálvum. Eg eri samdur við venjaranum í, at spælararnir gjørdu tað, teir megnaðu, og tíverri vísti hetta seg ikki at [...] Sjálvsagt vóru teir í B36 hóskvøldið harmir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna móti Ankaragücü og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfarið í UEFA Cup. Hetta vóru teir bæði av ítróttarligum ávum
Tað er eingin loyna, at kvinnurnar hjá HB hava verið rættuliga einaráðandi í ár, men seinasta vikuskifti snávaðu tær í dysti móti grannunum í B36, og aftur hetta vikuskifti vóru tær fyri ósigri, tá ið [...] eitt sindur av trunkaspæli eydnaðist Malenu Josephsen at senda bóltin í netið aftan fyri Anniku Hansen í málinum hjá HB, og so var 2-0. Stóra leikliga yvirvágin hjá KÍ gav enn einaferð bonus stutt fyri [...] við handaru stong, og klaksvíkskvinnurnar sluppu við hvøkkinum. Hetta var ein rættuliga avgerandi løta í dystinum, tí hevði Eyðfríð javnað, er ilt at meta, hvussu dysturin hevði endað, men ístaðin hendi tað
hava tey og øll onnur fingið greiðu á, um fótbóltslandsliðið í EM undankappingini, sum hjá føroyingum endar í Prag um ein mánað, fer at megna størri úrtøku enn í nakrari aðrari av teimum fýra EM og HM [...] skulu spæla í Gundadali leygardagin. Mest kendi spælarin er sjálvandi Mart Poom, sum er málverji hjá Derby í bestu deildini í Onglandi. Tað er merkisvert, at íslendski venjarin hjá Estlandi, Teitur Þordarson [...] sum Føroyar síðani 1990 hava tikið lut í. Ætlanin er, at landsliðið skal venja tvær ferðir í dag og tvær ferðir í morgin. Seinnapartin leygardagin er dysturin móti Estlandi á skránni, sunnudagin fer fyri
farnir, og tá Hans Pauli Petersen, sum er ein av ungu monnunum, ið tað hevur verið roknað við fór at gera um seg í 1. deild (lítla venjingin í ár hevur gjørt, at hetta er óhugsandi) sjey minuttir seinni økti [...] spæla um. B36 vann sannførandi, og um tvær vikur verður ivaleyst greitt, at teir hava endurvunnið plássið í 2. deild, sum teir klossaðu burtur í fjør. Nógvu málini á útivølli móti B71 øktu eisini um sannlíki [...] málrevur. Onkuntíð hevur hann verið betri fyri, enn hann er nú, men máltevinum bilar einki. Egil legði TB á odda, tá níggju minuttir vóru farnir, og hann minkaði um munin til 4?2, tá 2. hálvleikur var fimm minuttir
onkuntíð kennast eitt sindur einsligt í Vestmannaoyggjunum og á Ólafsfirði, har lívið er heilt øðrvísi um sumrarnar enn um vetrarnar. Gott avrik á Líðarenda Mikukvøldið hittu føroysku landsliðsspælararnir [...] seinnapartin í gjár skuldu fara til Føroya. Einki er at siga til, at lagið var gott á landsliðsmonnunum, tá teir hittust í Reykjavík í fyrrakvøldið. Nú summarið er farið, og heystið við kulda, myrkri og vindi [...] Leiftur 4?2 á útivølli móti Vali, sum við tapinum eftir øllum sólarmerkjum at døma er á veg niður í 2. deild. Valur er einasta felagið í Íslandi, sum altíð hevur verið í bestu deildini, men tey seinnu árini
klárir til at veita eina hjálpandi hond, og er talan um eitt nú eydnuspæl, so stendur ikki á at fáa vinningar. Alt bygdarfólkið stendur saman um felagið, og tað er tað, sum ger tað møguligt hjá okkum at fara [...] sigur Jón Nielsen, ið er formaður í VÍF. Dansitiltakið eydnaðist væl Herfyri hevði VÍF eitt dansitiltak við nógvum av teimum gomlu orkestrunum í Vestmanna, og hetta tiltakið eydnaðist stak væl, sigur Jón [...] (VESTMANNA) Er tað nakað, sum vestmenningar standa saman um, so er tað hondbóltsfelagið og kappróðurin í bygdini. Hvørja ferð at ítróttarfelagið skipar fyri onkrum tiltaki, so eru vestmenningar beinan
Hin 22. august sigst at nátin, ella havhestaungin er búgvin, og tískil er nú væl útliðið til náta. Ymiskt er, hvussu tøkan hevur hilnast kring oyggjarnar, men fleiri staðir verður latið illani at. Hei [...] nátin ikki verpur fyrr enn um 10 ára aldur, og tí ganga nøkur ár áðrenn úrslitið sæst á stovninum. Mong halda annars, at nátin tykist vera og verpa allastaðir, og at stóri stovnurin er ein beinleiðis hóttan [...] og lundalond. Men sambært Jens Kjell er hetta ikki heilt rætt. Verið góð við nátan ? Nógv bendir á, at nátastovnurin gongur aftur, og viðvíkjandi tí, at nátin er ein kúgari burturav, kann eg staðfesta
tað er eingin sum helst ivi um, at vestmenningar vera sera truplir at basa hjá hinum føroysku feløgunum, tá ið landskappingin fer í gongd í komandi mánaða. So mikið kann man siga út frá dystunum um vikuskifti [...] tá ið teir høvdu trekt finska liðið HC Dennis úr býum Turku. Finskur hondbóltur er ikki á eins høgum støði, sum hann er tað í hinum norðurlendsku londunum, og havandi í huga hvussu sterkt lið hjá VÍF tykist [...] gongd. Ikki gekk long tíð, so vóru vestmenningar á odda 3-1. VÍF dekkaði við flatari verju, og hetta eydnaðist eisini stak væl í fyrra dystinum, tí finnarnir vóru ikki so høgir og høvdu ikki tað øgiligu