Spenningurin varðveittur hjá kvinnunum

Fótbóltur: Landskappingin hjá kvinnum í fótbólti er ikki avgjørd enn, og tað kom bara væl við hjá hinum liðunum, at oddaliðið HB tapti ímóti KÍ í Klaksvík

Tað er eingin loyna, at kvinnurnar hjá HB hava verið rættuliga einaráðandi í ár, men seinasta vikuskifti snávaðu tær í dysti móti grannunum í B36, og aftur hetta vikuskifti vóru tær fyri ósigri, tá ið tær vóru á vitjan í Klaksvík.


Hvør sín hálvleik

Klaksvíkskvinnurnar løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Fyrst var tað onnur av tvíburðasystrunum, Rannvá Andreasen, sum legði KÍ á odda við einum heldur ivasomum brotssparki, frætta vit úr Klaksvík. Løtu seinni fekk KÍ horna, sum bleiv sent væl inn í brotsteigin hjá HB, har tað eftir eitt sindur av trunkaspæli eydnaðist Malenu Josephsen at senda bóltin í netið aftan fyri Anniku Hansen í málinum hjá HB, og so var 2-0. Stóra leikliga yvirvágin hjá KÍ gav enn einaferð bonus stutt fyri hálvleik, tá ið eitt sera væl spælt klaksvíksálop endaði við, at havnarkvinnan í KÍ, Jóhanna Vang, fekk fatur á bóltinum og setti hann í netið til hálvleiksstøðuna 3-0 til heimaliðið.

Tað var KÍ, sum hevði alt spælið fyri steðgin, og tað var ikki óuppiborið, at tær høvdu so trygga leiðslu, tá ið farið var til hálvleiks. Hinvegin høvdu kvinnurnar hjá HB nógv at tosa um í steðginum, tí tær høvdu verið sera passivar og lítið ágrýtnar í fyrra hálvleiki, og skuldu tær fáa nakað burturúr dystinum í Klaksvík, so skuldi vend fáast í, beinan vegin tá ið seinni hálvleikur byrjaði.


HB kom fyri seg

Gestirnir úr Havn reistust eisini eftir steðgin, og tær fingu aftur spenning í dystin. Fyrst sendi Eyðvør Thomsen eitt beinleiðis fríspark í netið hjá KÍ, og tá ið Eyðfríð Kristiansen síðani minkaði til 2-3, var dysturin aftur opin. Tey flestu sóu eisini bóltin í KÍ-málinum eina løtu seinni, tá ið Eyðfríð Kristiansen aftur gjørdist púra leys við málverjanum hjá KÍ, men royndin hjá Eyðfríð streyk fram við handaru stong, og klaksvíkskvinnurnar sluppu við hvøkkinum. Hetta var ein rættuliga avgerandi løta í dystinum, tí hevði Eyðfríð javnað, er ilt at meta, hvussu dysturin hevði endað, men ístaðin hendi tað stutt eftir, at Ragna Andreasen avgjørdi dystin til fyrimuns fyri KÍ. Rannvá Andreasen gjørdist leys við HB-málverjanum, sum tó fekk hálvbjargað royndini hjá Rannvá, men í triðju atløgu eydnaðist tað Ragna við einum góðum skoti at langa bóltin upp undir nettakið til 4-2 til heimaliðið, og so var dysturin avgjørdur.


Eitt sindur av spenningi

Tað eydnaðist tó HB at fáa eitt sindur av spenningi aftur í dystin, tá ið liðskiparin hjá teimum, Eyðvør úr Dímun, minkaði um munin til 3-4, tá ið einir fýra minuttir vóru eftir at leika. Men eftir seinasta málið var ongantíð av álvara vandi á ferð framman fyri málinum hjá KÍ, sum sostatt kundu fegnast um trý týðandi stig, tá ið dómarin bríkslaði dystin av.

HB liggur tó enn greitt á odda í bestu kvinnudeildini, nú tær hava trý umfør eftir at leika, og allir tríggir dystirnir, sum tær hava eftir, eru á heimavølli ímóti ávíkavist VB, B36 og KÍ. Um tær fara at megna at varveitta oddasessin, vil tíðin bert vísa.