VB ódnarveður blásti KÍ um koll

Fótbóltur: KÍ málverjin gjørdi stórt mistak, men tað vóru vágbingar, sum settu troyttu klaksvíkingarnar undir tað trýstið, sum í síðsta enda bar sigurin við sær

1. deild menn:

VB-KÍ 2-1 (0-1)


Popczynski segði í blaðnum undan vikuskiftinum, at teir fóru eftir øllum stigunum, tá oddaliðið úr Klaksvík kom suður til Vágs. Líkindini til fótbólt vóru fín, men klaksvíkingar komu í seinna hálvleiki í eitt sovorðið ódnarveður, sum teir bara eina ferð fyrr í ár hava verið í. Tað var, tá teir taptu í Gøtu.

Í fótbólti verður ofta gjørt nógv burturúr at umrøða hypotetiskar spurningar. Í hesum sambandi er stóri spurningurin, hvussu tað hevði lagað seg, um VB ikki so skjótt hevði fingið mál, tá teir eftir hvíldina løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Í sovornum førum vísir tað seg ofta, at eftir tíggju minuttir ella eitt sindur meiri enn tað fer dampurin av, og so fóta teir sær, sum frammanundan hava havt tak á. Hetta fara klaksvíkingar ivaleyst at eftirmeta aftur og aftur, samstundis sum teir fara at iðra seg um, at teir ikki megnaðu at leggja meiri sjógv millum seg og B36.


Ódnarveðrið

VB var aftanfyri 1-0, tá tað var hálvleikt, og frá fyrsta bríksli eftir steðgin sást, at hetta vildu teir á heimaliðnum gera nakað við. VB blásti til fullkomið álopsspæl. Milan Culjic var góður og væl upplagdur stýrimaður á miðvøllinum, Jón Pauli Olsen og Dan Djurhuus vóru nærgangandi álopsmenn, og ungi Palli Augustinussen var framrættaður vongverji í høgru, meðan spælandi venjarin, Popczynski, hevði ein meiri lítillætnan leiklut á vinstra vongverja, enn hann hevur havt fyrr í ár, og at hann hevur lagt nakrar av sínum uppgávum á vøllinum á aðrar á liðnum er kanska ein av frágreiðingunum uppá, at alt liðið tær síðstu vikurnar tykist hava lyft seg til tað, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at VB fór at megna.

Stephen Boyle hevur bjargað KÍ fleiri stig í ár, men tað er lítið takksamt at vera málverji. Hesa ferð gjørdi hann ein stóran brølara, og tað sektaði VB. Harley Bertholdsen legði úr 20 metrum aftur til málverjan, sum klossaði temjingina og heilkiksaði, tá hann skuldi sparka burtur, Jón Puli Olsen stútaði í tóma málið, og harvið var tónin sligin ann til eitt øgiligt VB trýst.

Vágbingar vunnu takið á miðvøllinum, Janus Kjærbo hevði gott tak á Jan Allani Müller, sum kendi seg noyddan at fara langt aftur á vøllin fyri yvirhøvur at koma við í spælið, og VB megnaði ferð eftir ferð at kroysta KÍ verjuna, sum annars hevur verið so sannførandi í ár, at geva hornaspørk, og tað lá í luftini, at hetta fór at bera mál við sær.

Málið kom, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Palli Augustinussen stýrdi hornasparksinnleggi úr høgru í málið. VB legði eftir hetta meiri dent á verjuna, síðstu minuttirnar gjørdu teir fleiri verjukendar útskiftingar, men teir góvu ongantíð uppat at leypa á.


Troyttir klaksvíkingar

Hjá klaksvíkingum gekk tað í 1. hálvleiki, sum teir høvdu ætlað. Teir høvdu fimm spælarar í verjuni og bara Heðin á Lakjuni og Jan Allan Müller í álopinum. KÍ hevði eitt lítið yvirtak í tøttum stríði, og tá teir stutt undan steðginum fingu mál, lá tað í luftini, at tað kanska fór at eydnast at fáa øll stigini við norður aftur. Arnhold Joensen fekk eitt fríspark í vinstru, hann sendi sjálvur innfyri, og við handara stólpan stóð Harley Bertholdsen, sum er hálvur vágbingur, og stútaði í málið hjá Bjarna Johansen.

Í 2. hálvleiki fóru klaksvíkingar niður við nakkanum. Miðvøllurin var tunnur, og tað hjálpti avgjørt ikki, at teir eftir steðgin spældu við Arnoldi Joensen á høgra vongi í staðin fyri longri inni og afturi á vøllinum.

Eftir leiðslumálið til VB royndi KÍ eina løtu at seta trýst á ketilin, og tað eydnaðist at spæla seg til onkrar møguleikar ? teir vildu vera við, at stútarin hjá Jan Allani var innanfyri strikuna og tók jarnstongina aftanfyri samankomingina, men tað helt dómarin ikki. Sum tíðin leið kom tað alt meiri til sjóndar, at nógv ferðing og stórt stríð í Eysturríki kravdi sítt.

Tað tóktist ikki sannførandi, tá teir í roynd at leggja trýst á, tóku Marek úr miðverjuni og settu John Ryan, sum hevði verið sterkur í gjøgnumbrotum í vinstru, aftur í miðverjuna og settu álopsmannin Eyðun Klakkstein inn á miðvøllin. Pazek var nógv við í álopsspælinum, men royndu menninir í verjuni hjá VB hildu tørn.

Um talan var um nakra troyst hjá klaksvíkingum, so var hon, tá teir frættu, at B36 ikki hevði vunnið á Sandi.



VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Krzysztof Popczynski ? Tórður Holm, Milan Culjic, Mikael í Lágabø ? Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen

KÍ: Stephen Boyle ? Harley Bertholdsen, Andrzey Pacek, Jan Andreassen, Marek Wierzbicki, John Ryan ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Jan Allan Müller, Heðin á Lakjuni