uppiborið at fáa, uppá seg, og við sárum hansara eru vit grødd!« Hatta var tað, so nú kunnu vit liva júst so, sum okkum lystir. Vit eru frí, Hallelujah! Nú er portrið opnað, so nú er gamansleikur í at týggja sær [...] Men øll kenna vit hesar ekstremu leiðararnar, sum eisini hava brotið sín syndiga veg inn í Landsstýrið og Løgtingið gjøgnum árini. Síggja so penir og fittir út, ganga regluliga á møti og hava ordan í heilt [...] Seinni fóru tey at grenja og vildu heldur hava ein bil í part, summi 2 og 3 bilar í part, fleiri vildu hava ein risatrolara í part, og beint nú vilja talibanarnir hava ein undirsjóvartunnil í part. Tað næsta
at rationaliseringar mugu gerast innan vælferðarøkini, umframt at íløgurnar mugu raðfestast, tá vit ikki hava ráð til alt. Tilmælini tykjast skilagóð og viðkomandi, nú mett verður, at føroyski búskapurin [...] kann somuleiðis frígeva bústaðir, tí tað verður minni lokkandi at eiga hús nummar 2 og 3 og møguliga 4. Tá ein eigur so nógv hús, er talan um íløgu og ikki eitt heim, og viðkomandi er tí at taka kjakið [...] lægri inntøkuskatti kundi breiðkað skattagrundarlagið soleiðis, at fleiri tá koma at rinda skatt til landskassan. Landskassin vildi tá fingið øktar inntøkur – uttan at tann einstaki rindar meira. Ein ognarskattur
klárað við teimum inntøkum, sum vit hava frá ÍSF-studninginum, luttøkugjøldum frá feløgunum og inntøkum frá sponsorum. Tá ið vit tosa um dagligan rakstur, fevnir hetta um: at hava eina skrivstovu og skrivara [...] hesum førinum, at vit onnur ítróttarfólk ímóti okkara vilja tosa ?ilt? um fótbóltin, og tað kann tykjast, sum vit misunna fótbóltinum sømdirnar. Vit misunna ikki fótbóltinum nakað, men tá ið játtanin til [...] frágreiðing skyldar landsstýrismaðurin okkum. Grundgevingarnar, sum vit hava sæð higartil í fjølmiðlunum, eru als ikki sakligar. Tá ið politikararnir í krepputíðunum skrúvaðu niður fyri blussinum, lækkaði
upplýst, fáa loyvi til at framføra lygnir alment í føroysku fjølmiðlunum. Øll vita vit, at satt demokrati ongantíð enn hevur veri galdandi í Føroyum! Fólk, sum siga seg vera kristin, syngja sama lag og peika [...] stýrisskipanarlógini.) Hevði tú roknað við nøkrum øðrum? Men slík tala er ein lodrøtt lygn, tá sagt verður, at Føroyar hava eina demokratiska skipan, og at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar [...] grundlógina, sum verandi grundstøði fyri Føroya land. Men hvat við bíbliuni? Bíblian sjálv vitnar, hvat vit skulu grunda lív okkara við. Slíkt finnist ikki, hvørki í donsku grundlógini (sum ongantíð enn hevur
var hent. Hann segði stillisliga, tá skotið var upp av avtaka landskassaveðhaldini, sum í fleiri ár automatiskt vóru givin til ma. skipakeyp: ”Ja men, so noyðast vit jú at fara undir at gera nakrar ø [...] vinnuna í 80’unum, og hvussu ein grundleggjandi hugburðsbroyting skuldi til tá. Allir lángevarar seta treytir - eisini tá føroyingar skulu læna Men, 6. oktober 1992 brast illusiónin – og nógv annað. Vinnulív [...] bara tað, at teir høvdu ikki dirvi til fult og heilt at standa við hetta, tá teir komu heim aftur. Teir báðir, sum annars hava víst politiskt skynsemi í øðrum lutum. Mytur um kupp og komplott Hetta er
um at fólk skulu kunna fáa dialysuviðgerðina í Klaksvík. Eisini hava tveir fyrispurningar verið á Løgtingi í seinastuni um evnið. Vit hava at gera við ein lítlan bólk av sjúklingum, tó at talið er vaksandi [...] Allir hesir batar hava gjørt lívið tryggari hjá teimum, ið eru bundin at dialysu, men sjálvandi skulu vit ikki seta okkum hendur í favn fyri tað. Endamálið má og skal framvegis vera, at vit seta einstaka menniskja [...] og var tað eitt stórt framstig fyri allar nýrasjúkar føroyingar, ikki bert tey, ið hava dialysuviðgerð fyri neyðini. Tá ið G-bygningurin varð tikin í nýtslu, varð dialysudeildin flutt til eitt rúm á G 3
nni og síðani lýsast í kunngerðarblaðnum. Tá ein lóg verður løgd fyri ein løgmann ella landsstýrismann til undirskrivingar, skal avvarðandi stýrisstjóri hava tryggjað, at lógin kann útinnast á fult lógligan [...] lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Nú eri eg ikki lógarkønur, men hatta var tað, ið eg fekk at vita, tá ið vit viðgjørdu stýrisskipanarlógina fyri nøkrum árum síðani. Seinastu árini eru fleiri lógir samtytar [...] mannagongdir vórðu fylgdar og betraðar, har tær ikki vóru góðar nokk. Tá ein so forsiktigur og reiðiligur maður sum Signar á Brúnni má fara til hús vegna brot á stýrisskipanarlógina, so er ikki í lagi við systeminum
Vit høvdu eina ABC samgongu, ið endaði 4 ára valskeið sítt í januar 2004. Samstarvið endaði tó í desember 2003 við ruðuleika og innanhýsis skuldsetingum. Tað varð ógjørligt at gera arbeiðið liðugt, tá [...] “undirskrifts-seancu” við D. Fáar dagar seinri endaði hesin glæntrileikur við, at eitt fult glas rann yvir, tá politiska hurðin í Tinganesi fór í baklás. Eftir hesa hending reis ABC aftur úr kavi, á sama hátt sum [...] hetta gingið. Tað var hann, sum við uppsagnarhóttanini hangandi yvir høvdinum, segði tey kendu orðini, tá sparast skuldi á almannaøkinum: “Forget it”, Tað er eingin rættvísgering at økja íløgurnar við hundraðtals
Løgmaður nevnir í nýggjársrøðu síni, at vit mugu velja, um vit vilja lata upp fyri teimum møguleikum, sum eitt víðkað samstarv við útlendingar og umheimin gevur, ella vit óttast hesa avbjóðing og lata aftur [...] koma higar til lands at arbeiða kunnu vænta sær. Fleiri hava búleikast her í nógv ár, hava greitt sínar samfelagsskyldur til fulnar og keypt hús og heim. Hesir einstaklingar og familjur ganga í støðugum [...] avgreiðsluna av arbeiðs-og uppihaldsloyvum í Innlendismálaráðnum. Tá Løgmálaráðið hevði umsitingina, var avgreiðslutíðin 3 til 4 mánaðar, men tá varð sagt, at hetta komst av seinu viðgerðini í Udlændingestyrelsen
heimsgongdini er nakað, vit eiga at hava vakið eyga við. Líka sum danir heilt ejendommiliga lætt fáa ilt í afturpartin, tá fremmand leika í á donskum forkálkaðu skeljum, eiga vit at standa saman; samkynt [...] sum tá droymt verður undir dýnuni hjá einum sjálvum heima við hús (Psykolog nyt, 7. apríl 2006). At metropolurin kann oyðileggja og roynir at útteinkja, eisini ótilvitað, møguleikar Føroyar hava innan [...] myndatóli at avmynda og útstilla føroysku náttúruna í tøttum samspæli við nakin fremmandafólk, ið ongantíð hava verið í FO fyrr. Ikki ein provokatión, sigur listamaðurin; nevnliga ein provokatión við at uttøma