Hallbjørg Hansen
-----
Seinastu tíðina hava politikkarar og fjølmiðlar sett sjóneykuna á dialysuviðgerð í Føroyum, og sum avvarðandi at perósni í dialysuviðgerð á 13. ári fylgi eg við áhuga við hesari umtaluni. Eg loyvi mær tí at koma við ískoyti til kjakið.
Sum eg havi skilt, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, eftir áheitan frá sjúklingum og frá Nýrafelagnum, tikið málið upp, um at fólk skulu kunna fáa dialysuviðgerðina í Klaksvík. Eisini hava tveir fyrispurningar verið á Løgtingi í seinastuni um evnið.
Vit hava at gera við ein lítlan bólk av sjúklingum, tó at talið er vaksandi, síðani tilboðið um viðgerð tíbetur eisini verður givið gomlum fólkum.
Sum nevnt í greinini í Sosialinum 11. desember 2013, eru tað einans 20 ár síðani Landssjúkrahúsið fekk dialysumaskinur. Fyrstu nógvu árini varð viðgerðin givin tríggjar ferðir um vikuna í dagtímunum. Tað vóru sjúkrarøktarfrøðingar, ið høvdu ábyrgdina av viðgerðini, meðan serlækni kom til landið einar tríggjar ferðir árliga. Fyri sjey árum síðani fekk Landssjúkrahúsið ein serlækna í nefrologi, og var tað eitt stórt framstig fyri allar nýrasjúkar føroyingar, ikki bert tey, ið hava dialysuviðgerð fyri neyðini.
Tá ið G-bygningurin varð tikin í nýtslu, varð dialysudeildin flutt til eitt rúm á G 3. Seinni er eitt lítið rúm fingið afturat. Fyri nøkrum árum síðani fingu sjúklingarnir møguleika at fáa dialysuviðgerð um kvøldið. Tað gjørdi, at tey, sum eru so fræg, at tey orka at arbeiða, fingu møguleika til tess. Allir hesir batar hava gjørt lívið tryggari hjá teimum, ið eru bundin at dialysu, men sjálvandi skulu vit ikki seta okkum hendur í favn fyri tað.
Endamálið má og skal framvegis vera, at vit seta einstaka menniskja, ið er rakt av so herviligari sjúku, sum nýrasvíkjan er, í fremstu røð. Tað má ongantíð koma hartil, at spurningurin um, hvar viðgerðin skal vera, ella hvør skal geva hana, skal verða avgerandi.
Bøti heldur hølisumstøðurnar í Havn
Tá ið landsstýrismaðurin nú er í holt við at bøta um viðurskiftini, vil eg heita á hann um, saman við heilsuverkinum og yvirlæknanum, heldur at leggja dent á at bøta um verandi umstøðurnar. Tað kann m.a. gerast við at útvega betri og størri hølir. Sjálvt um núverandi hølini eru í nýggjasta partinum av Landssjúkrahúsinum, so eru umstøðurnar ikki nøktandi til nútíðarkrøv. Tað er alt ov lítið pláss til einstaka persónin, onki umklæðingarrúm er, og ventilatiónin hevur ikki riggað síðani byrjan. Øll hesi viðurskiftini kunnu bøtast fyri lítlan kostnað, men hóast sjúklingar hava gjørt vart við tað í áravís, so er onki hent. Tit mugu minnast til, at sjúklingarnir brúka ímillum 14 og 20 tímar hvørja einastu viku (4-5 tímar hvørja ferð) í hesum rúminum. Eisini vil eg mæla til, at Landssjúkrahúsið gevur fólki møguleika fyri at fáa dialysu sunnudag, tí tað er ikki nøktandi hjá øllum at fáa 3 dialysur um vikuni. Hjá fleiri hevði tað bøtt um lívsgóðskuna, um tey kundu sloppi framat oftari.
Aðrir møguleikar fyri viðgerð
Eg skilji væl, at norðoyingar og eysturoyingar hava ynski um styttri farleið til dialysuviðgerð. Lívsgóðskan hjá øllum nýrasjúklingum er nógv skerd orsakað av sjúkuni, og sjálvsagt er tað troyttandi at skulu brúka upp í hálvannan tíma í ferðing hvønn vegin til og frá dialysu. Eg rokni tó við, at tey, sum búgva í Vágum, í Sandoynni ella Suðuroynni eisini hava somu ynski.
Skal møguleiki vera at fáa dialysu aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, so kann tað at verða gjørt, við at tann einstaki persónurin sjálvur syrgir fyri viðgerðini, ella sum yvirlæknin nevnir, við hjálp frá heimatænastuni. Tað má tó ongantíð vera soleiðis, at sjúk fólk skulu føla seg noydd at fáa dialysumaskinu heim til hús, orsakað av at tað almenna skal spara. Ein møguleiki fyri norðoyingar kundi verið, at maskinur stóðu á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og at tey tískil kundu fingið viðgerðina í Klaksvík uttan meirkostnað fyri heilsuverkið.
á Argjum 11. Desember 2013
Hallbjørg Hansen