Eg átalið harðliga, at fólk, sum ikki eru upplýst, fáa loyvi til at framføra lygnir alment í føroysku fjølmiðlunum.
Øll vita vit, at satt demokrati ongantíð enn hevur veri galdandi í Føroyum!
Fólk, sum siga seg vera kristin, syngja sama lag og peika í heilum á donsku grundlógina, sum verandi grundstøði fyri Føroya land. Men hvat við bíbliuni? Bíblian sjálv vitnar, hvat vit skulu grunda lív okkara við. Slíkt finnist ikki, hvørki í donsku grundlógini (sum ongantíð enn hevur verið galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, og slíkt er tí heldur ikki niðurfest í stýrisskipanarlógini.) Hevði tú roknað við nøkrum øðrum? Men slík tala er ein lodrøtt lygn, tá sagt verður, at Føroyar hava eina demokratiska skipan, og at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar! Bert við at lesa søguligu gongdina hjá Føroyum gjøgnum øldir vísir bert, at Føroyar liva undir øllum øðrum, enn eini demokratiskari skipan. - Hví elska bæði heiðin og kristin somu lygnina?
Eg vildi fegin móttikið rætta svarið frá báðum leirunum.
Hvar er tað ognarskjalið at finna, hvarí tað er prógvað, at Føroyar eru danalands ogn, og at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar?
Politikkurin hjá Hitler er framvegis galdandi í Føroyum. »Sig eina lygn nóg oftani, so fer fólkið at trúgva lygnini til síðst!«
Àheitan mín til Dimmu og Hera Mohr er: »Leggið ognarskjalið víðopið fyri almenninginum sum prógvar, at Føroyar eru donsk ogn burturav!«










