Rolf Guttesen
”Men, 6. oktober 1992 brast illusiónin – og nógv annað. Vinnulív, bankar, landsstýri og privatfólk vóru um at fara, ella fóru fallit. Atli Dam og Jógvan Sundstein fóru til Donsku Stjórnina at biðja um hjálp. Og tað vóru ikki milliónir teir bóðu um, men milliardir”
Havi við áhuga fylgt við í orðaskiftinum millum Hera Mohr (HM) og Sonna Smith (SS). Eg havi tó ikki sæð tað,sum skrivað var í Skáanum, har SS skrivaði tað fyrsta. Umframt tað, at diskussiónin er áhugaverd, so fekk tað meg at hugsa nakrar tankar, sum kanska fara eitt sindur víðari enn sjálv lesarabrøvini. Eg havi roynt at samanfata tað í yvirskriftini. Og eg veit, at onkur heldur, at nú geri eg ov nógv av, men tað gerst ikki við.
Akutt neyðhjálp bleiv til ”niðurbinding”
HM hevur heft seg við at SS brúkar orðingina: ”Føroyar vórðu niðurbundnar 6. oktober 1992”. Ja, niðurbundnar! Eg stúrsaði eisini við, tá eg las hatta fyrstu ferð.
Tað sum hendi fyrst í 90-unum var, at tað føroyska politiska og vinnuliga ”establishment” spældi fallit. Allir politiskir flokkar áttu lut í politikkinum, sum førdur var, og vinnulívið dusaði sær í stuðulskipanum, sum eina tíð gjørdi alt møguligt. Men so endaði tað allíkavæl við at alt bleiv púra ómøguligt.
Búskaparligar útrokningar vóru ikki neyðugar!
Eg minnist eina viðmerking frá einum bankamanni á einum fundi aftaná at skrædlið var hent. Hann segði stillisliga, tá skotið var upp av avtaka landskassaveðhaldini, sum í fleiri ár automatiskt vóru givin til ma. skipakeyp: ”Ja men, so noyðast vit jú at fara undir at gera nakrar økonomiskar berokningar.”
Í hesum las eg, at tað higartil ikki hevði verið neyðugt hjá bankum at spekulera uppá, um verkætlanir vóru realistiskar og haldgóðar, ella rein fantasi og spekulatión. Bankarnir fingu undir øllum umstøðum pengarnar aftur – frá Landsstýrinum. Hesin eini setningur, sum hevur bitið seg fasta í mínum minni, sigur nakað um hugburðin, politikkin og vinnuna í 80’unum, og hvussu ein grundleggjandi hugburðsbroyting skuldi til tá.
Allir lángevarar seta treytir - eisini tá føroyingar skulu læna
Men, 6. oktober 1992 brast illusiónin – og nógv annað. Vinnulív, bankar, landsstýri og privatfólk vóru um at fara, ella fóru fallit. Atli Dam og Jógvan Sundstein fóru til Donsku Stjórnina at biðja um hjálp. Og tað vóru ikki milliónir teir bóðu um, men milliardir. Teir fingu tað umbidnu hjálpina, astronomiskar støddir eftir føroyskum viðurskiftum. Undirskriftirnar vóru settar Og skamm fái tann lángevari, sum ikki setir vissar treytir – eisini tá stór lán verða givin.
Tað kunnu bara vera føroyskir romantikarar uttan realitetssans, sum kunnu hugsa sær tað. Men Atli og Jógvan góðtóku treytirnar. Tað keðiliga var bara tað, at teir høvdu ikki dirvi til fult og heilt at standa við hetta, tá teir komu heim aftur. Teir báðir, sum annars hava víst politiskt skynsemi í øðrum lutum.
Mytur um kupp og komplott
Hetta er tað, sum HM við aðrari orðing ger vart við. Og hann hevur eftir mínum tykki púra rætt. Tað sum ræðir meg, eru tær mytur, sum ein partur av politiska spektrinum hevur íspunnið. Danska neyðhjálpin til eitt Føroyar ”í fríum falli” - er nú blivin til niðurbinding, og hartil søgur um komplott og kupp og annað ilt.
SS roynir so í einum svari til HM, tann 20.10.06 í Sosialinum, at forklára síni orð við, at tað at hús vóru niðurskrivaði í virði gjørdi, at fólk kendi tað sum at vera niðurbundin. Hetta nevnir hann enntá at ”tíggjutúsundtal føroyingar vórðu fæloysingar” – so, so fæloysingar?
Hvat er ein fæloysingur?
Fæloysingur er eftir orðabókini tað sama sum ein proletarur. Og ein proletarur er ein, ið bert hevur sína arbeiðskraft at selja. Tað er ein lønarbeiðari. So hetta er begrepsforvirringur hjá Sonna. Tað at vera fæloysingur hevur einki beinleiðis við bústaðarviðurskiftini at gera. Tað er nærri tengt at tí, um tú skalt tjena til lívsins uppihald við at arbeiða sum løntakari, ella um tú fært tína inntøku sum kapitalavkast ella líknandi. Í so máta er klassasamfelagið slett ikki avskaffað, men ein javnaðarløgmaður kann eisini mistaka seg.
Tað kann hava sín prís - eisini hjá fæloysingum/lønarbeiðarum - at velja skeivar politikkarar, sum halda seg til mytur, hálvfascistiskar fyrimyndir, bíbilska fundamentalismu ella irrationellar tankar, sum ”Vit megna bert vit vilja.” Puha!
Realisma ella mytologi?
Eg má siga, at eg síggi størri realismu, sakligheit og víðsjón í greinunum hjá Hera Mohr. Og eitt vist mytologiskt myrkur myndar muruna í stubbunum hjá Sonna Smith.