Viðmerking til lesarabræv frá Helga Abrahamsen tingmanni Sambandsfloksins

Nei Helgi, blokkniðurskurður í 2001 kann ikki brúkast sum umbering fyri herferðina hjá Sambandsflokkinum móti pensjónistunum, ella raðfestingarnar hjá samgonguni til fíggjarlógina 2009

Vit høvdu eina ABC samgongu, ið endaði 4 ára valskeið sítt í januar 2004. Samstarvið endaði tó í desember 2003 við ruðuleika og innanhýsis skuldsetingum. Tað varð ógjørligt at gera arbeiðið liðugt, tá Jóannes Eidesgaard løgmaður frá tingsins røðarapalli fráboðaði dagin, løgtingsvalið skuldi verða. Harvið bleiv møguleikin, at skunda nøkur álvarsmál ígjøgnum í tólvta tíma, burtur.

Eftir valið vórðu nakrir CHE-turbulentir mánaðir, ið førdu til eina “undirskrifts-seancu” við D. Fáar dagar seinri endaði hesin glæntrileikur við, at eitt fult glas rann yvir, tá politiska hurðin í Tinganesi fór í baklás.

Eftir hesa hending reis ABC aftur úr kavi, á sama hátt sum fuglurin Fønix. Søgan endurtekur seg, og nú síggjast fruktirnar.

Sambandsflokkurin umsitir almannamál. Tað ber ikki til at skylda upp á nakran annan, tí tað er ongum øðrum at takka uttan Rósu Samuelsen og Sambandsflokkinum, at pensjónistarnir einsamallir skulu bera byrðarnar í fyrsta fíggjarliga nosinum, tí tað er har, raðfestingin er gjørd.

Undanmaðurin hevði neyvan latið hetta gingið. Tað var hann, sum við uppsagnarhóttanini hangandi yvir høvdinum, segði tey kendu orðini, tá sparast skuldi á almannaøkinum: “Forget it”,

Tað er eingin rættvísgering at økja íløgurnar við hundraðtals milliónum komandi árini, samstundis sum fráboðað verður ein møgulig komandi fíggjarlig ístíð. Einastu framløgdu og samtyktu lógaruppskotini, ið skulu bjarga samfelagnum, eru trý lógaruppskot til sparingar, 44, 45 og 46. Grundgevingin er, samfelagið megnar ikki at bera rakstrarútreiðslurnar fyri komandi ár til endurrindan av heiluvásgskostnaði, dagtilhaldum og prístalsreguleringini av pensjónunum, tilsamans áleið 10 milliónir. Helgi hetta er vánaligt, sera, sera vánaligt. Tað kunnu tú og øll samgongan, sum í hesum máli stóð øksl við øksl og fullkomuliga samd, ikki á nakran hátt tosa tykkum frá.

Í pensjónistamálinum eru tað samgongulimir, ið hava sovið í tímanum, ikki formaður Sjálvstýrisfloksins (hóast svøvngávurnar hjá honum munnu vera av teimum allarbestu).

Hendan óbótagerðin, ið bleiv framd móti føroyskum pensjónistum miðan desember 2008, skal ikki fáa loyvi at verða tagd burtur, ei heldur hyljast í átta ára gomlum royktámi.

Tingmanning Sjálvstýrisfloksins fer at gera tað ið gerast kann, at halda lyftini í valskránni, ið varð borin í hvørt hús í landinum.

Føroyar skulu tryggja øllum góð kor. Stakir uppihaldarar, lesandi, pensjonistar og tey, ið bera brek, skulu kunna støðast í landinum. Øllum mugu tryggjast nøktandi pensjónsrættindi.