Høvuðsorsøkin til læraraverkfallið sær út til at vera, at løgtingið hevur samtykt eina lóg uttan at nøkur játtan fylgir við.
Løgtingið er suverænt, tá umræður at lóggeva sáttmálar (konventiónir) í gildi. Vanliga fylgir ein kostnaðarmeting við, men hetta er ikki altíð so og heldur ikki altíð neyðugt, tí útreiðslurnar koma ikki fyrr enn lógin verður sett í gildi, men eitt »skot« uppá útreiðslustøðið átti altíð at verið lagt við frá umsitingini.
Fyri at lógir skulu fáa gildi, skulu tær undirskrivast av løgmanni ella landsstýrismanni og síðani lýsast í kunngerðarblaðnum.
Tá ein lóg verður løgd fyri ein løgmann ella landsstýrismann til undirskrivingar, skal avvarðandi stýrisstjóri hava tryggjað, at lógin kann útinnast á fult lógligan hátt. Tað vil m.a. siga, at peningur er tøkur. Ger hesin ikki tað, so brýtur hann sína tænastuskyldu.
Um ein lóg verður sett í gildi uttan at játtan til útinnan av henni fyriliggur, so er hetta brot á stýrisskipanarlógina. Er hon harafturat sett í gildi ímóti tilráðing frá umsitingini orsaka av vantandi játta, so er eisini talan um brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna.
Nú eri eg ikki lógarkønur, men hatta var tað, ið eg fekk at vita, tá ið vit viðgjørdu stýrisskipanarlógina fyri nøkrum árum síðani.
Seinastu árini eru fleiri lógir samtytar og settar í gildi uttan at nøkur játtan hevur fylgt við. Tað er hent á samferðsluøkinum, á postverksøkinum og nú til seinast hevur so fíggjarmálaráðharrin sáttmálabundið landskassan fyri eitt ótal av milliónum, sum hann alment hevur sagt, at hann ikki ætlar at játta fult út. Ei undur í, at alt er við at koyra fast.
Tann nevndin, ið skuldi vera samfelagsins, »etiski« vaktarhundurin, landsstýrismálanevndin, virkar yvirhøvur ikki sum tilætlað. Høvuðsuppgávan hjá nevndini skuldi vera at ansa eftir, at etiska støðið í umsitingini var í lagi, og at mannagongdir vórðu fylgdar og betraðar, har tær ikki vóru góðar nokk.
Tá ein so forsiktigur og reiðiligur maður sum Signar á Brúnni má fara til hús vegna brot á stýrisskipanarlógina, so er ikki í lagi við systeminum, tað dugi eg at rokna út. Og síðan er noktað ein kanning ? tað kann bara vera føroyskur politikkur, tá ið hann er ljótastur. Sjálvsagt eigur ein kanning av mannagongdum at verða gjørd, soleiðis at ongin annar heiðursmaður seinni kemur í hatta »feittifatið«.
Eitt annað dømi um óruddiligheit og tilvildarligheit hjá okkara útinnandi valdi er málið við Jákupi Mørkøre. Har var eitt dømi um ein leiðara, sum vildi halda sína játtan og ikki bróta stýrisskipanarlógina. Tá ið løgmaður hoyrdi um konsekvensirnar í fjølmiðlunum, reisti hann uggafjaðrarnar og Helena slaktaði ein stjóra, akkurát sum indiánararnir í Suðuramerika gera, tá ið teir vilja blíðka gudarnar. Og so var friður í tí framkomna rættarsamfelagnum Føroyar anno 2000. Um tað var bakari ella smiður, ið misti høvdið hjá okkum spurdi eingin um. Har skuldu bara lík á borðið, so var gott.
Tað skuldi verið so upplagt at gjørt eina tænastumannakanning av leiðsluni í almanna- og heilsustýrinum, ella alternativt sent Helenu til hús, tí hon eftir mínari fatan hevur roynt at trýst ein stovnsleiðara at bróta stýrisskipanarlógina.
Samanumtikið má eg siga við Anfinn Kallsberg, sum eg í nógvar mátar havi stóra virðing fyri, at tað er óforsvarliga óruddiligt umsitingarliga rundan um hann. Konsekvensirnir av hesum eru m.a. læraraverkfallið og tað at týðandi samfelagsfunktiónir brenna saman.
Vit mugu minnast til, at endaliga ábyrgdin av útinnandi valdinum hevur løgmaður einsamallur og hetta óskilið við at landsstýrisfólkini sleppa at slakta seg burtur úr teimum rasshøftum, tey eru komin í, má halda uppat.
Virðingarmest
Thomas Arabo