Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Justinus Eidesgaard blaðmaður hevur bersøgna og beinrakna viðmerking í Sosialinum 6. januar, ið ber omanfyri nevnda heiti. Í hesi grein verður undirritaði nevndur sum ein av teimum tigandi í útlendingamálinum og niðurstøðan er, at "tann sum tegir, hann samtykkir".
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at løgtingslimur Sjálvstýrisfloksins eisini er millum teirra, sum er sera misnøgdur við avgreiðsluna av arbeiðs-og uppihaldsloyvum í Innlendismálaráðnum. Tá Løgmálaráðið hevði umsitingina, var avgreiðslutíðin 3 til 4 mánaðar, men tá varð sagt, at hetta komst av seinu viðgerðini í Udlændingestyrelsen. Hetta árið, Innlendismálaráðið hevur havt uppgávuna og fráboðanin kom um, at danir vildu viðgera umsóknirnar samsvarandi tilmælum føroyinga, hevur verið heilt galið. Haldi ikki, at eg havi sett ljósið undir skeppumálið í hesum máli, men óttin fyri, at mín framferðarháttur skal skaða viðgerðina hjá teimum, ein so fegin vil hjálpa, er høvuðsorsøkin til, at ikki hevur verið rópt harðari.
Havi í tinginum víst á mína ónøgd, við fyrispurningi til Jógvan við Keldu, men hjúnini í Vestmanna eru tíverri ikki eindømi. Her í kommununi eru fleiri einstaklingar og familjur, íð mánað eftir mánað sita við bangnum hjarta og bíða eftir, at postboðið kemur við tí avgerandi svarskrivinum um framtíðar lagnu teirra, um tey fáa longt arbeiðsloyvi ella ikki.
Eg fari her í blaðnum at seta Jógvani við Keldu landstýrismanni hesar spurningar.
Tá bíða verður í nærum eitt ár eftir svari; er arbeiðsloyvi so galdandi frá útskrivingardegnum og eitt ár fram, ella er tað veruliga so galið at tilsøgnin verður givin frá dagfestingini á umsóknini og eitt ár fram, tvs. nærum útgingin, tá umsøkjarin fær hana ?
Fleiri tinglimir hava víst á ónøgd við avgreiðslu av arbeiðs/uppihaldsloyvum, seinast John Johannesen samgongulimur. Nær kann væntast, at viðurskiftini verða "normaliserað".
Landstýrismaðurin hevur á tingsins røðarapalli eftir fyrispurningi frá partamanni boðað frá, at hann ætlaði at seta ein bólk, umboðandi allar teir politisku flokkarnar, at viðgera útlendingaspurningin. Nær fer landstýrismaðurin at seta nevnda bólk ?
Løgmaður nevnir í nýggjársrøðu síni, at vit mugu velja, um vit vilja lata upp fyri teimum møguleikum, sum eitt víðkað samstarv við útlendingar og umheimin gevur, ella vit óttast hesa avbjóðing og lata aftur. Her vildi eg ynskt, at løgmaður boðaði frá, hvørjar framtíðarvónir teir útlendingar, ið valdu at koma higar til lands at arbeiða kunnu vænta sær. Fleiri hava búleikast her í nógv ár, hava greitt sínar samfelagsskyldur til fulnar og keypt hús og heim. Hesir einstaklingar og familjur ganga í støðugum ótta fyri at verða víst av landinum, nú tey eru blivin ein náttúrligur partur av samfelagnum, hava lært seg málið, eru vældámd á arbeiðsplássinum og av bygdafólkinum, eins og børnini klára seg eins væl og okkara í skúlanum.










