rækjuvinnu.« Ein langfarafloti Eitt er at trupulleikarnir við atgongd til rávøru nú verða loystir; hetta er tó ikki nakað sum í sjálvum sær gevur høvi til tann stóra veistlurómin. Ein lykla táttur sum sambært [...] umleið 60 prosent av tí sum føroyingar tilsamans veiddu av rækjum, nevniliga 14.000 tons av rávøru, ella umleið ein tíggjundapartur av tí sum kanadiarar veiddu. »Hvat rækjuvinnuni sum heild viðvíkur, so mugu [...] fiska meira, har sum rækjur eru at fáa - rækjuskipini eru ein langfarafloti eins og til dømis flakatrolarar; landsstýrið selir ávíst tonsatal av millum annað svartkjafti til aðrar tjóðir sum viðføra rættindi
skrivar blaðið. Hvørgin partur ynskir at siga nakað um prísin, men serkøn, sum Ekstra Bladet hevur tosað við, meta, at prísurin liggur um 200 milliónir. Peder Hornshøj og Henrik Søndergaard stovnaðu Bravo Tours [...] Hetta er teirra lívsverk, og hóast teir hava selt Bravo Tours verða teir sitandi sum stjórar og hava somuleiðis fingið ein minnið part av partapeningum í nýggja ferðavinnurisanum. Teir siga við Ekstra Bladet [...] hava sett dagsskránna innan góðsku á danska ferðavinnumarknaðinum, og hetta konsept er fullkomi til ein norðurlendskt charterfelag.
stødd sum Fuglafjørður, heldur fleiri íbúgvar o.u. 1600. Har á staðnum er uttandurðahylur og flestu okkara svumu í morgun. Umframt sjálvan hylin, sum er 29 stig heitur, eru tveir gosbrunnar, sum eru væl [...] - umframt okkum 20, sum spældu, vóru 12 onnur við á ferðini. Viðførisrúgvurnar stórar og saman við ljóðførunum okkara tóktist tað fyri onkrum vónleys uppgáva at fylla í bussin, sum koma skuldi vestan úr [...] Umframt okkum føroyingar og íslendingar vóru rættiliga nógv týsk ferðafólk Veðrið sum áður nevnt gott og havið slætt - sum á gólvinum. Móttøkan góð Seyðisfjørður er rættiliga drúgvur. Fyri okkum vísti seg
skaða, tá ein 25 metrar langur og 12 metrar breiður fóðurflaki sakk við Reyðafjørðin á íslendska eysturlandinum. Veðrið var ruskut á leiðini við nógvum vindi. Talan er um fóðurflakan Munnin, sum alifelagið [...] nakrantíð vóru í vanda. Umborð á fóðurflakanum vóru umleið 10.000 litrar av diesel, men sum skilst, er einki, sum bendir á, at olja higartil er likin úr flakanum. Enn er ikki greitt, hví fóðurflakin fór [...] sunnunáttina. Sambært íslendskum miðlum kom vaktarskpið Thor á leiðina sunnunáttina, men tað var einki, sum skip og manning kundu gera fyri at byrgja upp fyri skipsbrotinum. Alifelagið Laxar hevði boðað frá
helst ein góður møguleiki hjá Íslandi at fáa ávirkan á komandi fiskivinnupolitikkinum í samveldinum, sum Ísland er á veg inn í. Tað er nú, tann lagaligan løtan er. Nýggi fiskivinnupolitikkurin, sum skal [...] kkin verður skrivað. Tað mest sannlíka er, at tey londini, sum koma aftaná, ikki fáa møguleikan at ávirka men hinvegin mugu taka við tí, sum er samtykt og galdandi. Alt hetta hevur leiðslan í íslendsku [...] Orsøkin til, at Føroyar eiga at nærkast ES og gerast partur av samveldinum, er enn sum áður púra greið. Tíðin við tjóðum, sum arbeiða einsamallar í heiminum, er farin. Ì dag er tað av størsta týdningi at
úrslit, tí í føroyska málinum spældi Gunnar Nielsen ein rimmardyst! Í tveimum førum var talan um skallarar frá Alfreð Finnbogason eftir hornaspørk, sum Gunnar lættliga tók sær av, men so var tað tann einki [...] SigÞórsson langt úti í yvirtíðini. Hesin sami Kolbeinn SigÞórsson hevði eisini ein annan stóran kjans ímóti endanum á dystinum, sum kundi lukkað dystin, eftir at Pól Jóhannus Justinussen í næstsíðsta minutti [...] veruliga lív í íslendska spælið, tá ein løta var farin, har Føroyar kanska høvdu sítt besta spæl. Men 20 minuttir inn í seinna hálvleik var tað júst Eiður Smári, sum úr høgru síðu spældi bóltin innfyri
eitt mál, sum liggur nakað frammi í tíðini, tí neyvan verður nøkur útbjóðing aftur í bræði. Treyðugt so, tí møguleiki kann vera fyri at bjóða út ella lata onkrum oljufelag loyvi at bora í øki, sum ikki varð [...] vit høvdu lagt til rættis. Í onkrum føri hava teir brúkt okkum sum fyrimynd, í øðrum føri hava teir sett oljufeløgunum harðari treytir. Ein kann spyrja, hvat hesi óhepnu signalini úr Íslandi kunnu læra [...] mælti frá, tí hetta fóru feløgini at taka sum eina treyt aftrat, nú tað vildi treytað føroyska luttøku í øllum loyvum. Eisini tí at mett var ikki, at samfelagið sum so varð búgvið til tess. At vit so fingu
tíð síðani lagt ein leist fyri samráðingum um ES-limaskap. Umsóknin liggur klár. ES-nevndin bjóðar til samráðingar Í Brússel verður eisini arbeitt fyri íslendskum limaskapi. So seint sum 10. desember helt [...] pláss í ES. Hetta merkir helst, at ein íslendskur ES-limaskapur kann koma upp á pláss rættiliga skjótt eftir, at politikararnir í Reykjavík hava funnið semju um ein leist og eina samráðingarstrategi. Lat [...] kur og Føroya land standa uttanfyri, fáa vit ein europapolitiska kreppu. Tann kreppan kemur oman á altjóða fíggjarkeppuna, ið longu nú er um at gerast ein búskaparkreppa her í landinum. Boðskapin endurtaki
og søgur, sum vitni høvdu fortalt, og sumt av hesum var hent fyri 30 árum síðan. - Her vóru eisini smáting og søgur, sum eg veit ikki passa, og so kortini setti avhoyrarin hesar søgur fram, sum um talan [...] skuldi gjalda loysigjaldið í kryptovaluta, sum ikki kann sporast. Men tað, sum ikki er komið serliga nógv fram í Hagen-málinum, er, at tað var Tom Hagen sjálvur, sum vísti løgregluni á henda mannin, tí hann [...] og løgregluna, síðan í juni mánaði í ár. Hin 3. juni varð ein roynd gjørd at koma á tal við drápsskuldsetta, men tá maðurin var møttur, og ein løta var farin, gjørdist Tom Hagen illa til passar. Fundurin
Neyðugt var at boðsenda lokalum veiðimonnum, tá ein ísbjørn fyrrapartin fríggjadagin nærkaðist einum barnagarði í grønlendska býnum Kangaatsiaq. Veiðimenn, sum komu á staðið, kendu seg noyddar at skjóta bjørnina [...] snakkað við lokala veiðimannin, Villads Themothæussen, sum saman við Pavia Siegstad og Nikolaj Steenholdt skutu ísbjørnina. - Vit fingu boð um, at ein ísbjørn nærkaðist barnagarðinum, og vit lupu heim at [...] umleið 100 metrar frá henni, sigur Villads Themothæussen. Hann vísir á, at barnagarðurin í býnum liggur bert 150 metrar burtur frá staðnum, har ísbjørnin varð skotin, men tíbetur hevði stóra dýrið ikki