Neyðugt var at boðsenda lokalum veiðimonnum, tá ein ísbjørn fyrrapartin fríggjadagin nærkaðist einum barnagarði í grønlendska býnum Kangaatsiaq. Veiðimenn, sum komu á staðið, kendu seg noyddar at skjóta bjørnina.
Heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - hevur snakkað við lokala veiðimannin, Villads Themothæussen, sum saman við Pavia Siegstad og Nikolaj Steenholdt skutu ísbjørnina.
- Vit fingu boð um, at ein ísbjørn nærkaðist barnagarðinum, og vit lupu heim at fáa fatur í riflum. Tá vit komu oman, sóu vit ísbjørnina, og tá eg skeyt, vóru vit umleið 100 metrar frá henni, sigur Villads Themothæussen.
Hann vísir á, at barnagarðurin í býnum liggur bert 150 metrar burtur frá staðnum, har ísbjørnin varð skotin, men tíbetur hevði stóra dýrið ikki gjørt seg inn á nakað menniskja.
- Eg hevði hoyrt frá fólki, at ísbjørnin varð sædd inni í býnum eina nátt herfyri, og eg havi eisini skilt, at hon hevur verið nær sletuhundum í býnum, sigur Villads Themothæussen.
Hann leggur aftrat, at tað er altíð ein stór uppliving at skjóta eina ísbjørn. Nógv fólk koma á staðið, og tað tekur ikki langa tíð, til dýrið er flett og stykkjað sundur.










