Umstøðurnar til fótbólt vóru tær bestu á Laugardalsvøllinum, har tað var næstan stilli og eitt sindur av vætu í luftini. Fyrstu løtuna beinleiðis regnaði, so vøllurin var nakað vátur, men tað batnaði so líðandi.
Kortini var tað neyvan veðrið, ið gjørdi, at báðir partar vóru rættiliga varnir at byrja við. Lítið av ítøkuligum atsóknum var at síggja, og onkursvegna tóktist tað, sum varð nokk so nógv spælt við hondbremsuni uppi.
Ísland hevði bóltin nógv meira enn Føroyar, men allíkavæl spældu íslendingar nokk so nógv upp á tað trygga og høvdu hug at ansa eftir, at teir ikki kastaðu seg so nógv fram, at teir skuldu missa bóltin.
Fyrstu ítøkiligu royndina hevði Jóan Símun Edmundsson, tá hann langt úti valdi at smekka til, og bólturin streyk stutt oman fyri málið. Hetta var tann fyrsta av tilsamans fýra føroyskum royndum, ið tó eingin endaði við at vera innan fyri íslendska málkarmin.
Gunnar bara best
Men sum hálvleikinum leið, kom meira lív í spælið hjá vertunum, ið settu seg á tað mesta og nú eisini fóru at søkja meira beinleiðis at føroyska málinum. Tó uttan úrslit, tí í føroyska málinum spældi Gunnar Nielsen ein rimmardyst!
Í tveimum førum var talan um skallarar frá Alfreð Finnbogason eftir hornaspørk, sum Gunnar lættliga tók sær av, men so var tað tann einki sera stóri kjansurin, har Gunnar á ófatiligan hátt fekk bent bóltin burtur inni á sjálvari málstrikuni, tá Birkir Bjarnason royndi seg úr stuttari frástøðu.
Nógv annað hendi ikki fyri steðgin uttan tað, at mitt í hálvleikinum fekk Hallur Hansson ein snudd, ið fekk fleiri at óttast fyri, at hann ikki kom innaftur, tí longu frá byrjan hevði hann gingið undan á vøllinum. Men høvdið varð vavt inn í ljósabrúnt bind, og spældi hann bara víðari við somu ferð.
At Gunnar hevði eitt sera gott kvøld, bleiv staðfest fleiri ferðir aftrat í dystinum, tí nakrar minuttir áðrenn íslendska málið, stóð nógv á føroyingunum í eini dupultari íslendskari roynd.
Fyrst fekk Gunnar upp á onkran heilt løgnan máta bent bóltin burtur á sjálvari strikuni, og síðani sendu íslendingar ein skallara beint fram við aftaru stong og hálvtóma málinum.
Fyri ikki at tosa um síðstu løtuna av dystinum, tá føroyski málverjin í tveimum førum fekk púra fríar menn ímóti sær, men fekk gjørt seg so stóran, at teir noyddust at skjóta uppum – fyrst Jóhann Berg Guðmundsson einar 20 minuttir fyri tíð og síðani Kolbeinn SigÞórsson langt úti í yvirtíðini.
Hesin sami Kolbeinn SigÞórsson hevði eisini ein annan stóran kjans ímóti endanum á dystinum, sum kundi lukkað dystin, eftir at Pól Jóhannus Justinussen í næstsíðsta minutti kundi verið nær við at javnað, um ikki Ragnar Sigurðsson tveitti seg fyri í evstu løtu, so einki kom burturúr.
Hagtøl vinna einki
Um hugsað verður um hagtølini, var einki at siga til, at Ísland vann dystin, tí tilsamans høvdu íslendingar 17 royndir á føroyska málið – sjey upp á mál og 10 uttanfyri – umframt at Jóhann Berg Guðmundsson heilar 12 ferðir fór út til hornaflaggið at sparka.
Men at hagtøl vinna ongan dyst, máttu íslendingar sanna, og hóast onkrir av teimum eftir dystin kanska tóku munnin í so fullan, tá teir tosaðu um, at teir áttu at havt vunnið við sjey málum, var tað onkursvegna løgið, at teir bara skuldu vinna við tí eina málinum.
Spurningurin er so haraftrat, um tað málið nakrantíð skuldi verið viðurkent, og føroysku spælararnir mótmæltu so hjartaliga, tí teir hildu mannin, ið varð skrivaður fyri málið, brúka hondina til hjálpar.
Stóra stjørnan, Eiður Smári Guðjohnsen, ið áskoðararnir dáma sera væl, kom inn eftir steðgin og setti veruliga lív í íslendska spælið, tá ein løta var farin, har Føroyar kanska høvdu sítt besta spæl.
Men 20 minuttir inn í seinna hálvleik var tað júst Eiður Smári, sum úr høgru síðu spældi bóltin innfyri, so Birkir Bjarnason kundi smekka til. Tað skotið hildu føroyingarnir, at Gunnar lættliga hevði tikið, men inni fyri málinum – og eisini mistonkiliga nær rangstøðu – stóð altso Kolbeinn SigÞórsson, so bólturin kom í hondina á honum, broytti kós og fór í málið.
Ísland hendavegin
Og soleiðis endaði tað altso við, at Ísland vann landsdyst nummar 25 ímóti Føroyum, og hóast sigurin bleiv tunnur við bara hesum eina málinum, var hann heilt avgjørt uppiborin.
Føroyska liðið megnaði ikki at spæla seg til nóg ítøkiligar málmøguleikar, og hóast onkrar royndir vórðu gjørdar at koma í góðar støður, var tað ov lætt hjá íslendingunum at lesa, so teir fingu forðað fyri.
Hinvegin var verjukenda spælið hjá Føroyum so avgjørt á góðari leið, tí annars hevði tapið sjálvandi verið væl størri. Verjuspælið byrjaði langt frammi á vøllinum, har spælararnir av øllum alvi ígjøgnum dystin royndu at arbeiða fyri at betra um, hvussu teir vóru skipaðir.
Og í aftastu ketuni leikaði mangan hart á, tí av íslendsku royndunum vóru ikki so nógvar úr stórari frástøðu, men oftast eftir álop og innlegg, ið løgdu upp til, at okkurt skuldi henda inni fyri málinum.
Hóast dysturin vísti, at íslendska liðið ikki av ongum liggur triðfremst í sínum bólki í HM-undankappingini, og eisini greitt hevði munin mikukvøldið, verður standandi í tølunum, at Ísland vann 1-0 og ikki næstan so og so nógv…
Nú er so bara eftir at ynskja, at íslendingar skjótt koma hendavegin at spæla, tí síðstu dystirnir hava verið í Íslandi. Vit kundu trongt til ein góðan heimadyst ímóti íslendingum, nú so langt er síðani seinast!