Ísbrúgv millum løgreglu og Hagen-familjuna

Síðan 70 ára gamli miljarderurin varð skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, hava hvørki miljarderurin sjálvur ella børn hansara viljað vitað av løgregluni.

 

 

Samband hevur ikki verið millum drápsskuldsetta miljarderin, Tom Hagen og løgregluna, síðan í juni mánaði í ár. Hin 3. juni varð ein roynd gjørd at koma á tal við drápsskuldsetta, men tá maðurin var møttur, og ein løta var farin, gjørdist Tom Hagen illa til passar. Fundurin varð slitin, og miljarderurin fór til hús. Síðan hevur verjin, Svein Holden, mælt Tom Hagen til ikki at fara til fleiri avhoyringar, soleiðis sum støðan er, og hesum ráðum hevur hann fylgt.

Hetta merkir tó ikki, at løgreglan ongantíð hevur avhoyrt miljarderin. Tað hava tey gjørt heilar 12 ferðir, síðan kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv. Maðurin hevur tó ikki verið til avhoyringar, síðan hann varð handtikin og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - hin 28. apríl í ár. Men, prógvini, sum løgreglan helt seg hava, hildu ikki til varðhaldsfongsling, og tískil varð maðurin leyslatin aftur nakrar dagar eftir handtøkuna. Løgreglan hevur tó framvegis mannin skuldsettan í málinum.

Leygardagin komandi verða júst tvey ár liðin, síðan kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog. Seinasta lívstekin til hennara er ein stutt telefonsamrøða, hon hevði við sonin hin 31. oktober í 2018 klokkan 09.14. Síðan henda dag hevur ríkmanskonan verið sporleyst horvin. Eingi prógv eru um, at hon er á lívi, og eingi prógv eru um, at hon er deyð.

Tað var á sumri í 2019, at størsta krimigáta í Noregi tók eina nýggjan vend. Tað, sum løgreglan fyrst helt vera eitt rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli, helt løgreglan nú vera eitt tilætlað og væl tilrættalagt dráp.

Síðan fundin hin 3. juni, har Tom Hagen møtti hjá norsku kriminalløgregluni, hevur einki samband verið millum partarnar. Løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, sigur við Dagbladet í dag, at miljarderurin hevur rætt til at sýta fyri at verða avhoyrdur, og tað noyðist løgreglan at fyrihalda seg til. Hon sigur tó, at løgreglan ynskir nýggjar avhoyringar av Tom Hagen, tí tey halda, at hetta hevur týdning fyri at lýsa málið.

Hon leggur tó dent á, at løgreglan hevur ein hóp av tilfari at kanna. Her er ein rúgva av skjølum, áður gjørdar avhoyringar og vakmyndaupptøkur. Norska kriminalløgreglan hevur fleiri ferðir heitt á Tom Hagen um at koma til nýggjar avhoyringar, men miljarderurin hevur ikki tikið av, og tað hevur hann eisini fullan rætt til sum skuldsettur.

- Vit hava mælt honum til ikki at fara til fleiri avhoyringar, og hann hevur gjørt av at fylgja okkara tilmæli, sigur verjin hjá honum, Svein Holden, sum tó ikki vil gera viðmerkingar til, hví hann hevur mælt miljarderinum til hetta. Verjin hevur áður sagt við Dagbladet, at hann ikki dugir at síggja, at nýggjar avhoyringar føra málið nærri einari loysn í løtuni.

Verjin hevur eisini sagt, at kanningararbeiðið, sum nú er í gongd, eftir hansara tykki ikki hevur til endamáls at greiða málið um, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen, men at málið heldur er koyrt fast í einum villispori, har løgreglan liggur úti eftir at fella Tom Hagen.

Tað er ikki bara verjin hjá miljarderinum og Tom Hagen sjálvur, sum ikki hava serliga stórt álit á kanningararbeiðnum hjá løgregluni. Tað hava tey trý børnini hjá Hagen-hjúnunum heldur ikki, og tey hava í langa tíð heldur ikki viljað tikið av tilboðnum hjá løgregluni um nýggjar avhoyringar.

Dóttir Hagen-hjúnini hevur í einum áður umrøddum brævi, hon ætlaði at senda til norska ríkisadvokatin, funnist hvassliga at arbeiðnum hjá løgregluni í málinum. Í brævinum, sum norskir miðlar hava fingið innlit í, greiðir hon niður í smálutir frá, hvussu hon hevur upplivað arbeiðið hjá løgregluni.

Í brævinum greiðir hon frá seinastu avhoyringini, har tey trý børnini skuldu møta samstundis, og hon heldur, at hetta var fyri, at tey ikki skuldu kunna siga somu søgu. Hon sigur, at avhoyringin var drúgv, og her var talan um gitingar og søgur og spurningar niður í smálutir um eitt nú kynslívið hjá foreldrum hennara. Løgreglan spurdi hana eisini um onkrar frágreiðingar og søgur, sum vitni høvdu fortalt, og sumt av hesum var hent fyri 30 árum síðan.

- Her vóru eisini smáting og søgur, sum eg veit ikki passa, og so kortini setti avhoyrarin hesar søgur fram, sum um talan var um stórmál, skrivar dóttirin í brævinum.

Eftir at tað hevur verið rættiliga kalt millum løgregluna og Hagen-familjuna í mánaðir, kallaði løgreglan tey trý Hagen-børnini til eina samrøðu hin 24. september, har løgreglan vildi greiða teimum frá gongdini í málinum. Her var tó ikki talan um avhoyringar, tí eins og pápin, sýta børnini eisini fyri at lata seg avhoyra av løgregluni, tí tey duga ikki at síggja, at hetta loysir upp í málinum.

##med2##

- Støðan er ikki broytt. Fyri børnini er tað púrasta óhugsandi, at pápin hevur nakran leiklut í, at mamman er horvin, sigur stuðulsadvokaturin hjá Hagen-børnunum, Ståle Kihle, sum var saman við børnunum á fundinum við løgregluna í september.

Sonevndi “kryptomaðurin”, sum er skuldsettur fyri rán av Anne-Elisabeth Hagen - og eisini hevur verið skuldsettur fyri dráp av somu - hevur sambært Dagbladet heldur ikki verið til nýggjar avhoyringar hjá løgregluni. Hin 32 ára gamli maðurin setti seg í samband við felagið hjá miljarderinum, Tom Hagen, tí hann hevði eitt handilshugskot, ið snúði seg um kryptovaluta’ina, bitcoin.

Orsøkin til, at løgreglan fór eftir hesum manni er, at hann hevur kunnleika til kryptovaluta og sonevnda hóttanarbrævið, har Tom Hagen verður kravdur eftir loysigjaldi fyri konu sína, segði, at miljarderurin skuldi gjalda loysigjaldið í kryptovaluta, sum ikki kann sporast.

Men tað, sum ikki er komið serliga nógv fram í Hagen-málinum, er, at tað var Tom Hagen sjálvur, sum vísti løgregluni á henda mannin, tí hann visti, at hann nakrar ferðir hevði verið á gátt í fyritøkuni - eisini óboðin - og spurt, um miljarderurin hevði hug at gera eitt samstarv, har Tom Hagen var fíggjarligur íleggjari.

##med3##