Íslendingar bjóða føroyingum baltiskar rækjur at selja bretum

Nú Baltalond gerast limir í ES fær rækjuvirkið á Oyri nýggja atgongd til hart tiltrongda rávøru, sum kreppurakt føroysk rækjuskip ikki kunnu veita - men kann rækjuflotin geva sær vónir um betri veiðirættindi undir føroyskum flaggi?

Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com

[RÆKJUVINNA]

Rækju- og skeljavirkið hjá partafelagnum O.C. Joensen hevur ikki óvæntað fingið sín lut í teimum væl kendu trupulleikunum innan rækjuvinnuna á okkara leiðum. Men hóast virkið mátti enda árið 2003 við stórum millióna undirskoti, er alt annað enn øskukalt á Oyri. O.C. Joensen er framvegis stórveitari í Stóra Bretlandi og stendur fyri nærum einum tíggjundaparti av øllum kaltvatns rækjum ið bretar innflyta, hóast virkið í veruleikanum bara arbeiðir við hálvari kraft. Sambært stjóran, Hans Johannes á Brúgv, sum júst hevur verið í Íslandi fyri millum annað at kanna møguleikarnar at keypa rávøru frá tí íslendskt stýrda baltiska rækjuflotanum, eru vónirnar góðar um at virkið klárar skerini og kemur at venda verandi halli til vinning.

»Alt hetta er ikki heilt ókomplicerað,« staðfesti Hans Johannes á Brúgv og vísti til at rækjuprísirnir í stóran mun liggja púra uttan fyri alla avgerandi føroyska ávirkan. »Teir lækkandi prísirnir kunnu síggjast í ljósinum av at kanadiarar, íslendingar, norðmenn og grønlendingar hava undiroyst marknaðirnar við mongdum sum hava trýst prísirnar niður. Júst av hesari orsøk krevjast størri nøgdir nú enn fyrr fyri at fáa nakað burturúr í rækjuvinnuni.«

Nakað heilt annað er so at føroyingar kunnu meira ella minni sjálvir avgera hvussu stóra orku vit leggja í og hvussu vit raðfesta við millumtjóða samráðingar um handils- og veiðirættindi.

»Vit koma ikki uttan um politiskar tættir sum handils- og veiðirættindi,« helt Hans Johannes á Brúgv fram, »serliga í mun til ES, men eisini í mun til lond sum Kanada, Grønland, Ísland og Noreg. Føroysk rækjuskip hava fyrr havt veiðirættindi á sera góðum fiskileiðum og hóast hesi eru gloppin okkum av hondum eigur tað at vera møguligt at endurvinna onkur teirra; hvat viðvíkur øðrum handilsligum rættindum sum umfata rækjuvinnuna, so áttu møguleikar fyri at bøta um eisini at verið har.«


Flaggaðu út

Herfyri setti Landsstýrið eina nevnd ið skal arbeiða skjótt at kanna støðuna í rækjuvinnuni og koma við tilmælum um hvørjar ábøtur ið kunnu gerast; í hesum sambandi man lítil ivi vera um at okkara rækjuvinna bíðar í spenningi eftir einum útspæli. Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, vil enn ikki siga nakað um hvørji tilmæli hann roknar við koma frá nevndini, men sambært Hans Johannes á Brúgv ynskja fleiri innan vinnuna at tann føroyski rækjuflotin fær møguleikan at fara undir hentleikaflagg.

»Fleiri meina at um okkara rækjufloti ikki kann fáa frægari veiðirættindi undir føroyskum flaggi so má flotin fáa møguleikan at fara undir fremmand fløgg. Eitt annað ynski sum hevur ljóðað í seinastuni er at skipini fáa møguleika at sigla undir FAS (Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini) í kombinatión við at rækjuvinnan verður raðfest hægri við komandi handilssamráðingar, og fær størri kvotur hjá ES.«

Men okkara grannar íslendingarnir hava gingið sínar serligu leiðir fyri at vinna á rækjuvinnu trupulleikum. Longu fyri fleiri tíggju-árum síðani flaggaðu íslendingar nógv rækjuskip út og skrásettu meginpartin undir baltisk fløgg. Sambært upplýsingar verða ídag sera stórir partar av baltiskari rækjuvinnu stýrdir úr Reykjavík; íslendingar hava soleiðis bygt sínar strukturar í rækjuvinnuni í samstarvi við baltar og alt hetta er onkursvegna innbygt í handilsavtalur við ES, so at íslendingar kunnu framleiða baltiskar rækjur í Íslandi og selja tær til ES uttan toll. Nú ið Estonia, Latvia og Lituania gerast limir í ES tann 1. mai, verður ikki roknað við at bygnaðurin í baltiskari rækjuvinnu verður stórvegis broyttur, hóast tað er greitt at møguleikarnir hjá føroyingum at koma inn á ES marknaðin betrast.

Tað er soleiðis eisini skilagott fyri føroyingar at røkja góð sambond við íslendingar á tí rækjuvinnuliga økinum.

»Vit hava leingi verið undir ávirkan av fallandi prísum á heimsmarknaðinum aftur við einum alsamt hækkandi kostnaðarstigi? Á ein hátt sigur tað seg sjálvt at onkustaðni á leiðini kann roknistykkið ikki ganga upp. Hetta hevur so fyri okkara viðkomandi borið í sær minkandi atgongd til rávøru; tann føroyski rækjuflotin er nevniliga minkaður niður í næstan einki og tey fáu skip sum eru eftir kunnu ikki sum er nøkta tørvin her. Tí mugu vit fegnast um at Baltalondini nú gerast limir í ES tí hetta gevur møguleikar at keypa inn rækjur frá íslendingum sum jú stýra stórum pørtum av baltiskari rækjuvinnu.«


Ein langfarafloti

Eitt er at trupulleikarnir við atgongd til rávøru nú verða loystir; hetta er tó ikki nakað sum í sjálvum sær gevur høvi til tann stóra veistlurómin. Ein lykla táttur sum sambært Hans Johannes á Brúgv má adresserast í og við at altjóða rækjuprísir neyvan koma at hækka í næstu framtíð, er ein avtala millum Føroyar og ES sum avmarkar okkara útflutning av lidnum rækjuvørum til so lítið sum 3000 tons um árið; hetta mótsvarar bert eina góða helvt av framleiðslu orkuni hjá O.C. Joensen.

»Realistiskt dugi eg ikki at síggja nakrar ábendingar um at rækjuprísirnir fara at hækka í næstum,« segði Hans Johannes á Brúgv. »Eftir er so at gera enn meira fyri at búskaparliga optimera okkum bæði tá tað snýr seg um innkeyp, framleiðslu og sølu; tað merkir at vit mugu effektivisera og rationalisera allastaðni har tað er møguligt, í enn størri mun enn vit longu hava gjørt, í tann mun tað ber til. Men samstundis merkir alt hetta at vit, fyri at kunna fáa vinning burturúr, mugu arbeiða við størri nøgdum. Trupulleikin er at vit sleppa ikki upp um tey 3000 tonsini, hóast vit kunnu framleiða nærum dupult so nógv. Har vóna vit so at hetta hámarkið verður lyft upp við nøkrum túsund tonsum.«

Hyggja vit til samanberingar eftir almennum hagtølum frá coldwater rækjuvinnuni, so sæst at kanadiarar lógu á odda við 26.560 tonsum av pilkaðum rækjum, næstir teimum komu íslendingar við 23.400 tonsum, síðani norðmenn við 19.250 tonsum, so grønlendingar við 16.450 tonsum. Tey 3.000 tonsini føroyingar framleiddu umboðaðu umleið 60 prosent av tí sum føroyingar tilsamans veiddu av rækjum, nevniliga 14.000 tons av rávøru, ella umleið ein tíggjundapartur av tí sum kanadiarar veiddu.

»Hvat rækjuvinnuni sum heild viðvíkur, so mugu skipini fáa møguleikar at fiska meira, har sum rækjur eru at fáa - rækjuskipini eru ein langfarafloti eins og til dømis flakatrolarar; landsstýrið selir ávíst tonsatal av millum annað svartkjafti til aðrar tjóðir sum viðføra rættindi í Barentshavinum til flakatrolarar. Ein langafarafloti er ein langfarafloti og so má rækjuflotin koma í tann bólkin; sum slíkur eigur hann eisini part í svartkjafti sum verður handlaður via kvotur.«


Virði í marknað

Søgan aftan fyri O.C. Joensen er long og byrjar afturi í 1890unum, ikki langt aftan á at tann kongaligi einahandilin varð avtikin í Føroyum. Tá fekk gamli Ole Christian Joensen handilsloyvi og fór í holt við vinnuligt virksemi. Hann var sera ágrýtin og framsíggin og longu í 1930unum fór hann í holt við at framleiða sild. Fyritøkan keypti í 1957 ta umbygdu sluppina ?Agnas Louise? ið varð brúkt til sildaveiði. Í 1968 keypti virkið ?Poppy? ið fyrst fiskaði sild og seinni jákupsskel. Í 1979 varð skeljatrolarin ?Nordheim? keyptur og hann er framvegis í tænastu. Í 1986 fór virkið undir framleiðslu av rækjum og í 2003 keypti virkið rækjutrolaran ?Kappan? sum í løtuni liggur við bryggju og bíðar eftir frægari útlitum.

Eftirkomararnir hjá Ole Christian Joensen eiga partafelagið O.C. Joensen sum árliga umsetir fyri umleið 135 milliónir krónur. Lønar útgjaldingarnar til tey umleið 80 starvsfólkini liggja um árligar góðar 20 milliónir og eginpeningurin í fyritøkuni er umleið 35 milliónir. Framleiðslan av rávøru liggur um góð 9000 tons av rækjum og 4000 tons av jákupsskel; hetta gevur góð 3000 tons av pilkaðum rækjum, 300 tons av jákupsskel sum liðugtvøru og 500 tons av rækjumjøli ið verður framleitt úr skali.

Leiðslan á virkinum hevur góðar vónir um framtíðina, hóast støðuna í rækjuvinnuni - og hóast eitt hall fyrra árið og eitt fleiri milliónir stórt undirskot í fjør.

»Roknskapirnir fyri í fjør eru ikki rættiliga lidnir enn, men tað er rætt at vit høvdu eitt stórt undirskot,« ásannaði Hans Johannes á Brúgv. »Hetta er ikki gott, men 2002 og 2003 vóru tvey ógvuliga vánalig ár av fleiri orsøkum: fallandi prísir, hækkandi kostnaðir av rakstri, óstøðugleiki í atgond til rávøru og ójøvn framleiðsla? Vit vóna, og rokna við, at botnurin er náddur og at gongdin spakuliga er við at venda.«

Stjórin vísti á virðið í tí stóra marknaðarparti O.C. Joensen hevur arbeitt upp í Bretlandi.

»Vit sita á umleið níggju prosentum av tí bretska marknaðinum fyri kaltvatns rækjur; okkara grundfesta positión á tí bretska catering marknaðinum herundir tað álit keyparnir hava á okkara framleiðslu, umboðar eitt stórt virði og loyvir okkum at seta vónir til framtíðina. Vit eru vissuliga enn ikki komin burtur úr hesari hørðu tíð við lækkandi marknaðarprísum og hækkandi kostnaðarstigi men O.C. Joensen er eitt væl konsoliderað virki og útlitini fyri framman eru hóast alt ikki so galin.«


Álitisverdur veitari

Hevur tann bretski marknaðurin roynst dyggur síðani O.C. Joensen fóru undir at framleiða rækjur til útflutnings, so er tó ?BRC Standard - Food Issues Higher Level? ella í vanligari talu ?high risk? góðkenningin sum O.C. Joensen fekk fyri kortum, nakað ið alla tíðina má uppihaldast undir áhaldandi og hørðum eftirliti. Krøvini í góðkenningini eru sera strong, og skalt tú til dømis inn á framleiðslu økið hjá rækjuvirkinum á Oyri er tað sum at koma inn á eitt hátrygdar lívfrøðiligt laboratorium, har alt frá topp till tá, í einum múri av fleiri eftirlits liðum, má dekkast til, skiftast út og hvørt av sínum.

»Keypararnir eru ótrúliga strangir hvat viðvíkur reinføri í framleiðsluni; teir senda rættiliga ofta ófráboðaðar inspektørar og kontrollantar á vitjan og har er eingin bøn. Ikki eitt rusk skal kunna koma í matvøruna, og rækjurnar skulu kunna etast beinleiðis uttan at verða kókaðar ella nakað? Soleiðis eru bara krøvini, og okkara framleiðsla er eisini væl lagað eftir teimum aftan á øll hesi árini.«

»Vit hava ídag ikki ætlanir um at skapa eitt egið vørumerki til bretskar brúkarar; slík marknaðarføring er ógvuliga kostnaðarmikil og har eru stórar matvøru fyritøkur ið sita tungt á tí marknaðinum við nøkrum sterkum vørumerkjum ið brúkarin væl kennir til. Hinvegin hava vit eina styrki sum ein álitisverdurr veitari av coldwater rækjum til stórkøkar, so vit hava eitt catering vørumerki? Í veruleikanum er kundin meira áhugaður í um rækjurnar eru fiskaðar í íshavinum heldur enn at tær júst eru framleiddar í Føroyum.«

»Coldwater rækjur eru reinasti matur ið kann finnast? Tær verða jú fiskaðar í íshavi og eru nakað smáar og hóska ikki altíð líka væl til matgerð sum tær stóru warmwater rækjurnar ið verða fiskaðar í heitari sjógvi út fyri Thailand og aðrastaðni. Tað ber jú ikki so væl til at fáa tær smáu rækjurnar upp á eitt grillspjót ella at hava tær sum frituru stoktan part av einum høvuðsrætti; men tær eiga at kunna brúkast til meira enn smyrjibreyð og rækju cocktailar.«



Myndir:


[shrimp_processing.jpg]
Lydia Dahl hevur arbeitt í meira enn 30 ár hjá O.C. Joensen.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com


[H_J_Brugv.jpg]
Hans Johannes á Brúgv, stjóri hjá O.C. Joensen.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com


[kappin]
Rækjuskipið Kappin liggur í løtuni stillur.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com