Ísland ávirkar meðan Føroyar sita uttanfyri

Samstundis, sum Ísland og Europasamveldið setast við samráðingarborðið, skal nýggi fiskivinnupolitikkurin hjá ES tilevnast. Nógv talar fyri, at Ísland sleppur at ávirka nýggja politikkin. Um somu tíð venda almennu Føroyar Europasamveldinum bakið. Fyri at fáa ávirkan, eigur Landsstýrið at saðla um í Europapolitikkinum

Ísland skalv í grót og grund, tá avgerðin um at søkja ES-limaskap varð tikin.

Hetta var ein av fleiri sera torførum avgerðum, ið íslendska stjórnin hevur tikið seinasta árið.

Aðrar truplar avgerðir eru tær um yvirtøkuna av bankunum og kanningin av bankakrakkinum.

Hart leikaði á, men íslendska stjórnin stóð tó sum kletturin, tá avtornaði, og nú hevur hon lagt tungu avgerðirnar aftur um seg, manniliga og ábyrgdarfult fyri íslendska fólkið.

Stjórnin hevur nú so skilagott ruddað vegin fyri fótonglar, so farast kann undir samráðingar við ES beinanvegin.

 

Ávirkan á fiskivinnupolitikkin

Samstundis, sum Ísland og Europasamveldið setast við samráðingarborðið, skal nýggi ES-fiskivinnupolitikkurin tilevnast.

Tann sonevnda Grønbókin er skrivað, og fiskivinnupolitikkurin er úti til hoyringar hjá almenningi og áhugabólkum fram til ársskiftið.

Hetta er helst ein góður møguleiki hjá Íslandi at fáa ávirkan á komandi fiskivinnupolitikkinum í samveldinum, sum Ísland er á veg inn í.

Tað er nú, tann lagaligan løtan er. Nýggi fiskivinnupolitikkurin, sum skal setast í verk í 2012, liggur opin og kann ávirkast. Svøríkið hevur formanskapin í ES, og Finnland hevur ES-kommisserin fyri víðkan av ES.

Fyri norðurlandið Ísland peika pílarnir til ávirkan rætta vegin, hóast samráðingarnar kortini kunnu gerast torførar.

 

Seinni er ov seint

Eftir nýggjár verður so farið víðari í politisku prosessini, og Hvítbókin um fiskivinnupolitikkin verður skrivað.

Tað mest sannlíka er, at tey londini, sum koma aftaná, ikki fáa møguleikan at ávirka men hinvegin mugu taka við tí, sum er samtykt og galdandi.

Alt hetta hevur leiðslan í íslendsku stjórnini skrivað sær aftan fyri oyrað, og avgerðin um at søkja limaskap í ES er eisini tikin út frá hesum veruleika.

Seinni er ov seint at vilja ávirka politikkin í ES. Eisini hetta munnu íslendingar vita.

 

Vit vilja sita uttanfyri

Hóast Føroyar – eins og Ísland – hava stórar politiskar og búskaparligar interessur í nýggja fiskivinnupolitikkinum hjá ES, frættist onki um, at okkara landsstýrið hevur í umbúna at søkja sær ávirkan á nakran hátt.

Hjá okkum er tað framvegis tann doyggjandi EFTA-limaskapurin, ið stendur ovast á pappírinum í Uttanríkisráðnum.

Hetta er púra burturvið.

Føroyar eiga hóast alt eina av best virkandi fiskivinnuskipanum í heiminum, so okkara rødd átti at verið áhugaverd at hoyrt.

 

Norðurlendska dimensjónin

Trupulleikin er, at ein íslendsk samráðing um ES-limaskap kann enda við at seta rammurnar fyri nýggu fiskivinnuskipanina hjá ES. Vit vita, at Ísland er í eini torførari útgangstøðu til ES-samráðingarnar, og avleiðingin kann verða, at avtalan millum Ísland og ES verður verri enn tann, ið Føroyar kundu fingið.

Tí eiga vit, eisini fyri okkara egnu skyld, og fyri at betra okkara egnu møguleikar í framtíðini, at arbeiða fyri at verða við í tilgongdini.

Tað heilt rætta hevði verið, at bæði Ísland, Føroyar og Noreg tóku saman hendur fyri at ávirka nýggja fiskivinnupolitikkin hjá ES. Helst hevði tað givið nakrar nýggjar møguleikar fyri øll londini.

Heldur ikki hetta sjónarmið frættist nakað um í okkara landsstýri.

 

Áheitan á egið landstýrið

Orsøkin til, at Føroyar eiga at nærkast ES og gerast partur av samveldinum, er enn sum áður púra greið. Tíðin við tjóðum, sum arbeiða einsamallar í heiminum, er farin.  Ì dag er tað av størsta týdningi at verða partur av altjóða samstarvi og at tryggja atgongd til marknaðin, tilfeingi, samstarv, vitan o.s.fr < HYPERLINK "http://o.s.fr" o.s.fr> .

Tí má ABC-landsstýrið saðla um í ES-málinum. Mest umráðandi málið í føroyskum politikki í dag er ES-málið og íslendska avgerðin at søkja um ES-limaskap.

Føroyska avgerðin má takast nú, so vit koma við í tilgongdina og kunnu ávirka hana.

Alt annað er ábyrgdarleyst.