Ísland ringa oljubyrjan

Oddagrein:

Íslendingar hava ikki fingið eina góða byrjan í sínum royndum at finna olju í undirgrundini. Bara tvey smærri feløg hava víst áhuga at leita. Sambart grein her í blaðnum eru tað helst treytirnar Ísland hevur sett feløgunum, ið hava fingið tey at halda seg burtur. Føroyskir myndugleikar gjørdu eitt stórt forarbeiði við at kunna seg um treytir í øðrum londum, áðrenn fyrsta útbjóðing gjørdist veruleiki her. Íslendingar vóru eisini her og vildu vita, hvussu vit høvdu lagt til rættis. Í onkrum føri hava teir brúkt okkum sum fyrimynd, í øðrum føri hava teir sett oljufeløgunum harðari treytir.

 

Ein kann spyrja, hvat hesi óhepnu signalini úr Íslandi kunnu læra okkum. Fyri bæði lond er altumráðandi at skapa áhuga fyri leiting. Føroyingar hava verið samdir um tær treytir settar vórðu oljufeløgunum fyri at virka her, t.d. um bryggjukantin, royalty og oljuskattin. Men ósemja var um, hvørvítt vit skuldu hava eitt alment oljufelag. Oljuráðleggingarnevndin mælti frá, tí hetta fóru feløgini at taka sum eina treyt aftrat, nú tað vildi treytað føroyska luttøku í øllum loyvum. Eisini tí at mett var ikki, at samfelagið sum so varð búgvið til tess. At vit so fingu privat oljufeløg hevur so helst eisini gjørt, at hetta málið varð lagt til síðis.

 

At tosa um nýggjar og øðrvísi treytir til oljufeløg frá okkara síðu vil so vera eitt mál, sum liggur nakað frammi í tíðini, tí neyvan verður nøkur útbjóðing aftur í bræði. Treyðugt so, tí møguleiki kann vera fyri at bjóða út ella lata onkrum oljufelag loyvi at bora í øki, sum ikki varð ”liðugt” borað í verandi útbjóðingum. Ein sokallaður ”open door” møguleiki. Her hugsa vit m.a. um Marjun og Williambrunnarnar. Marjunleiðin varð eitt oljufund, men feløgini hildu seg ikki til tá at fara víðari, tí oljan lág so djúpt. Nýggjar tíðir og tøkni kunnu broyta hetta. Og við Williambrunninum vórðu metingar frammi um, at møguliga fanst kolvetni longur niðri. Brunnurin varð tíansheldur ikki ”avhøvdaður”. Har var bara settur proppur í, hvat merkir, at her kunnu onnur feløg bora aftur í framtíðini.

 

Á hesum stað skrivaðu vit herfyri, at BP ikki boraði niður til sítt endaliga mál. Tað vit síðani hava skilt er, at BP hevði tvey mál (targets) og rakk teimum báðum. Felagið hevði tó frammanundan boringini sagt, at tað vónaði at kunna koma væl longur niður enn endin gjørdist, men vetrartíðin við stórum seinkingum og trupulleikum forðaði fyri hesum. Útmeldingar aftaná ljóðaðu so uppá, at um boringin hevði hildið fram, so vórðu møguleikar at raka við kolvetni kortini. Tí henda viðmerking, hava vit gjørt BP órætt. Hinvegin kenst enn eitt tómrúm, tí nógvir spurningar standa ósvaraðir.

 

Áhugavert verður nú at frætta, hvat Jarðfeingi ætlar við slíkum ”hálvlidnum” brunnum/leiðum sum Marjun og William. Um hesar fara at verða partur av einum nýggjum ”open door” loyvispolitikki, har til ber uttan at skula leggja nýggjar leitirundur fyri løgtingið at lata loyvi út til feløg, sum kunnu hava áhuga í ávísum kendum sum ókendum økjum.