Ísland nærkast ES og Føroyar sova

Í Brússel og Reykjavík arbeiða tey hart fyri íslendskum ES-limaskapi. Hann fer at geva íslendingum búskaparligt støðufesti og menning. Samstundis, sum Ísland leggur kreftir í at sleppa burtur úr EFTA, arbeiðir landsstýrið framvegis við at innlima okkum í henda doyggjandi felagsskap

Fjalda dagsskráin hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum um at lirka Føroyar inn í EFTA tykist hepnast til fulnar.

Føroysk pressa er rurað í svøvn og hevur – saman við stórum parti av politiska landslagnum – góðtikið, at Føroyar skulu upp í EFTA-felagsskapin, hóast lítil framtíð er fyri Føroyar í hesum doyggjandi felagsskapi.

 

Tey arbeiða hart í Brússel og Reykjavík

Samstundis, sum føroyingar venja seg við smakkin av búskaparligari afturgongd, hallið á fíggjarlógini bólgnar, og almenna pressan er farin í sjálvsving orsakað av sparingum og uppsagnum, arbeiða politikarar og embætisfólk í Brússel og Reykjavík hart fyri at byggja brúnna, ið skal føra grannar okkara fyri norðan væl inn í Europasamveldið.

Uppgávan er helst trupul, og skilagóð telving skal til, men meirilutin av íslendingum eru ES-sinnaðir, og politiskir leiðarar í Íslandi hava dirvi at fara í samráðingar við ES um treytirnar fyri limaskapi.

Í Uttanríkisráðnum á Tinganesi arbeiða tey eisini – men øvugtan veg.

Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum og embætisfólk hansara hava langt síðani start seg blind í, at Føroyar skulu limast inn í EFTA. Hetta er sami felagsskapur, ið íslendingar vilja sleppa burturúr.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt hepna hond, tá hann hevur billað almenningi og fjølmiðlum inn, at EFTA-kósin kann geva Føroyum í posa og sekk, bæði innan og uttan fyri ES.

Vit skulu øll rurast í svøvn og síðani lirkast inn í EFTA.

Ongi tekin eru um, at landsstýrismaðurin fer at telva Føroyar fram til eina góða støðu í spurninginum um at gera Føroyar til part av ES. Har er hvørki áhugi, vilji ella dirvi.

 

Stjórnin í Íslandi saðlar um

Hvat er tað so, ið fer fram í grannalandinum fyri norðan?

Jú, har er kósin sett úr EFTA og inn í ES.

Hví?

Jú, tað er har, at fyrimunirnir eru.

Ísland hevur tørv á búskaparligum stabiliteti og vakstrarmøguleikum, ið ikki eru í EFTA-skipanini. Sama kann sigast um okkum í Føroyum, hóast vit ikki skulu samanbera beinleiðis við Ísland.

Júst í hesum døgum síggja vit, at uttanríkisráðharrin, Ingibjørg Sólrun Gisladóttir, og forsætisráðharrin, Geir Harde, eru inni í einari tilgongd, har endamálið er at vinna Íslandi eitt pláss í Europasamveldinum.

Flokkurin hjá Geir Harde arbeiðir við at endurskoða ES-politikk sín, og tá tann spurningurin er avgreiddur, kann íslendska stjórnin fara í limaskapssamráðingar.

Eisini í Íslandi er tað ein avbjóðing at vinna fiskivinnuni og fiskiríkidøminum sersømdir innan ES, men í mun til tilvitaða ES-skepsisin í føroyska Uttanríkisráðnum hava leiðandi íslendskir politikarar og embætisfólk skil, vilja og dirvi at fara í samráðingar við ES.

Íslendska embætisverkið hevur fyri langari tíð síðani lagt ein leist fyri samráðingum um ES-limaskap. Umsóknin liggur klár.

 

ES-nevndin bjóðar til samráðingar

Í Brússel verður eisini arbeitt fyri íslendskum limaskapi.

So seint sum 10. desember helt ES-kommisserurin, Olli Rehn, ið umsitur víðkanina av ES, eina røðu í Oslo. Har segði hann m.a. at:

 

· Ísland hevur sterk bond til ES, og tí kunnu møguligar upptøkusamráðingar ganga nógv skjótari enn samráðingar við onnur lond.

 

· Ísland hevur longu implementerað nógvar ES-reglur, tí landið er limur í the European Economic Area (EEA).

 

· Nøkur avbjóðandi øki verða at samráðast við Ísland um, m.a. fiskivinnuøkið.

 

· Bæði Ísland og Noreg eru millum nærmastu samstarvsfelagar hjá ES og hava eitt náttúrligt pláss í ES.

 

 

Hetta merkir helst, at ein íslendskur ES-limaskapur kann koma upp á pláss rættiliga skjótt eftir, at politikararnir í Reykjavík hava funnið semju um ein leist og eina samráðingarstrategi.

 

Lat okkum fara til samráðingar

Eg havi áður sagt, at tann dagin, Ísland fer inn um ES-garðin, og føroyskar útflutningsfyritøkur og Føroya land standa uttanfyri, fáa vit ein europapolitiska kreppu.

Tann kreppan kemur oman á altjóða fíggjarkeppuna, ið longu nú er um at gerast ein búskaparkreppa her í landinum.

Boðskapin endurtaki eg fegin her, tí dagurin nærkast, har vit standa uttanfyri.

Føroyar hava harðliga brúk fyri búskaparligum støðufesti og nýggjum, betri inntøkumøguleikum. Hesi fáa vit atgongd til innan fyri ES. Vit hava ikki brúk fyri at darla aftan á okkara størstu kappingarneytum og harvið missa kappingarførið.

Vit hava snøgt sagt ikki brúk fyri EFTA.

Hetta duga flestu at síggja.

Bara ikki toppurin í Uttanríkisráðnum í Havn.

 

Brúka danska ES-trumfin

Bert við at taka stig til samráðingar við ES fáa vit at vita, hvørjar ítøkiligar treytir eru fyri at sleppa innum.

Bert ítøkiligar samráðingar við ES fara at vísa, hvussu langt vit kunnu koma.

Okkara hollasti samstarvspartur í Ríkisfelagsskapinum er longu í europeisku Superliguni, og bera vit okkum skilagott at, kunnu Føroyar koma upp á sama stig innan fyri ES.

Tá ES er so mikið positivt mótvegis suverena statinum Íslandi í síni óbeinleiðis innbjóðing til limaskapssamráðingar, er hugsandi, at Føroyar kunna vinna sær upp aftur betri treytir, tí vit longu eru í tøttum felagsskapi við eitt ES-land.

Ábendingar um hetta eru longu komnar frá ES. Tað er hugsandi, at Áland kann brúkast sum fyridømi fyri Føroyar, og ber tað til, kunnu vit røkka langt og fáa sersømdir fyri okkara høvuðsvinnu innan fyri Europasamveldið.

Hesar ábendingar passa tó ikki í krammið hjá Uttanríkisráðnum. Har er ongin seriøs roynd gjørd at fara í dialog við ES um møguleikarnar. Og at gera tað saman við okkara hollasta samstarvsfelaga, Danmark, er als eingin áhugi fyri.

Í roynd og veru er tað beinleiðis arrogant og óintelligent ikki at fara í samráðingar við ES nú, og vit eiga sjálvandi at brúka Danmark sum okkara besta trumf.

Tíðin er knøpp, men føroyska Uttanríkisráðið søplar hana burtur.