prosent av íbúgvunum, ið eru skrásettir í skúlaumdøminum og sum hava valrætt til kommunustýrið í Sunda kommunu, hava rætt at krevja fólkaatkvøðu um avgerðina hjá kommunustýrinum. Teir fimm skúlarnir eru skipaðir [...] Sunda kommuna hevur nú sett ferð á tilgongdina at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein felags skúla. Ætlanin er, at frá 1. august 2016 verður øll skúlagongd í kommununi savna í nýggja skúlanum [...] skriva undir áheitanina um fólkaatkvøðu. Áheitanin um fólkaatkvøðuna skal vera skrivlig og latin Sunda kommunustýri innan 21. november.
november. Vónandi eru tað mong, sum komandi tíðina fara at leita sær ein túr til Gjáar at hyggja. Í Sunda kommunu siga tey, at ljósini eru sera vøkur eitt myrkt, stilt heystarkvøld, men tey eru so sanniliga eisini [...] við Gjógv hesa seinastu vikuna, og eftirspurningurin eftir at síggja ljósini er stórur. Tað veit Sunda kommuna at siga í dag. Lagt verður aftrat, at kommunan hevur gjørt samstarvsavtalu við Gjáargarð um
Komandi vikuna er mentanarvika í Sunda kommunu, og nógv fjølbroytt tiltøk eru á skránni fram til 19. september. Eitt av stóru tiltøkunum er konsert við Páll Finnur Páll, sum verður í kvøld á handilsøkinum
Í sambandi við mentanarvikuna hjá Sunda kommunu varð millum annað skipað fyri bindikapping. Evnið til bindikappingina vóru mynstur úr Bindibókini hjá Hans Marius Debes, skræddara, ættaður frá Gjógv. Vinnarin
Á mentanarvikuni í Sunda kommunu, sum verður í døgunum 10.-19. september, verður eisini høvi hjá vitjandi at sleppa at sigla við nógvari ferð - uttan at gjalda eina einastu krónu fyri tað. Hjá teimum, [...] sigla við áhugaðum frá klokkan 14 til 17 henda dagin. Saksun, sum er ein av teimum 11 bygdunum í Sunda kommunu, verður eisini partur av mentanarvikuni sunnudagin 13. september. Tá verður skipað fyri kajakrógving
Leygardagin 19. september, sum er seinasti dagur á mentanarvikuni í Sunda kommunu, er ymiskt á skránni. Eitt nú heldur framsýningin, sum á mentanarvikuni er á Gjáargarði við innkomnum lutum til bindikappingina [...] bindikappingina, fram, eins og listaframsýningin í skúlanum í Hósvík eisini heldur fram. Í Sunda kommunu halda tey fast um, at mentanarvikan skal enda við Stakksdegi, sum eisini í ár verður hildin leygardagin
Mentanarvika verður í Sunda kommunu í døgunum 10.-19. september. Ein fjølbroytt, forvitnislig og rúgvusmikil skrá er løgd fyri dagarnar frá og við hósdegnum 10. september til og við leygardagin 19. september [...] ættarliðið. Tá lagt verður fyri hóskvøldið klokkan 19, fer Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, at seta mentanarvikuna. Setanin fer fram í Eydnuni á Oyrarbakka, og her verða eisini tónleik [...] fyrilestur við Helga Jacobsen, rithøvunda, sum fer at hugleiða um bygdirnar, sum eru partur av Sunda kommunu - fyri og eftir samanleggingina. Hóskvøldið 10. september verður eisini vinnarin av bindikappingini
fult í gongd, nú tað nærkast til mentanarvikuna 2015 í Sunda kommunu, sum verður í døgunum 10.-19. september. Í ár eru 10 ár liðin, síðani Sunda kommuna var stovnað, og hetta kemur at merkja mentanarvikuna [...] ð standa borgarunum í boði at njóta eina ávísa viku á heysti í ymiskum støðum í kommununi. Í Sunda kommunu siga tey, at roynt verður at miða breitt, so nakað er fyri allar aldursbólkar og áhugamál. - Hetta [...] gevur fyrireikarunum hug og dirvi at halda fram við enn fleiri tilboðum. Lagt verður aftrat, at í Sunda kommunu eru góðir møguleikar at skipa fyri tiltøkum hjá feløgum og einstaklingum, ið hava hug til tess
Nú mentanarvikan í Sunda kommunu nærkast, er greitt, at eitt av kvøldunum fer at snúgva seg um vinnu og kveikjan. Lagt er nevniliga upp til eitt kveikjandi vinnukvøld mánakvøldið 14. september. Hetta kvøldið [...] ið mánakvøldið 14. september klokkan 19.00 verður eitt sera forvitnisligt tiltak, siga tey í Sunda kommunu og leggja aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin.
Sigvardsen, í 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík og í fjør fekk Johannes Johannesen heiðurin frá Sunda Kommunu. Nú søknast kommunan millum borgararnar eftir uppskotum til henda serliga heiður í ár. Ætlanin [...] ónevndir. Freistin at senda inn er á middegi tann 31. august. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu [...] Síðan 2011 hevur Sunda Kommuna á hvørjum ári heiðrað serlig mentanaravkrik. Talan er um eina gávu, ið verður latin persóni ella felagi fyri teirra serliga avrik. Í 2011 fekk Esmar Dahl, sáli, heiðurin