Nógv ferð fyri onga krónu

Á mentanarvikuni í Sunda kommunu skipar NAX fyri kajak-rógving og ókeypis sigling við Scorpion.

Á mentanarvikuni í Sunda kommunu, sum verður í døgunum 10.-19. september, verður eisini høvi hjá vitjandi at sleppa at sigla við nógvari ferð - uttan at gjalda eina einastu krónu fyri tað.

 

Hjá teimum, sum hava hug at royna bátin Scorpion, er leygardagurin 12. september eitt frálíkt høvi. NAX, sum eigur bátin, fer nevniliga at sigla við áhugaðum frá klokkan 14 til 17 henda dagin.

 

Saksun, sum er ein av teimum 11 bygdunum í Sunda kommunu, verður eisini partur av mentanarvikuni sunnudagin 13. september. Tá verður skipað fyri kajakrógving á Pollinum í Saksun. Hetta verður í tímunum frá klokkan 14 til 17, og aftur hesaferð er tað NAX, sum skipar fyri.

 

- Vit fara at leggja teimum áhugaðu og óroyndu, sum verða við í hesum tiltaki í Saksun sunnudagin, lag á við rógvingini, sigur NAX.