Noreg leingir sáttmálan við Staale Solbakken

Staale Solbakken fær løn fyri síni góðu úrslit

Mynd: Ritzau Scanpix

Norski landsliðsvenjarin, Staale Solbakken førdi Noreg trygt til HM-endaspælið í fótbólti, ið verður í USA, Meksiko og Kanada komandi summar.

 

Noreg vann sín undanbólk við fullum stigatali, og rundaði undankappingina av við at banka Italia 4-1 á San Siro leikvøllinum í Milano. 

 

Norska fótbóltssambandið hevur tí valt at leingja sáttmálan við Solbakken til eitt væntandi/vónandi EM-endaspæl í 2028.

 

Forsetin í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness staðfesti á tíðindafundi, at Solbakken er tann besti landsliðsvenjarin Noreg nakrantíð hevur havt. 

 

Noreg er í HM-bólki I, har staðfestu mótstøðuliðini eru Frakland og Senegal. Fjórða mótstøðuliðið verður staðfest aftaná Play Off dystirnar seinast í mars. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix