Sunda kommuna hevur nú sett ferð á tilgongdina at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein felags skúla. Ætlanin er, at frá 1. august 2016 verður øll skúlagongd í kommununi savna í nýggja skúlanum á Oyrarbakka, ið hevur fingið heitið Skúlin við Streymin.
Tað merkir harvið, at hetta er síðsta skúlaár í teimum smáu bygdarskúlunum, ið frammanundan eru í kommununi. Teir eru í alt fimm í tali, Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli, Haldórsvíkar skúli, Norðskála-Oyrar skúli og Felagsskúlin á Oyrarbakka.
Avgerðin av savna allar skúlarnar saman í ein størri skúla, varð tikin á býráðsfundi 16. juni 2014, og góðkend av landsstýrismanninum í Mentamálaráðnum 9. juli 2015.
Borgara hava enn møguleikan at mótmæla ætlanina hjá býráðsmeirilutanum. Í kunngerð um niðurleggingina av skúlunum verður upplýst, at um í minsta lagi 30 prosent av íbúgvunum, ið eru skrásettir í skúlaumdøminum og sum hava valrætt til kommunustýrið í Sunda kommunu, hava rætt at krevja fólkaatkvøðu um avgerðina hjá kommunustýrinum.
Teir fimm skúlarnir eru skipaðir í hvør sínum skúlaumdømi. Sostatt ber til hjá íbúgvum í einum skúlaumdømi at krevja fólkaatkvøðu um skúlan í teirra egna skúlaumdømi.
Hósvíkar skúli fevnir um bygdina Hósvík. Har er neyðugt at 67 fólk skriva undir áheitanina um fólkaatkvøðu.
Hvalvíkar skúli fevnir um bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Saksun. Har er neyðugt at 111 fólk skriva undir áheitanina um fólkaatkvøðu.
Haldórsvíkar skúli, fevnir um bygdirnar Langasand, Haldórsvík og Tjørnuvík. Har er neyðugt at 58 fólk skriva undir áheitanina um fólkaatkvøðu.
Norðskála-Oyrar skúli, fevnir um bygdirnar Oyri, Oyrarbakki, Norðskála og Gjógv. Har er neyðugt at 141 fólk skriva undir áheitanina um fólkaatkvøðu.
Felagsskúlin á Oyrarbakka, fevnir um bygdirnar Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv, Oyri, Oyrarbakki og Norðskála. Har er neyðugt at 376 fólk skriva undir áheitanina um fólkaatkvøðu.
Áheitanin um fólkaatkvøðuna skal vera skrivlig og latin Sunda kommunustýri innan 21. november.