Síðan 2011 hevur Sunda Kommuna á hvørjum ári heiðrað serlig mentanaravkrik. Talan er um eina gávu, ið verður latin persóni ella felagi fyri teirra serliga avrik.
Í 2011 fekk Esmar Dahl, sáli, heiðurin, í 2012 Asfinn Sigvardsen, í 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík og í fjør fekk Johannes Johannesen heiðurin frá Sunda Kommunu.
Nú søknast kommunan millum borgararnar eftir uppskotum til henda serliga heiður í ár. Ætlanin er at lata heiðurin á setanarkvøldinum av mentanarvikuni tann 10. september.
Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, ynskir nevndin at heita á borgarar um at senda inn uppskot til hvør skal fáa heiðurin í ár. Uppskotini skulu sendast kommununi saman við eini grundgeving, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.
Freistin at senda inn er á middegi tann 31. august.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu









