Páll Finnur Páll spælir við Streymin

Í kvøld spælir poppbólkurin í sambandi við mentanarviku í Sundalagnum

 

Komandi vikuna er mentanarvika í Sunda kommunu, og nógv fjølbroytt tiltøk eru á skránni fram til 19. september.

Eitt av stóru tiltøkunum er konsert við Páll Finnur Páll, sum verður í kvøld á handilsøkinum við Streymin.

Páll Finnur Páll hevur seinastu árini verið millum best umtóktu poppbólkar í landinum, og teir savna altíð nógv fólk til framførslurnar.

Konsertin við Páll Finnur Páll verður í kvøld kl. 21.00.