Fyrireikingarnar eru fult í gongd, nú tað nærkast til mentanarvikuna 2015 í Sunda kommunu, sum verður í døgunum 10.-19. september.
Í ár eru 10 ár liðin, síðani Sunda kommuna var stovnað, og hetta kemur at merkja mentanarvikuna.
- Vit hava seinnu árini lagt dent á, at ymisk mentanartilboð standa borgarunum í boði at njóta eina ávísa viku á heysti í ymiskum støðum í kommununi.
Í Sunda kommunu siga tey, at roynt verður at miða breitt, so nakað er fyri allar aldursbólkar og áhugamál.
- Hetta verður gjørt í teirri vón, at tiltøkini fáa góða móttøku, og at hetta gevur fyrireikarunum hug og dirvi at halda fram við enn fleiri tilboðum.
Lagt verður aftrat, at í Sunda kommunu eru góðir møguleikar at skipa fyri tiltøkum hjá feløgum og einstaklingum, ið hava hug til tess.
- Vit vóna, at kommunan kann hava ein virkan lut í hesum frameftir við at skapa karmar, ið øll hava gagn av, tí trivnaðurin hjá borgarunum er eitt av hjartamálunum hjá okkum, siga tey í Sunda kommunu.