- Ljósini í gjónni við Gjógv hava fingið sera góða móttøku. Fitt av fólki hevur verið og vitjað við Gjógv hesa seinastu vikuna, og eftirspurningurin eftir at síggja ljósini er stórur.
Tað veit Sunda kommuna at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at kommunan hevur gjørt samstarvsavtalu við Gjáargarð um at umsita ljósini.
- Sum partur av tiltakinum at ljósini eru komin, fara tey at lýsa hvørt hvøld frá nú av og til 1. november. Vónandi eru tað mong, sum komandi tíðina fara at leita sær ein túr til Gjáar at hyggja.
Í Sunda kommunu siga tey, at ljósini eru sera vøkur eitt myrkt, stilt heystarkvøld, men tey eru so sanniliga eisini flott, tá brimið brýtur niðan í gjónna.