Forvitnisligir gestir á mentanarviku

Á mentanarvikuni í Sunda kommunu fer eitt av kvøldunum at snúgva seg um vinnu og kveikjan.

Nú mentanarvikan í Sunda kommunu nærkast, er greitt, at eitt av kvøldunum fer at snúgva seg um vinnu og kveikjan. Lagt er nevniliga upp til eitt kveikjandi vinnukvøld mánakvøldið 14. september.

 

Hetta kvøldið fara tríggir forvitnisligir - tó ymiskir persónar í ymiskum vinnum - at greiða frá tí virksemi, tey fáast við.

 

Ein av gestunum hetta kvøldið er Hans Andrias Kelduberg, stjóri og ein av eigarunum av fyritøkuni Thor í Hósvík. Hann fer at greiða frá virkseminum hjá felagnum, og hvussu vegurin fram til dagin í dag hevur verið.

 

Annar gesturin er Alberg Gaardlykke, leiðari í fyritøkuni Krás í Hósvík. Hann er útbúgvin slaktari og hevur verið við í stóru menningini av Krás seinastu árini. Alberg fer at greiða frá virkseminum, og hvørjar ætlanir Krás hevur fyri framtíðina.

 

Seinasti gesturin hetta vinnukvøld er Laila av Reyni. Hon er føroysk songkvinna, sangskrivari, mótasniðgevi, undirvísari og innanduraarkitektur. Laila er mest kend fyri sínar vøkru kjólar, og hetta fer at seta sín dám á prátið við hana.

 

- Spennandi gestirnir borga fyri, at vinnukvøldið mánakvøldið 14. september klokkan 19.00 verður eitt sera forvitnisligt tiltak, siga tey í Sunda kommunu og leggja aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin.