“UPPSKRIFT TIL TÍTT GASA” – eisini ætlað kristnum føroyingum: ”Og tak nú orðið / Og rør so Guð út í tað / Til náðin gløðir / Og skuggarnir av hinum / gera helviti á jørð”. 11 dagar eftir terrorálopið í ’23 [...] óuppdrignir ”pro-Palestina” ótangar rópa ókvæmisorð eftir fólki, og stjala og vanvirða eitt flagg, er sín sak. At ótangarnir leggja síni stóru brøgd út á netið og heingja vandaliseraða flaggið upp á Tinghúsvøllinum [...] drupa børn og vaksin og settu eld á hús. Ein sást ovfarakátur høgga høvdið av einum jøda við einum spaka. Allahu Akbar gelti millum húsini meðan teir kidnappaðu kvinnur og menn, oldingar og nýføðingar
var leikliga omaná og hevði fleiri málmøguleikar enn Chelsea, sum tó vardi væl. Arjen Robben og Mario Gomez høvdu sínar møguleikar fyri Bayern Munchen, men Petr Cech, verjan og stongin vardu fyri. Í hinum [...] ellivu metrum og hvørja ferð valdi Petr Cech røttu síðu. Í fjórðu og fimtu royndini eydnaðist tað Petr Cech at verja fyri og so var stóra løtan í hondunum á Didier Drogba. Flestu Chelsea og Manchester United [...] skal ljóða eitt stór til lukku til Chelsea og føroyska fjeppara felagið – Chelsea Føroyar. Sum skilst so vóru teir á Café Natúr og hugdu eftir finaluni. Tað er ikki torført at ímynda sær gleðina, tá Didier
eplagrøði, hoygging og tílíkt. Øðrum dámdi betur at tosa um útróður og bjargaferðir. Tað barst tær fyri, at har sótu skilamenn hvør á sínum øki og greiddu frá, og at allir hinir, ið hetta vistu og viðurkendu, [...] síðani hjól á tráðuna, bant flugur á dorgina og fór so at fiska. Og mín sann, um hann ikki syfti eitt sílið fyri og annað eftir, meðan vit smábørn stóðu staroygd og hugdu at hesum fremmanda undurtóli, ið so [...] hevði verið og onnur daglig viðurskifti. Her varð alt bygdarlívið – øll arbeiðsmentanin á landi og sjógv havd til umrøðu, greiðir Petur Jacob frá. Undir hesum mannborna vísdóminum sat tann lítli og hugagóði
ein málburður og ein myndaheimur, sum ? eins og heilsaðust her Graham Greene og Salvador Dali - tykjast at fata um bæði tað neyva og dapra og tað glógvandi og heraldiska, stranga dystopi og surrealistiskt [...] sær, at tað hástig av mentan og skili, sum Axel greivi og kona hansara umboða, moyrknar og forgongur. Hesa somu útjavnan og barbarisering síggja vit í ?Tíðarinnar røddum? og ?Endastrondini?. Mandalamyndin [...] í Shanghai og til fyrst í 80´árunum. Eitt høvuðsevni í hesi bókini er kvinnan, og mansina kynsligi tosti, alt lýst sera mannliga, við einum blandingi av blygd og opinleika, við takksemi og stórum tokka
Sólin skínur oman og niðan yvir fólk og fæ. Tað sæst millum húsini, men tað er eisini alt. Útsýnið yvir Vestmannasund kundi annars verið so gott og so vakurt. Í dag er pollamjørki, stilli og einki sýni. Bygdin [...] oynni, og bert hálvan tíma úr Vestmanna. Hansara uppskot var, at motorbáturin »Ólavur« kundi røkta henda postflutningin. Hann røkti frammanundan rutuna millum Vestmanna og Fútaklett og Kvívík, og kundi [...] - Her er jú eingin streymur, og tí ber ikki til at lurta eftir útvarpinum ella hyggja í sjónvarpið, sigur Ása. Í so máta er lítil munur á barnaárum hennara undir krígnum og støðuni í mai mánaði 2007! Til
dette Skridt, og dertil er der ikke noget at sige. Der findes 2 Bygder paa Fuglø – Kirke og Hattervig – med en afstand imellem paa ca. en times Gang over en Fjeldryg. Vejen er meget ufarbar og da nemlig i [...] inn móti fólkinum á landi, og hesi svaraðu aftur við at veittra á sama hátt. Tað var einki eftir av mannfólkinum heima uttan eldri menn og dreingir. Tey mannfólk, sum vóru eftir heima, høvdu altíð nóg mikið [...] Onkur av teimum gomlu veltu eisini akrar, og teir kundu fara onkran túr við stong eftir havhesti. Teir kundu eisini flota bát og fáa nokk so fitt av reyðfiski og brondingi út fyri víkini. Konufólkini høvdu
middegi, og enn hevur alt gingið eftir ætlan. Nú skal trolið út aftur, og her eigur Fríði sítt fasta pláss og sína føstu uppgávu. Um fáar minuttir verður hann drigin við trolinum út í kalda havið – og undir [...] góðu, og tað ræður tí um at skunda sær at fáa trolið út aftur. Teir leggja nú til merkis, at ein sensor á trolinum – eitt sonevnt troleyga – má skiftast út. Hetta verður gjørt eftir lítlari løtu, og nú er [...] Røstbankanum út fyri Lofoten, og fiskiskapurin hevur verið rættiliga góður: 200 tons av upsa eftir 8 døgum, er ikki at forsmáa! Fríði verður purraður út, fer í klæðini og inn í messuni og fær sær ein bita. Tað
Karin Jacobsen, er sera ørkymlað eftir hesar vikurnar, og var púra niðurundirkomin, tá pápin slapp á eitt røktarheim, eftir nakrar vikur. Pápin situr í koyristóli og hevur tískil tørv á serligari hjálp [...] fáa røkt og uppvenjing í heiminum. Men hetta ber slett ikki til, sum skipanin er, sigur Karin Jacobsen. Í tær 11 vikurnar pápi hannara búði heima hjá henni, lá hann við somu blæðu í upp til 10 – 15 tímar [...] tímar, tí tað var so langt ímillum, at heimahjálpirnar komu. Hann lá vátur upp á økslina, men slapp aldrin í bað í tær 11 vikurnar, hann var heima hjá Karini Jacobsen. Les meira í Sosialinum í dag
dýrari. Og Heðin Mortensen er ikki samdur við Landsverki í, at Skúgvoy skal ikki skeklast burtur úr verkætlanini. – Tað var eitt stórt mistak, at Hestur ikki er knýtt upp í Sandoyartunnilin, og vit eiga [...] skúgvoyingar koma at sita eftir við svartaperi. Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað Suðuroyartunnilin, hevur lagt seg eftir at fáa tunnilin so bíligan [...] bíligan sum gjørligt, og tí hava tey mælt til eina linjuføring av Skarvanesi í Sandoy, beint til Sandvíkar. Talan er um ein tunnil upp á 22,8 kilometrar. Annars lá tað í ætlanini hjá Landsverki, at Skúgvoy
aðrir yvir, og stevnan broytti navn og skifti eigara. Í síðstu viku varð so Fish Expo Faroes hildin í tveimum stórum tjøldum á niðara vølli í Gundadali. Tjøldini vórðu leigaði úr útlandinum, og tá eitt slíkt [...] verja vøllin, bæði í finéri og koyriplátum, sum eru dýrar at leiga og frakta. Tú kanst ikki gera nakrar rørslur á økinum við vogni uttan so, at tú koyrir á koyriplátum, og tað kann gerast nokso trupult [...] okkum hálvan fjórða dag at seta tey upp og hálvan triðja dag at taka tey niðuraftur. Tað hevði verið so stórur munur, um vit kundu koyrt frítt runt um tjøldini – og uttan at skula hugsa um, at undirlendið