Fish Expo Faroes
Fiskivinnustevnan North Atlantic Fish Fair, sum í nøkur ár varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn, endaði í stóru høllini hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla. Tá teir, sum løgdu lunnar undir hesa stevnu, sleptu, tóku aðrir yvir, og stevnan broytti navn og skifti eigara.
Í síðstu viku varð so Fish Expo Faroes hildin í tveimum stórum tjøldum á niðara vølli í Gundadali. Tjøldini vórðu leigaði úr útlandinum, og tá eitt slíkt tiltak verður sett upp á einum fótbóltsvølli, skulu nógv fyrivarni takast, so vøllurin ikki tekur skaða.
Petur Mohr Reinert, sum er ein av fyriskiparunum aftanfyri Fish Expo Faroes, sigur, at bæði loysnin við tjøldunum og økið á fótbóltsvøllinum, har tjøldini vórðu sett upp, riggaði væl, men hann dylur ikki fyri, at tað hevur sínar vansar við at skipa eina slíka framsýning á einum fótbóltsvølli.
- Í fyrsta lagi gingu nógv á býráðið, tí tey høvdu brúk fyri fótbóltsvøllinum hesar dagarnar, tjøldini stóðu á vøllinum. Í øðrum lagi er neyðugt við stórum fyrivarni, tá tú arbeiðir á einum slíkum vølli. Hetta krevur nógv eykatilfar til at verja vøllin, bæði í finéri og koyriplátum, sum eru dýrar at leiga og frakta. Tú kanst ikki gera nakrar rørslur á økinum við vogni uttan so, at tú koyrir á koyriplátum, og tað kann gerast nokso trupult.
Petur Mohr Reinert sigur, at tá eftirmetingarfundur verður, verða eisini umboð fyri Tórshavnar býráð við, tí Tórshavnar kommuna er ein so stórur partur í hesum tiltaki.
Hann dylur ikki, at hóast Gundadalur er væl egnaður sum framsýningarstaður, tí økið liggur væl fyri í mun til eitt nú Sandvíkarhjalla, hevði eitt økið sum Skálatrøð verið tað heilt perfekta, sum hann tekur til.
- Vit fara tí at reisa málið á eftirmetingarfundinum um henda møguleika til næstu stevnu, sum longu er ásett at verða í døgunum, 25-27. mai í 2011, sigur Petur Mohr Reinert.
Fyrireikarin vísir á, at økið við Skálatrøð er nóg stórt, og her hevði tú rættiliga verið í hjartanum á høvuðsstaðnum.
- Nakað annað er so tað, um tað ber til at fáa hetta økið til endamálið, og so er spurningurin, hvussu parkeringsviðurskiftini kunnu loysast, meðan Skálatrøð verður brúkt til fiskivinnustevnu, um so verður.
Petur Mohr Reinert sigur, at um tiltakið lá á Skálatrøð við asfalti rundan um tjøldini, hevði tað bert tikið hálvan annan dag at sett tjøldini upp og ein hálvan dag at tikið tey niðuraftur.
- Nú tjøldini vórðu reist á niðara vølli í Gundadali, tók tað okkum hálvan fjórða dag at seta tey upp og hálvan triðja dag at taka tey niðuraftur. Tað hevði verið so stórur munur, um vit kundu koyrt frítt runt um tjøldini – og uttan at skula hugsa um, at undirlendið ferst, sigur hann.
Hongur saman
Fyriskiparin sigur, at enn er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógvar vitjanir vóru á Fish Expo Faroes 2009, men hann heldur, at talið mundi liggja um helmingin av tí, sum vanligt hevur verið til slíkar framsýningar í Føroyum áður.
- Vit gjørdi ikki burtur úr at telja, hvørja ferð fólk komu og fóru fyri at sita eftir við einum stórum tali, men hildu okkum til seld atgongumerki. Tað er jú hetta, sum er avgerandi fyri tann partin av “økonomiini”, sum hann tekur til.
Petur Mohr Reinert sigur, at fyri framsýnararnar hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu stórt talið av vitjandi er. Tað, sum hevur týdning fyri teir, eru, hvussu stórt talið er av potentiellum viðskiftafólkum.
- Eg ivist onga løtu í, at fíggjarligi ótryggleikin, usm ræður kring heimin, hevur havt sína ávirkan á, at talið at vitjandi, sum bara koma framvið ein túr, hevur verið munandi minni á stevnuni hesaferð enn áður.
Nøgdir framsýnarar
Fyriskiparin sigur annars, at framsýnarar sum heild vóru væl nøgdir við umstøðurnar í Gundadali, og hóast veðurlíkindini ikki vóru tey bestu allar tríggjar framsýningardagarnar, so bilti hetta ikki fyri tjøldini og umstøðurnar í tjøldunum.
- Jú, vit hava merkt okkum, at framsýnarar sum heild eru væl nøgdir, og nú vit fara at biðja tey, sum við vóru, um sínar viðmerkingar, fáa vit eina uppaftur betri greining av, hvat framsýnararnir hava at siga.
Petur Mohr Reinert sigur, at tó at talið av vitjandi bert var umleið helmingin av tí, sum áður hevur verið til slíkar framsýningar í Føroyum, væntar hann kortini, at tiltakið fæst at hanga saman fíggjarliga.
- Vit hava ikki gjørt endaliga upp enn, hvussu fíggjarligi parturin hevur vignast, men vit halda, at tiltakið fer at hanga saman, sigur hann.
Ikki minni
Fyrireikarin vísir á, at vónirnar um stevnuna í 2011 eru væl størri enn hesaferð.
- Vit høvdu bert níggju mánaðir at kunna um og bjóða inn til stevnuna hesaferð, men tá stevnan verður hildin aftur um tvey ár, hava vit nógv betri stundir og møguleikar at gera vart við okkum.
Petur Mohr Reinert sigur, at Fish Expo Faroes ikki skal vera minni, enn hon var hesaferð, helst nakað størri.
- Jú, vit fara við treysti undir at fyrireka eina nýggja fiskivinnuframsýning í Føroyum aftur um tvey ár, sigur hann.
Tá heimurin í fjør heyst rendi seg inn í eina altjóða fíggjarkreppu, kom stýgur í hjá fleiri fyritøkum, og tað tók kanska einar tríggjar mánaðir, til fleiri fyritøkur aftur lótu við seg koma og góvu endalig boð um, at tær vildu vera við.
- Vit halda, at útgangsstøðið til næstu stevnu verður nógv betri enn hesaferð, sigur Petur Mohr Reinert.