Gjógv: Pallurin fyri hesi sjáldsomu hendingini við teimum ógvusligu orðunum var heima við hús hjá professaranum í Havn.
Hans Jacob Debes hevur júst tá ummælt báðar tær fyrstu bøkurnar um søguna hjá heimbygd teirra. Hetta hevði hann gjørt við stórum áhuga og mestu lovorðum. Men eftir gjøllari umhugsan var tó eitt lítið MEN - ein lítil, men kortini væl meint seinkað viðmerking komin aftrat:
- Tað, sum tú, Petur Jacob, hevur skrivað, er ikki bara søgan hjá eini fjarskotnari føroyskari bygd. Heitið á bókini er fullkomiliga skeivt. Tí, - tað sum tú í roynd og veru hevur skrivað, er als ikki bert søgan hjá Gjáar bygd. Hetta er einki minni enn tann føroyska bygdarsøgan í einum ávísum tíðarskeiði.
- Sært tú. Eindarmentanin og bygdarlívið á Viðareiði, í Sumba ella í Vágum var neyvan nógv øðrvísi, enn tað var norðuri við Gjógv. Tað eru kanska 70 prosent av innihaldinum, ið er føroysk bygdarsøga, meðan restin er tað, ið sermerkir ta einstøku bygdina, vísti Hans Jacob Debes á.
- Ja, sigur Petur Jacob. - Hann hevði helst grein í sínum máli. Itu bøkurnar kanska “Føroyska bygdarsøga tá og tá”, so høvdu tær helst verið skjótari keyptar, hóast tær nú mestsum eru útseldar.
Bygdin fúnar
Síðan fyrsta bókin um Gjáar søgu kom út í 1997, eru fleiri komnar henni á baki, har barnaminni og tann gamla tíðin eru umrødd bæði væl og virðiliga.
Men Petur Jacob gevst kortini ikki á hondum. Hann arbeiðir nú við teirri fimtu og helst seinastu bókini í teirri røðini.
- Ja, henda bókin skal lýsa ta nýggju tíðina, um hvat er broytt við bygdarlívinum, hvar fólkini eru farin, hví tey fluttu, og hvørja avleiðing tað hevur havt fyri bygdina.
- Hetta er kanska tann mest spennandi bókin, tí hon fer at lýsa, hvussu ein bygd fer, og hvussu hon spakuliga sovnar og fúnar burtur. Eg havi longu skrivað 120 tær fyrstu síðurnar, staðfestir Petur Jacob.
Fyri veruliga at lýsa hetta áhugaverda evnið hevur hann mestsum longu gjørt av, hvør mynd skal verða á permuna: Myndin skal vera av tí nýggja býlinginum við teimum mongu summarhúsunum, sum ætlanin er at byggja við Gjógv.
Nýbakað breyð
Petur Jacob er borin í heim í eini tíð, har fólk veruliga hildu saman og brúktu tíð saman við hvørjum øðrum, serliga í eini so fjarskotnari bygd sum við Gjógv.
Barnaheim hansara var eitt teirra, har nógv fólk komu á gátt skýmingarsetur og um kvøldarnar. Har búðu trý ættarlið undir sama taki, og tað skapti sum vera man ein serligan dám innanveggja.
- Mær dámdi sera væl at lurta eftir og leggja mær í geyma tað, sum tey gomlu bóru fram á mannamunni. Ja, tað kendist, sum var alt dagsverkið eftirmett í køkinum tær hugnaligu løturnar, tá ið breyðeldurin brimaði í komfýrinum, nátturðapotturin kókaði á 1. holi, ketilin stóð og fossfeldi á 2. holi, meðan bláa tekannan stóð heit á ringunum, og tú tevjaði royk av nýbakaðum breyði. – Tað vóru løtur, tú ongantíð gloymir!
- Her varð eisini tosað um, hvat bátarnir høvdu fingið, hvussu nógv kúgvin hevði mjólkað, hvat dagsarbeiðið hevði verið og onnur daglig viðurskifti. Her varð alt bygdarlívið – øll arbeiðsmentanin á landi og sjógv havd til umrøðu, greiðir Petur Jacob frá.
Undir hesum mannborna vísdóminum sat tann lítli og hugagóði unglingin og lýddi á. Hetta hevði kveikt áhuga hansara almikið, ja, meiri enn tað: Hann var evnagóður, hevði gott minni og fór so smátt at skriva alt hetta niður, - fyrst á smærri lepar, men seinni í tjúkka bygdarsøgu í 4 bindum á 1328 síðum.
Tað var tó ikki bert heima við hús, at fólk soleiðis komu saman. Handlarnir tá í tíðini í bygdini vóru sannir mentanarberar, tí eisini har komu fólk, helst eldri menn, saman at tosa.
Eldorado
Ymiskt var sjálvandi, hvussu menn dugdu at práta og gera burturúr. Har sótu álvarsamir og fámæltir menn, ið næstan ikki gloppaðu munnin, men sótu bert og lýddu á.
So vóru tað aðrir, ið høvdu góðan hug at práta. Men tú gavst tær far um, at tað valdaðist, hvat ið prátað varð um.
- Summum dámdi væl at tosa um seyð, neyt, eplagrøði, hoygging og tílíkt. Øðrum dámdi betur at tosa um útróður og bjargaferðir. Tað barst tær fyri, at har sótu skilamenn hvør á sínum øki og greiddu frá, og at allir hinir, ið hetta vistu og viðurkendu, sótu líkasum bert og lýddu á og samtyktu tigandi, sigur Petur Jacob.
Handlarnir lótu seint aftur, og onkuntíð gekk prátið so lystiliga til fram ímóti midnátt. Tað var ikki hissini, sum ein fekk at vita har.
Páparnir tá á døgum vóru hálvt árið á sjónum; men Petur Jacob hann var so heppin at eiga eina mammu, ið var ófør at siga frá, og ein abba, sum var sannur barnavinur. Hann tók seg við sær bæði til fjals, fjøru og at dyrgja, og allastaðni royndi hann at læra seg alt tað, ið har var at síggja í bø og haga, fram við landi og ikki minst um Búgvan, har hann var so kunnigur sum fáur.
- So tú skilir, at Gjógv var eitt satt eldorado hjá okkum børnum. Ja, bygdin og øll tann fríða náttúran var sum ein ovurstórur leikvøllur, greiðir Petur Jacob íðin frá.
Á barnaárum hansara vóru haraftrat nógv fólk í bygdini - 283 í tali, og ikki færri enn 53 skúlabørn.
Fjarstaddur
Tíðin við Gjógv fekk tó ein bráðan enda, tí longu sum 14 ára gamal fór Petur Jacob til Havnar. Men hóast fjarstøðuna gloymdi hann tó als ikki heimbygd sína.
- Tað var líkasum, at tá fekk at síggja bygdina við øðrum eygum, og eg fekk eina sjónskari mynd av henni. Ja, sjálvt um eg var fjarstaddur, so var eg kortini í huganum helst nógv nærri bygdini enn bygdarfólkið tey árini, eg skrivaði Gjáar-søgu, greiðir hann frá.
Við sær í viðførinum út í ta stóru verð kann ein siga, hevði hann ein hóp av lyklaorðum frá barnaárum sínum, og áhugan fyri tí fjølbroytta bygdarlívinum varðveitti hann væl og virðiliga í starvi sínum innan skúlans gátt og fyrisiting restina av lívinum.
Tað skuldu tó ganga mong ár, áðrenn fólk skuldu fáa kunnleikan um - og ikki minst gleðina av - hesum stóra ríkidøminum um eina farna tíð á bygd, sum hann nú hevði fest á blað. Tí longu á ungum árum týddi Petur Jacob fleiri bøkur.
At Petur Jacob hevur góðar gávur at málbera seg skrivliga, kom eisini til sjóndar fyrst í 80’unum, tá ið hann vann 1. virðisløn í eini kapping hjá Fróðskaparsetrinum um torv og torvarbeiði. Tað var tó kortini ikki fyrr enn í 1997, tá ið hann fór úr starvi í Landsskúlafyrisitingini, at hann av álvara fór at skriva.
At hann síðani ikki fekk afturhald, hava mong fólk kunnað glett seg um í stóru bókaverkum hansara um bygdarlívið, torvarbeiðið og sjáldsamar hendingar hesi seinastu 10 árini. Tá eru ikki allir teir hundraðtals sálmarnir og sangirnir taldir við, sum hann eisini hevur latið úr hondum í sínum langa lívi.
Full vissa
Tað man kortini vera stóra, áhugaverda og rúgvismikla verk hansara um heimbygdina, sum á mangan hátt hevur skapt fyridømi fyri tílíkar bygdarsøgur.
Sum nevnt omanfyri, hevur Petur Jacob valt eina aðra leið í hesum verkum sínum. Men størsta ynski hansara er at lýsa kærleika sín og vísa áhuga fyri bygdini og fólkinum, sum har hevur búð og framvegis býr.
At fara undir at skriva eina samfulla bygdarsøgu var ikki bara sum at siga tað. Petur Jacob fór undir arbeiði sítt við stórari virðing og í eyðmýkt, og farast mátti miðvíst til verka.
- Eg hugsaði við mær sjálvum, at her vóru so nógv onnur lærd fólk, sum saktans kundu skriva eina slíka. Men tá ið tað sást at vónin bliknaði, setti eg meg við telduna, tí eg helt, at tey ið undan gingu, høvdu so vissuliga uppiborið, at okkurt varð fest á blað teimum til heiðurs, vísir Petur Jacob á.
Tann, sum hevur lisið í ella blaðað gjøgnum bøkurnar úr Gjáar søgu, kann skjótt sanna, at her er talan um eitt meistaraverk. Eitt verk, sum Hans Jacob Debes, professari, javnmetti við líknandi stórverk aðrastaðni í Europa.
Í sínum nærlagda arbeiði við bókaverkum sínum hevur Petur Jacob lagt dent á, at tað, sum skrivað og útgivið var, skuldi vera rætt. Hann hevur tí lagt stóran dent á at hava samstarv við holl heimildarfólk í bygdini.
Tað er helst so, sum hann sjálvur tekur til: - Eg havi roynt at vera varin við at seta nakað á prent, sum eg ikki hevði fingið vissu fyri. Men lýtaleyst er einki mannaverk – og heldur ikki mítt!
- Tí kendi eg meg, hóast alt, rættiliga tryggan við tilfarið, tá ið tað varð givið út. Alt kann jú ikki rúmast í einum høvdi, og tí var tað gott, at eisini onnur høvdu lisið tað frammanundan.
snorri@sosialurin.fo
fyri seg
(ð’ið skal standa soleiðis .....)
Trá(ð)an
Petur Jacob dugir sjáldsama væl at greiða frá barnaminnum sínum. Hesi minni gevur hann sera gott pláss í bókum sínum í teirri deildini, sum hann kallar “Barnsins gaman”, har hann lýsir bæði dreingja- og gentuspøl.
Eitt av hesum minnum er frá fyrstu tíðini undir 2. veraldarbardaga, har hann serliga væl minnist ta einu løtuna:
Hann hevði verið og fiskað síl, og var næstan komin heim undir Skarð, tey siga. Væl hevði honum gingist, og fongurin var góður. Tá var friðurin brádliga burtur av einum taktføstum ljóði, ið kendist so fremmant.
- Eg hugdi niðan eftir bygdargøtuni og síggi, at nú kemur ein flokkur av skotskum hermonnum í hergongu tveir og tveir við hjálmum og byrsum gangandi út um skarð. Slíkt hevði eg ongantíð sæð áður, og eg gjørdist hjartkiptur og tók til beins í stundini heim til húsa. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi runnið so skjótt sum hesa ferðina, sigur Petur Jacob við einum brosi.
Men hermenninir høvdu tó ikki illverk í kvittanini, men vóru bæði blíðir og týðir - og eisini gávumildir. Við sær høvdu teir sjokulátu, sum ikki var hvønndagskostur tá í bygdini, og hana fingu børnini so eisini at smakka.
- Seinni, vit stóðu uttan fyri Fornhúsini, tók ein teirra ein lut úr skjáttuni. Hann trýsti á ein knøtt, og so kom eitt út, ið síðan vísti seg at vera ein sleingitráða.
- Eg átti eina tráðu, sum eg helt vera fína, men har fekk eg annað at síggja. Hann koyrdi síðani hjól á tráðuna, bant flugur á dorgina og fór so at fiska. Og mín sann, um hann ikki syfti eitt sílið fyri og annað eftir, meðan vit smábørn stóðu staroygd og hugdu at hesum fremmanda undurtóli, ið so snildisliga lokkaði øll hesi heimføddu sílini í felluna.
- Á Harragud, sum eg tráaði eftir at eiga eina slíka tráðu.
fyri seg
Errin gjáarmaður
Hans Jacob Debes hevði, eins og Petur Jacob stóran áhuga fyri søguni um heimbygd sína.
Tá tær báðar fyrstu bøkurnar komu út, gav hann teimum eitt sera gott ummæli. Her nevndi hann millum annað, at tær høvdu tey trý eyðkennini, sum kravdust fyri einari lokalsøgu.
Undan útgávuni av Barnaminnum 1 og 2 læt Petur Jacob vinmann sín lesa handritið ígjøgnum. Tað gekk kortini rúm tíð, til hann varð liðugur við hetta. Men ein dagin boðsendi hann høvundanum at koma á gátt hjá sær í Torfinsgøtu í Havn.
- Eg fór so út hagar og kom innar í stovuna, har Hans Jacob sat í eini leðursofu. Handritið lá á borðinum, men hann segði ikki eitt einasta orð. Soleiðis gekk ein góð løta í tøgn - ein long og heldur løgin tøgn.
- So reisti hann seg upp, kom yvir ímóti mær tigandi, og so hendi tað, sum eg ongantíð havi gloymt: Hann hálsfevndi meg, ógvuliga sinnisrørdur og segði so: “Petur Jacob. Nú eri eg errin av at vera gjáarmaður. Hetta er eitt dygdarverk, sum tú hevur gjørt. Kann eg ikki sleppa at ummæla tær, tá tær koma út?”
- Og tú kanst ætla, at eg eisini var rørdur av hesi hendingini. Eg hevði ikki væntað, at hetta skuldi gerast ein so sinnismerkt uppliving, minnist Petur Jacob afturá.
Nú stóð so onnur útgávan í hesi røðini fyri, - hesa ferð tey 2 bindini um ta gomlu tíðina. Hans Jacob, ið tá var vorðin heilsuveikur náddi at ummæla fyrra bindið og Jákup Thorsteinsson ta seinna, og fingu tær bøkurnar sama framúr góða skoðsmál eins og tær báðar undanfarnu.
---------
Seinasti róðurin
Lag: Alt, hann átti á fold, var ein koyggja.
Amerikanskt fólkalag.
Lat meg rógva mín seinasta róður,
nú ið Norðhavið randað er reytt;
her eg bíði á bekkinum móður,
til í havsbrúnni sólin er sett.
Niðurlag:
Læn mær lummin* á seinasta sinni,
lat meg damla í Gjónna í dag,
- skjótt við støðna so eri eg inni,
nú mær Norðhavið svanasong kvað.
Lat meg enn hoyra fuglarnar láta,
síggja Búgvan og Bugin í kvøld;
mangan minnist meg róðurin váta,
- nú mær hondin um lummin er køld.
Lat meg enn nema náttúru fríðu,
skoða heimbygd í setandi sól,
nú eg berist á báruni blíðu
heim til hana, ið alva sín ól.
Nú so korkareyð fjøllini standa,
og víst vøkkult er áralag mítt;
brátt ei nakað kann meira meg granda,
tí til lands eg meg skjótt havi strítt.
* lummur er handfang á ár.
Yrktur 28. juni 2009.
Petur Jacob Sigvardsen
Yrktur um abba, ið kom deyðsjúkur aftur av Klaksvíkar sjúkrahúsi við Pride, og sum ynskti at rógva sín seinastu róður inn í Gjónna.