Í blaðnum í dag skrivar Sosialurin um ein 95 ára gamlan mann, sum ikki slapp í bað í 11 vikur.
Dótturin, Karin Jacobsen, er sera ørkymlað eftir hesar vikurnar, og var púra niðurundirkomin, tá pápin slapp á eitt røktarheim, eftir nakrar vikur.
Pápin situr í koyristóli og hevur tískil tørv á serligari hjálp til eitt nú at sleppa í bað.
Okkara politkarar siga, at vit skulu búgva heima som longst. At okkara gomlu skulu fáa røkt og uppvenjing í heiminum. Men hetta ber slett ikki til, sum skipanin er, sigur Karin Jacobsen.
Í tær 11 vikurnar pápi hannara búði heima hjá henni, lá hann við somu blæðu í upp til 10 – 15 tímar, tí tað var so langt ímillum, at heimahjálpirnar komu.
Hann lá vátur upp á økslina, men slapp aldrin í bað í tær 11 vikurnar, hann var heima hjá Karini Jacobsen.
Les meira í Sosialinum í dag